Um góðar tveir mánaðir er eitt tíðarskeið í føroyskum fótbólti av. Sáttmálin, sum Tomislav Sivic hevur við B36 gongur út tá hetta kappingarárið er av, og partarnir fara ikki at leingja sáttmálan.
So tá kappingin endar einaferð fyrst í oktober mánað, tá fer hann við húski sínum úr Føroyum, eftir at hava virkað sum venjari her í fýra ár. Tað fyrsta í Vági, tey seinastu trý í Havn, sum venjari hjá B36.
Tað sigst, at Tomislav Sivic er ein stak góður venjari. Útbúgvingin er í lagi, og avrikini hann og B36 hava rokkið seinastu árini hava verið á eini góðari leið, má sigast. Meistarar fyri fyrstu ferð síðani 1962, fyrsta árið hjá Sivic í 1997, og nummar trý í fjør.
Í løtuni liggur árstalsfelagið á øðrum plássi í landskappingini, men skulu vit trúgva venjaranum, so endar B36 hægri enn tað, tá kappingin er av.
Hann hevur nevniliga eina turkatrúgv uppá, at B36 fer at vinna meistaraheitið aftur í ár.
Umframt tað, so hevur B36 eitt hálvt lið við í landsliðshópinum, og tað heldur Sivic siga nakað um tað arbeiði, sum er gjørt í felagnum.
? Vit hava fimm spælarar í landsliðshópinum, og tað haldi eg ber boð um, at arbeiðið hjá okkum er gott, sigur hann.
Misnøgdur við FSF
og Allan Simonsen
Hóast tað hevur gingið B36 venjaranum so væl, so er hann kortini ikki bara fegin, nú hann pakkar ognarlutir sínar og vendir nøsini heimaftur móti Jugoslavia.
Tomislav Sivic er nevniliga ikki so lítið misnøgdur við arbeiðið hjá FSF tíðarskeiðið hann hevur verið í Føroyum, og hann er enn meira misnøgdur við leiklutin hjá Allani Simonsen fyri at menna føroyskan fótbólt.
Sivic heldur nevniliga, at teir báðir partarnir gera alt, alt ov lítið við tann veruliga trupulleikan, sum er at menna ungdómsarbeiðið, og leggja ov stóran dent á tað »etableraða«.
Treyðugt so, føroyskur fótbóltur er mentur rættiliga nógv seinnu árini, men sambært venjaranum hjá árstalsfelagnum, so eiga hvørki FSF ella landsliðsvenjarin lut í menningini, sum er farin fram.
? Tað eru feløgini og leikararnir og bara teir partarnir, sum eiga menningina av føroyskum fótbólti. Feløgini hava gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði fyri at fáa betri úrslit, og tað vísir seg aftur nú tá landsliðið spælir móti øðrum tjóðum. Tað einasta landsliðsvenjarin ger, er at koma til landið tríggjar dagar undan hvørjum dysti og so vera saman við spælarunum. Og onkuntíð er hann og hyggur eftir onkrum dysti. Tað er alt, alt ov lítið at krevja av einum landsliðsvenjara, sigur Sivic.
B36 venjarin vísir á, at tað at vera landsliðsvenjari er arbeiðið hjá Allani Simonsen, og tí átti hann at verið nógv meira í Føroyum og fylgt við í menningini av føroyskum fótbólti.
Ein háðan móti
føroyskum fótbólti
Tað verða spældir rættiliga nógvir dystir í Føroyum millum ár og dag, men landsliðsvenjarin sær bert fáar teirra.
Fyri stuttari tíð síðani var steypafinalan leikt, og eftir tann dystin segði Allan Simonsen, at tað var ikki besti dystur hann hevði sæð.
? Hann er ótrúliga heppin. Eg havi verið í Føroyum í fleiri ár, og eg kann gott siga tær og øllum øðrum, at hatta er besti dystur eg havi verið við til ta tíð eg havi verið í Føroyum, sigur Tomislav Sivic.
