B36 kanska inn á Svangaskarð

Um ikki ein loysn verður funnin á trætuni millum Tórsvøll og B36, so er møguligt, at B36 fer at spæla sínar heimadystir í evropeisku kappingini á Toftum heldur enn á Tórsvølli, tí skulu treytirnar hjá Tórsvallargrunninum fylgjast, so kann tað máa grundarlagið undan B36

Hin parturin í trætuni um lýsingarnar á Tórsvølli, er sum vera man, leiðslan í B36, og í hesum føri formaðurin Kristian á Neystabø.

Vit hava eisini fingið eitt prát við hann um ósemjuna, og fingið hansara frágreiðing um hvussu støðan er.

Kristian á Neystabø er ikki samdur við Poul Michelsen og hansara sjónarmiðum um lýsingarnar, sum standa á takinum á B36-húsinum.

? Fyri tað fyrsta er tað soleiðis, lýsingarnar hava verið á veg í eina tíð, og skuldu eftir røttum verið komnar upp fyri eini tíð síðani. Vit hava ikki sett lýsingarnar upp fyri at provokera nakran, sigur formaðurin í B36.

? Veruleikin er tann, at B36 eins og onnur ítróttarfeløg liva av lýsingarinntøkum og so tí sindri, sum vit fáa inn í limagjaldi. Missa vit møguleikan at fáa lýsingarinntøkur, so missa vit eisini møguleikan at hava eina vælvirkandi ungdómsdeild, sum er grundarlagið undir virkseminum í felagnum framyvir, sigur hann.

Kristian á Neystabø vísir sum sagt aftur, at B36 hevur sett lýsingarnar upp fyri at provokera nakran, men váttar samstundis at plaseringin av lýsingunum er rættiliga góð nú Tórsvøllur er komin.

Men er tað ikki áfallandi, at tit hava lýsarar, sum eru í somu vinnugreinum, sum teir, sum lýsa á Tórsvølli?

? Tað er møguligt, men tað hevur einki við hvørt annað at gera.

Men eru lýsingar tykkara ikki meira verdar nú Tórsvøllur er komin?

? Tað haldi eg ikki at tær eru, sigur Kristian á Neystabø.


Yngsti grannin

setir treytirnar

Annars vísir Kristian á Neystabø á, at tað eftir hansara tykki er meiri enn óheppið, at ein almennur grunnur, soleiðis skal seta seg á marknaðin og avgera, hvussu tað kann lýsast í Gundadali.

? Eftir míni bestu sannføring er tað rættiliga burturvið. Fyri tað fyrsta kemur grunnurin inn á eitt øki, har B36 hevur ligið í nógv harrans ár - vit vóru teir fyrstu sum bygdu har uppi - og síðani byrjar hann at seta treytir fyri hvussu vit skulu arbeiða nú teir eru komnir í grannalagi, sigur Kristian á Neystabø, sum eisini vísir á, at tað var B36, sum byrjaði alla »rulluna« við lýsingum á sínum bygningum.

? Vit seldu lýsingarpláss á gamla B36 húsinum, og stutt eftir kom Badmintonfelagið við, HB kom eisini og m. a. eru eisini báðar ítróttarhallirnar komnar við síðani, og eg haldi tað vera rættiliga ótrúligt, at hugsa sær, at báðar hallirnar hava fíggja umbyggingar við lýsingunum, sum standa á útsíðuni.

Annars heldur Kristian, at Poul Michelsen er í so stuttmintur og vísir á hvussu farið varð fram tá lýsingin á Badmintonhøllini var sett upp.

? Teirra lýsing varð sett á endan, sum vendir oman móti Ovara vølli, og tað var bara tí, at har vóru flestu móttakarar. Bæði HB og B36 góðtóku støðuna, sum hon var tá. Vit gjørdu bara av at bróta enn meira upp um ermar. Og eg fari ikki nógv skeivur um eg sigi, at Poul Michelsen tá var í nevndini í Badmintonfelagnum, sigur Kristian á Neystabø.

Men er tað satt, at tit settu teimum treytir fyri at sleppa inn í B36-húsið fríggjadagin?

? Ja, vit høvdu hoyrt, at teir ætlaðu at set upp fyri, so okkara lýsingar ikki skuldu síggjast, og tað vildu vit hava teir at vátta, at teir ikki gjørdu. Tað vildu teir ikki, og tí sluppu teir ikki inn fríggjadagin.


FCK-mynstrið

Annars heldur Kristian á Neystabø lítið um, at Grunnurin Tórsvøllur er farin at brúka somu sponsorskipan, sum t. d. FCK brúkar.

FCK ger avtalur við ein sponsor í hvørji vinnugrein, og á tann hátt er møguligt at fáa størri fíggjarligan vinning.

? Umstøðurnar í Gundadali eru so, at lýsingarnar hjá hvørjum øðrum síggjast næstan alla staðni, og tí ber hatta ikki til, sigur formaðurin í B36.

Tí heldur hann, at um B36 skal taka sínar lýsingar niður, so skulu báðar hallirnar eisini gera tað, annars hongur tað ikki saman.

? Men sum eg havi skilt tað, so skulu lýsingar eisini setast á útsíðuna á Tórsvølli, og tá vera vit ikki spurdir, og tað er svínarí, sigur Kristian á Neystabø.


B36 kanska á Toftir

Um ikki so langa tíð skal B36 eisini spæla evropeiskan fótbólt. Í tí sambandinum hevur ljóðað, at er trætan ikki loyst áðrenn tað tí, so fer B36 at spæla sínar evropeisku heimadystir á Svangaskarði heldur enn á Tórsvølli.

Er henda søgan sonn?

? Tað er ein møguleiki, sum vit halda opnan um so er, at vit ikki fáa nakra semju við grunnin um lýsingarnar. Men fyri at siga tað sum tað er, so vænti eg, at tað fer at bera til, at finna eina semju, sigur Kristian á Neystabø.

Men um tað er so lætt at finna eina semju, hevur trætan ikki verið púra óneyðug, og hevði tað ikki verið rættari at funnið semjuna áðrenn Tórsvøllur alment varð tikin í nýtslu?

? Sjálvandi var tað rættari, men allir partar hava verið nógv upptiknir nú móti endanum, og tí hevur ikki borið pørtunum til at seta seg niður og tosa um tingini, sigur Kristian á Neystabø at enda.