bæði feløgini at klára seg. Tó vísir hann á, at um ferðafólkaflutningur skal vera høvuðsgrundarlagið undir einari farleið í Norðuratlantshavi, eisini um veturin, fer leiðin ikki at bera seg. Aberdeen ikki [...] niðurløgd, var nóg frammi um, at leiðin til Aberdeen var høvuðsleiðin inn á Europeiska meginlandið. Hesum er Finnbogi Arge ikki samdur í. Hann heldur tað vera ov trupult at flyta stórar bingjubilar við fiski
tøð fyri alt landið. Men í Klaksvík verður so eisini undirvíst í hesum málum og finst har ein trygdarmiðstøð fyri sjófólk. Júst í hesum døgum verður søkt eftir fólki, sum kann undirvísa í trygd á sjónum [...] skilabest at gera í framtíðini og hvat ætla landsmyndugleikarnir, tá tað snýr seg um at leggja lunnar undir eina framtíðar tilbúgvingarskipan! Skal virksemið liggja á fleiri støðum ella skal tað savnast á einum [...] tvingaðir til at gera støðuna upp: antin vit skulu útbyggja við Áir og í Klaksvík ella bert á einum av hesum plássum ella um ein møgulig framtíðar trygdar- og bjargingarmiðstøð, sum fevnir um bæði land, sjógv
møguleiki fyri hesum. Hvat fyri útbúgving Tá ið tú hevur avgjørt, at tú fert undir hægri lestur, rennur tú teg inn í ein annan trupulleika. Tá skal avgerast, hvørja útbúgving tú vilt fara undir. Eisini her [...] krav, at tey skulu fara undir víðari lestur, tá ið tey eru liðug í Hoydølum, á Kambsdali, ella hvar tað nú skal vera. Rættast er sjálvsagt, at um ein hevur hug til at fara undir víðari lestur, so skal tað [...] er bæði gott og ringt, men tað kann ikki vera rætt, at ungfólk skulu kenna seg noydd til at fara undir hægri lestur.
viku vóru 28 dreingir savnaðir í Gundadali við einum endamáli. Teir vóru á fótbóltsskúla hjá B36 undir leiðslu av venjaranum hjá besta liði felagsins, Tomislav Sivic. Og hóast skráin var løgd í eina legu [...] karar. Fótbóltsskúlin hevði fingið heitið »Tomislav - 99« - fyrsti og einasti fótbóltsskúlin við hesum heiti, í hvussu er við Tomislav Sivic sum venjara, tí hann fer tá hetta kappingarárið er liðugt, og [...] ikki eiga at gera, um tey hava dreymir um at gerast fótbóltsleikarar ... Hvat er tað tú hugsar um í hesum føri? ? Royking og rúsdrekka, matvanar og ikki minst hvussu farast skal við kroppinum, um ein ætlar
Tá farið varð undir arbeiði við Tórsvølli varð sagt, at eitt fór Tórsvøllur at vanta sammett við vøllin á Svangaskarði tá hann var í gerð, og tað var tann ókeypis arbeiðsmegin, sum toftamenn í fyri at [...] tað fór at vera so, sigur Poul Michelsen. ? Felagslívið í Havn var soleiðis fyrr, og vit hava við hesum víst, at tað er soleiðis enn, at tá tørvur er á tí, so eru fólk altíð fús at rætta eina hjálpandi
Danski kjarnorkupolitikkurin undir kalda krígnum tykist hava verið meira fløktur enn gott var. Tann eini stjórnarleiðarin segði alment, at kjarnorkuvápn skuldu haldast langt burtur frá danskari jørð, men [...] skjøl, sum hava ligið goymd í Armerika, at danski kjarnorkupolitikkurin ikki umfataði Grønland. Í hesum skjølum, sum eru avrit av samrøðum millum danskar og amerikanskar embætismenn, verður sagt, at tá [...] stuttum tann, at H. C. Hansen á einum ráðharrafundi í Nato í desember 1957 gjørdi vart við, at danir undir verandi umstøðum ikki vildu hava kjarnorkuvápn á danskari jørð. Danmark hevði trupulleikar av alment
at stovna handilin »Samvirkið« fyri umleið 60 árum síðani, var Sakin ein av undangongumonnunum í hesum tiltaki, og eitt langt tíðarskeið leiddi hann eisini »Samvirkið« við hegni. Seinni fekk hann sær egnan [...] tað vera rættiligur gongumaður, ið kundi fylgja honum eftir. Nógvar eru ferðirnar niðan í Líðina og undir Borgarknapp eftir seyði. Fyri nøkrum árum síðani fóru eyguni at bila, men ta lívsgleði og lívsmót
emi er Alex Buvik frá Oljumáladeildini. Undir verkætlanarbólkinum eru so teir mongu áhugabólkarnir, sum aftur eru sjálv kjarnin í øllum hjálpararbeiðinum undir eini vanlukku. (Sí talvu) Í dag er arbeiðið [...] manglar, at tað fyri einum ári síðani varð stig tikið til at fáa skipað arbeiðið við tilbúgving. Í hesum sambandi er gjørd ein verkætlan. Henda sigur m.a., at øll tey relevantu aðalstýrini taka eina pri [...] stýrir og samskipar arbeiðið. Formaður í bólkinum er Hákun Steingrímsson og skrivari Bogi Eliasen. Í hesum bólki eru eisini umboð fyri Brunaumsjón Landsins, Landssjúkrahúsið og Føroya Landfúta umframt leiðararnir
Tað snýr seg ikki um meg sum persón, men eg haldi tað vera ótrúligt, at tá tað ganga venjarar í hesum landinum, sum bæði hava útbúgvingina og royndirnar, at FSF ikki so frægt, sum vendir sær til teirra [...] álvara. Um ikki so langa tíð verður familja Sivic økt við einum lítlum, og tað byrgir kanska upp undir hugin at fara aftur til heimlandið. Hevur tú verið nøgdur við at vera í Føroyum? ? Tað hava vit bæði [...] fótbóltsspælari á høgum stigi, meðan hann er í Føroyum. Nær verður tað? ? Mín seinasti fótbóltsdystur á hesum stiginum verður tá B36 spælir heimadyst á Tórsvølli móti turkiska liðnum í evropeisku kappingini.
Hin parturin í trætuni um lýsingarnar á Tórsvølli, er sum vera man, leiðslan í B36, og í hesum føri formaðurin Kristian á Neystabø. Vit hava eisini fingið eitt prát við hann um ósemjuna, og fingið hansara [...] tøkur, so missa vit eisini møguleikan at hava eina vælvirkandi ungdómsdeild, sum er grundarlagið undir virkseminum í felagnum framyvir, sigur hann. Kristian á Neystabø vísir sum sagt aftur, at B36 hevur