Danski kjarnorkupolitikkurin undir kalda krígnum tykist hava verið meira fløktur enn gott var.
Tann eini stjórnarleiðarin segði alment, at kjarnorkuvápn skuldu haldast langt burtur frá danskari jørð, men aftan leiktjøldini var teksturin ein annar.
Nú tríati ár seinni vísa skjøl, sum hava ligið goymd í Armerika, at danski kjarnorkupolitikkurin ikki umfataði Grønland.
Í hesum skjølum, sum eru avrit av samrøðum millum danskar og amerikanskar embætismenn, verður sagt, at tá H. C. Hansen í síni tíð segði, at kjarnorkuvápn ikki skuldu vera á danskari jørð, so trúðu teir, at tað merkti, at eingi kjarorkuvápn skuldu finnast í evropeiska partinum av Danmark!
Samtalan fór fram á eini móttøku í Keypmannahavn í februar 1968, bert tríggjar vikur eftir at eitt amerikanskt B-52 bumbuflogfar var dottið niður í Grønlandi við fýra brintbumbum umborð.
Tá tað kom fram, at flogfarið hevði kjarnorkuvápn umborð spurdist ein diplomatisk kreppa burturúr millum Danmark og Amerika. Jens Otto Krag, sum tá var stjórnarleiðari var í øðini, og segði alment, at amerikumenn vóru greiðir yvir, at kjarnorkuvápn ikki skuldu vera á donskum øki. Hvørki í luftini ella á jørðini - og at hetta eisini umfataði grønlendskt luftrúm.
Hetta var tað, sum ovastarnir í donsku verjuni tosaðu við amerikonsku sendimenninar um, og í dag verður hetta mett sum eitt grovt brot á alt sum eitur tagnarskylda, og verður næstan sammett við njósning
H. C. Hansen gav loyvi
Søgan um tað sum fór fram er í stuttum tann, at H. C. Hansen á einum ráðharrafundi í Nato í desember 1957 gjørdi vart við, at danir undir verandi umstøðum ikki vildu hava kjarnorkuvápn á danskari jørð.
Danmark hevði trupulleikar av alment at játta, at teir vildu hava amerikonsk kjarnorkuvápn á danskari jørð, tí russar vóru alt annað enn fegnir um hetta.
Donsku fjølmiðlarnir fingu snevilin av, at okkurt var í væntu á kjarnorkupolitiska økinum og teir viðgjørdu tí málið.
Russar lósu donsk bløð, og russsika stjórnin sendi dønum hvast mótmæli og tá nýggj stjórn varð skipað í maj 1957 staðfesti stjórnin, serliga eftir trýsti frá radikala flokkinum at eingi kjarnorkuvápn skuldu vera á danskari jørð, og tað var eisini tað, sum H. C. Hansen segði á Nato fundinum eitt hálvt ár seinni.
Men hóast stjórnarleiðarin hevði sagt orðini, so var hetta ikki øll søgan, tí bæði Ramberg generálur og Thostrup, admirálur søgdu hvør í sínum lagi, at teirra fatan var, at tá H. C. Hansen tosaði um danska jørð, so meinti hann tann evropeiska partin av Danmark - og har við ikki Grønland, hóast Grønland við grundlógarbroytingini í 1953 var vorðin partur av Danmark í allar mátar.
Krag visti betur
Tað vil so siga, at Danmark í 11 ár hevur havt ein tvíbýttan kjarnorkupolitikk - tann almenna, og tann loyniliga; tann sum ikki var almennur. Tann seinni gjørdist bara almennur tá B52-flogfarið datt niður í Grønlandi.
Sum nevnt, so gav Jens Otto Krag amerikumonnum ein rættiligan umgang við at siga, at teir høvdu forbrotið seg móti donskum kjarnorkupolitikki við at flúgva í donskum luftrúmi, við kjarnorkuvápnum umborð.
Hetta »álopið« var bara so fjart frá tí, sum danskir embætismenn vistu um danska kjarnorkupolitikkin, og tað var júst tað, sum teir báðir herovastarnir tosaðu um - hvør í sínum lagi - við umboð frá amerikonsku sendistovuni.
Báðir - Ramberg og Thostrup - søgdu sum í ein munn, at teirra fatan var, at Krag var langt av leið.
Teirra fatan av danska kjarnorkupolitikkinum var, at tá danskir politikarar alment søgdu Danmark, so meintu teir tað evropeiska Danmark.
Tíðin hevur síðani víst, at tað sum hesir báðir herovastarnir søgdu - um enn tað var brot á tagnarskyldu teirra - var í tráð við veruleikan.
Tað vísti seg nevniliga, at Jens Otto Krag visti betur enn hann latst at gera tann dagin í 1968.
Jens Otto Krag visti nevniliga frammanundan, at H. C. Hansen hevði givið amerikumonnum loyvið til at hava kjarnorkuvápn í Grønlandi.
Dupulttýdningurin
Niðurstøðan í greinini í Jyllands-postinum er, at tað neyvan hevur verið av tilvild, at H. C. Hansen hevur orðað seg, sum hann gjørdi. Orð hansara um, at stjórnin ikki vildi loyva kjarnorkuvápnum í Danmark, og at hon ikki vildi loyva miðberandi kjarnorkuvápnum í Danmark og í Grønlandi, góvu í veruleikanum amerikumonnum loyvið at seta øll onnur sløg av kjarnorkuvápnum upp í Grønlandi!
Hetta var júst tað, sum amerikumenn høvdu brúk fyri, og sambært greinini í Jyllands-postinum, var tað eisini júst tað, sum hendi.
Amerikumenn høvdu ikki brúk fyri Grønlandi til miðberandi vápn, men til langtberandi vápn, sum skuldu hótta russar, og tað fingu teir eisini loyvið til staðfesta greinskrivararnir í Jyllands-postinum.
Orð forsætisráðharrans góvu pláss fyri einum dupulttýdningi, og tað var júst tí tey vórðu søgd á tann hátt.
Tí er niðurstøðan hjá søgugranskarum eisini tann, at H. C. Hansen gekk ikki ímóti donskum kjarnorkupolitikki í 1957. Hann segði bara ikki allan sannleikan fyri hægsta valdinum í Danmark, Fólkatinginum og uttanríkisnevndini.
Svend Aage Chistensen, sum her kanningarleiðari hjá donsku uttanríkisnevndini sigur við Jylands-postin, at tað sum H. C. Hansen segði á Nato-fundinum í 1957 var púra greitt.
? Kendi tú tað, sum lá aftanfyri, so var danski kjarnorkupolitikkurin púra greiður. Í hansara almennu útsøgn var Grønland ikki við, og í tíðini tá H. C. Hansen ráddi fyri borgum var eingin munur á almenna og loyniliga kjarnorkupolitikkinum. Men við tíðini vóru stjórnarlimir tvungnir at úttalað seg á ein síkan hátt, at danski kjarnorkupolitikkurin gjørdist heldur enn ikki gruggutur, sigur Svend Aage Christensen.
Tað var ikki fyrr enn B52 flogfarið var dottið niður, at danir staðfestu, at danski kjarnorkupolitikkurin eisini umfataði Grønland.