? Eg haldi at tað er ein beinleiðis háðan móti føroyskum fótbólti at siga sovorðið tá ein sær so lítið av føroyskum fótbólti, leggur venjarin afturat.
Tað undrar eisini Tomislav Sivic ein heilan hóp, at FSF hevur longt sáttmálan við Allan Simonsen uttan at hyggja til aðra síðu fyrst.
? Eg veit um tveir venjarar, sum søktu landsliðsvenjarastarvið, og tað vóru venjarar, sum bæði hava útbúgving og drúgvar venjararoyndir, men FSF valdi heldur at leingja sáttmálan við Allan Simonsen uttan at tosa við teir fyrst, sigur Sivic.
Var tú ein teirra sum søkti venjarastarvi?
? Nei, tað var eg ikki.
Ert tú vónbrotin av, at tú ikki ert spurdur um tað?
? Bæði og. Tað snýr seg ikki um meg sum persón, men eg haldi tað vera ótrúligt, at tá tað ganga venjarar í hesum landinum, sum bæði hava útbúgvingina og royndirnar, at FSF ikki so frægt, sum vendir sær til teirra fyri at vita, um teir eru áhugaðir. Tak til dømis Ion Geolgau í HB og Tony Paris í KÍ. Teir eru báðir framúr góðir venjarar. Í so máta eri eg ikki áhugaverdur.
Hvør hevði fyrimunurin verið við at fingið annan venjara fram um Allan Simonsen?
? So hevði FSF og landsliðið fingið ein venjara, sum dugdi at gera tær neyðugu menningarætlaninar, sum mugu til um føroyskur fótbóltur skal koma longri fram á leið. Tað hevur Allan Simonsen púrt einki gjørt við. Púrt einki!
Menningarætlan má til
Tomislav vísir á, tá føroysk ungdómslið fara uttanlands, so klára tey seg serstakliga væl. Tey eru við í kappingum saman við stórum feløgum í Evropa, og tað stendur ikki á at vinna.
Men tá leikararnir gerast eitt sindur eldri eru teir afturútsigldir, og grundina sigur hann vera at eingin menningarætlan er fyri tey yngru liðini.
? Føroyingar, serliga FSF og landsliðsvenjarin, mugu viðurkenna, at tað er neyðugt at byrja skipaða venjing rættiliga tíðliga. Og við skipaða venjing meini eg, at tit mugu seta yngru leik-arunum krøv. Krøv til venjing, krøv til matvanar, halda teimum frá rúsevnum og eisini krøv til frítíðina. Tað ljóðar av nógvum, men gera tit tað, so fáa tit eisini góð úrslit.
Sum dømi nevnir hann aftur fótbólttskúlan, sum B36 skipaði fyri.
Hesin skúli var fyri 28 evnaríkar fótbóltsspælarar, og um bara fimm teirra gerast »supergóðir«, so er væl vorðið.
? Tað sigur seg sjálvt. Hugsið tykkum, tá tey gera tað sama í HB, KÍ og GÍ, bara fyri at nevna nøkur feløg, so eru kanska 20 ella 25 framúr evnaríkir fótbóltsspælarar, at byggja víðari á. Og bara úr tí eina aldursbólkinum. Hugsið tykkum, um tit gera tað sama ár um ár. Tað má spyrjast úrslit burturúr, sigur Tomislav Sivic.
? Og eftir míni meting er hetta uppgávan hjá einum landsliðsvenjara at seta í verk, leggur hann afturat.
Venjaraskipanin
má broytast
Eitt annað sum Tomislav Sivic eisini heldur er neyðugt at broyta er venjaraskipanin, tí eftir hansara tykki er føroyska venjaraútbúgvingin ov veik.
