Í dag 14. juli fyllir ein væl kendur porkeningur 90 ár. Tað er Zacharias Múller, vanliga nevndur Sakin á Klovanum.
Foreldur hansara vóru Danjal Jacob ættaður úr Bøkkum og Sunnuvá fødd Bech ættað úr Hólinum.
Sum flest allir ungir dreingir tá í tíðini fór Sakin til skips, sigldi nøkur ár, tók síðani skiparaprógv og sigldi sum bestimaður. Sum yngri róði Sakin dúgliga út.
Sakin hevur frá heilt ungum árum verið virkin og tikið lut í bygdarlívinum, og tí var tað ein sjálvfylgja, at porkeningar litu honum fleiri álitisstørv til, og tey røkti hann við trúfesti í mong ár.
Tá útróðrarmenn og arbeiðarar í Porkeri tóku stig til at stovna handilin »Samvirkið« fyri umleið 60 árum síðani, var Sakin ein av undangongumonnunum í hesum tiltaki, og eitt langt tíðarskeið leiddi hann eisini »Samvirkið« við hegni. Seinni fekk hann sær egnan handil á Klovanum, sum ein dóttir nú rekur víðari.
Sakin hevur altíð havt áhuga fyri samfelagsmálum, og tað man hava verið orsøkin til, at hann á ungum árum varð valdur í bygdarráðið og sat hann frá 1938 til 1980, tilsamans 42 ár og meginpartin av tíðini sum formaður.
Í formanstíð hansara vóru mangan peningaliga trongar tíðir, men hóast tað bar til við skynsemi at fremja útbyggingar og nýskapanir til gagns fyri bygdarfólkið tá og okkum sum nú búgva her. Hann var eisini limur í skúlanevndini í umleið 40 ár, tey flestu sum formaður.
Eitt hitt størsta tiltak og framstig ið hendi, var tá bygdin fyrst í 50 árunum fekk elmegi og sat Sakin eisini í stýrinum fyri elfelagið Suðuroy í mong ár.
Tá porkeningar ognaðu sær skip hevur Sakin eisini verið við.
Sum nevnt hevur Sakin havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hevur hann ognað sær vitan og kunnleika við at fylgja við í fjølmiðlunum, so tað er ein frægd, at tosa við hann.
Javnaðarflokkinum hevur hann verið trúgvur frá fyrsta degi, og møtt trúliga upp til fundir, hann hevur eisini í mong ár verið stillari floksins.
Starvið sum deknur í Porkeris kirkju røkti Sakin í umleið 30 ár. Sakin ehvur eisini havt sína gongd í Missiónshúsið.
Sakin giftist við Sannu Veihe ættað Uttan Heyga úr Porkeri og fingu tey 3 døtur og ein son.
Sakin og Sanna giftust inn í heimið á Klovanum, og hóast heilsan hjá Sannu bilaði seinnu árini, so var hon altíð fryntlig og bar lívsgleði til síni medmenniskju. Sanna doyði í desember 1974, og tað var svárur missur fyri Sakan og børnini.
Sakin hevur eisini havt áhuga at fáast við seyð, og síðan hann lat handilin frá sær, hevur hann mest fingist við jarðarbrúk.
Sakin hevur altíð verið lættur á fótum, og í ungdóms- og mandómsárunum, skuldi tað vera rættiligur gongumaður, ið kundi fylgja honum eftir. Nógvar eru ferðirnar niðan í Líðina og undir Borgarknapp eftir seyði.
Fyri nøkrum árum síðani fóru eyguni at bila, men ta lívsgleði og lívsmót ið hevur eyðkent Sakan, ger at hann gongur so lættliga millum húsini, og tað eru fá 90 ára gomul ið ganga teir túrar sum hann.
Góði Sakin. mangan hevur tú sæð kvøldsólina roða og gylla hvønn tind. Lívsólin er komin vestur á luftina, og kanst tú líta aftur á eitt langt og innihaldsríkt lív.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku nú tú rundar tey 90 árini og Harrans ríku signing í komandi tíð, og takka fyri gott gott grannalag.
Mikkjal Sørensen