? Tað er næstan so, at tú fert á skeið í tríggjar dagar, og tá tað er liðugt, so hevur tú fingið prógv. Taka vit ta Jugoslavisku skipanina sum dømi, so er venjaraútbúgvingin ein universitetsútbúgving, sum tekur fýra ár, og hevur 24 próvtøkur, og ikki fyrr enn tú hevur tikið alt tað ert tú liðugur, sum venjari
? Tú sært eisini ógvuliga nógvar ungar venjarar uttan neyðugu útbúgvingina, og liðini teir venja eru ikki nógv ár yngri enn teir sjálvir. Hetta nyttar einki, og ger ofta størri skaða enn gagn í samlaðu menningini av fótbóltsleikarunum. Og tað hevur eisini sína ávirkan á virðingina fyri venjarunum. Virðingina, sum er so ótrúliga neyðug í tí dagliga arbeiðinum sum venjari, sigur Sivic.
Hann er greiður yvir, at tað eisini er ein spurningur um pengar, men so mikið størri orsøk er tað til, at FSF byrjar við at seta upp karmarnar fyri eini góðari venjaraútbúgving, leggur hann afturat.
Hugsa um seg sjálvar
Nú tíðin í Føroyum fer at styttast hevur Tomislav Sivic gjørt sær sína egnu niðurstøðu av støðuni í føroyska fótbóltsheiminum.
? Eg haldi at leiðararnir í føroyskum fótbólti hugsa ikki nóg nógv um føroyskan fótbólt. Teir hugsa ov nógv um seg sjálvan og síni. Tað hendur í hvussu er ov lítið í føroyskum fótbólti, sum ber á tann rætta bógvin, sigur Sivic.
? Um so var, at teir vildu føroyskum fótbólti tað betri, so var føroyskur fótbóltur nógv betur skipaður enn hann er í dag. Um tað ikki var fyri feløgini, sum gera eitt ótrúliga stórt arbeiði, so hevði føroyskur fótbóltur ikki verið komin so langt sum hann er. Tað er teirra æra.
Seinasti dystur
verður á Tórsvølli
Nú eru skjótt fýra ár liðin, og tíðin í Føroyum er farin at halla av álvara.
Um ikki so langa tíð verður familja Sivic økt við einum lítlum, og tað byrgir kanska upp undir hugin at fara aftur til heimlandið.
Hevur tú verið nøgdur við at vera í Føroyum?
? Tað hava vit bæði. Vit hava havt tað sera gott her. Føroyingar eru eitt sera vinarligt fólkaslag, og her er gott at vera, men nú vilja vit heimaftur.
Hevur tú nøkur venjaratilboð liggjandi nú tú fert heim til Jugoslavia?
? Nei, tað havi eg ikki. Men eg rokni ikki við, at tað verður tann stóri trupulleikin. Eg havi góð pappír sum venjari, og heima sleppur ein slíkur sum eg, sjáldan at ganga leingi uttan venjarastarv, so eg eri als ikki bangin fyri at fáa okkurt at tríva í.
Men hann ætlar sær ikki at vera spælandi venjari í framtíðini. Fyri at siga tað sum tað er, so ætlar hann sær at gevast sum fótbóltsspælari á høgum stigi, meðan hann er í Føroyum.
Nær verður tað?
? Mín seinasti fótbóltsdystur á hesum stiginum verður tá B36 spælir heimadyst á Tórsvølli móti turkiska liðnum í evropeisku kappingini. Nú er Tórsvøllur komin, og tí vil eg sjálvsagt sleppa at royna hann áðrenn eg fari úr Føroyum.
Hví gevst tú nú?
? Fyrr ella seinni skal ein gevast, og eg eri nú vorðin 33 ár, og eg haldi at tíðin er komin tá eg skal gevast. Eg haldi at tað er best at gevast meðan leikur er góður, og tað haldi eg at hann er enn.
Fer tað ikki at ávirka møguleikarnar hjá B36, at gerast meistarar, at tú gevst nú mitt í árinum?
? Nei, tað eri eg ikki bangin fyri. Liðið er ungt og stak gott, og fyri at siga tað sum tað er, so vænti eg, at liðið gerst meistari í ár. Teir fara ikki at merkja, at eg eri givin at spæla, sigur B36 venjarin, sum bert verður B36-venjari góðar tveir mánaðir afturat ...










