Hendir ein stórvanlukka í Føroyum, á sjógvi, landi ella í luftini, so finst í dag eingin verulig og skipað tilbúgving. Kortini finnast tilbúgvingarskipanir kring landið, oftani lokalt og sum eitt samstarv millum ymsar almennar stovnar so sum løgreglu, brunaumsjón, sjúkrahús, V & B, bjargingarfeløgini osfr.
Hesi seinastu árini hevur verið arbeitt rættiliga miðvíst frá fleiri síðum at fáa eina skipaða tilbúgving fyri alt landið. M.a. hava verið venjingar í Vágum í sambandi við flogvanlukkur. Hesar venjingar vóru so mikið avdúkandi - tær vístu so stórar manglar, at tað fyri einum ári síðani varð stig tikið til at fáa skipað arbeiðið við tilbúgving.
Í hesum sambandi er gjørd ein verkætlan. Henda sigur m.a., at øll tey relevantu aðalstýrini taka eina principavgerð um at fáa gjørt eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.
Síðani er ein arbeiðssetningur gjørdur - kommisorium, sum hevur til endamál at fáa eina tilbúgvingarskipan fyri Føroyar við tí setningi at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaðar á persónar, ognir, umhvørvi við óhapp og vanlukkur, herundir eisini krígsførslu ella vanda fyri slíkari.
Tað er Vinnumálastýrið, sum hevur høvuðsábyrgdina, men sum sjálvandi arbeiðir saman við fleiri øðrum stýrum. Í sjálvum stýrisbólkinum eru aðalstjórarnir úr Fiskimálastýrinum, Heilsumálastýrinum, Vinnumálastýrinum og Landfútin. Haraftrat kemur so helst eisini nýggja Oljumálastýrið uppí.
Síðani er ein verkætlanarbólkur, ið stýrir og samskipar arbeiðið. Formaður í bólkinum er Hákun Steingrímsson og skrivari Bogi Eliasen. Í hesum bólki eru eisini umboð fyri Brunaumsjón Landsins, Landssjúkrahúsið og Føroya Landfúta umframt leiðararnir í teimum trimum arbeiðsbólkunum fyri 1. katalysatorbólk, sum fevnir um dand, strond og flogvøll eru Jógvan Jensen, sjúkrahúsv. og Regin Jespersen, løgr. Fyri 2. katalysatorbólk, sum fevnir um skip, ferjur og bátar er Elmar Højgaard, V&B og fyri 3. katalysatorbólk, sum fevnir um frálandavirksemi er Alex Buvik frá Oljumáladeildini.
Undir verkætlanarbólkinum eru so teir mongu áhugabólkarnir, sum aftur eru sjálv kjarnin í øllum hjálpararbeiðinum undir eini vanlukku. (Sí talvu)
Í dag er arbeiðið komið nakað áleiðis. Miðjað verður móti at hava tað heilt liðugt um tvey ár, soleiðis at avvarandi myndugleikar kunnu seta tað í verk. Málsetningarnir fyri teir tríggjar katalysatorbólkarnar eru:
Land, strond og flogvanlukkur
Ætlanin við eini tilbúgving fyri Føroyar er m.a. tøkniliga, við felags arbeiðshátti, mannagongd og fyriskipan og verða til reiðar at fyribyrgja, at eitt óhapp ikki mennir seg til eina vanlukku og at forða fyri ella minka um skaðaárinini av einari vanlukkustøðu. Tilbúgvingin umfatar at bjarga mannalívi, at tryggja, at árinið á umhvørvið verður minst møguligt og at amboð, tól og útbúnaður ikki fer fyri skeyti og at tann fíggjarligi missurin verður minst møguligur.
Havøki
Málsetningurin við eini tilbúgving fyri Føroyar er at skipa soleiðis fyri, at eitt óhapp ikki endar við eini vanlukku. Í hesum sambandi er neyðugt at samskipa arbeiðið við verandi útgerð og vísa á neyðuga nýggja útgerð. Tilbúgvingin skal greitt tilskila, hvør hevur leiðslu (ábyrgd). Tilbúgvingin verður gjørd fyri at bjarga mannalív, at tryggja, at árinini á umhvørvið verða minst møgulig, og at fíggjarlig virði ikki fara fyri skeyti - ella at fíggjarligi missurin verður minst møguligur. Tilbúgvingin verður gjørd við atliti til galdandi lógir, kunngerðir og kongaligar fyriskipanir, og neyðugar broytingar í reglugerðunum.
Frálandavinna
Í sambandi við at oljuídnaðurin skal byrja at bora eftir olju og gassi í føroyskum havøki er neyðugt við eini nationalari tilbúgving. Føroyska tilbúgvingin skal uppá ein munagóðan máta og í samspæli við tann, sum eigur rættindini og operatørin, vera starvsfólki til hjálpar, sum av medisinskum orsøkum, óhappi ella vanlukkuhendingum hava tørv á hjálp. Tilbúgving fevnir um øll tøknilig, operativ og organisatorisk tiltøk, sum forða fyri, at ein vandastøðu gerst til eina vanlukkustøðu, ella sum forðar ella minkar um skaðaárinini av eini veruligari vanlukku. Umrødda tilbúgving fevnir um fólk, umhvørvi og tey fíggjarligu virði, innrættan og skip, sum verða umfatað av oljulóggávuni.
Arbeiða miðvíst
Seinastu dagararnar hevur verið nakað av skriving í bløðunum um tilbúgvingina og hevur niðurstøðan í hesum verið tann, at tað gongur ov seint við at fáa Føroyum eina tilbúgving. M.a. hava umboð fyri útlendsk oljufeløg víst á týdningin, sum ein tilbúgving hevur fyri teirra virksemi.
Sosialurin hitti í vikuni umboð fyri Verkætlanarbólkin, sum hevur fund javnan. Formaðurin í bólkinum, Hákun Steingímsson, viðgongur, at teir hava ikki gjørt nokk fyri at kunna almenningin um arbeiðið, og vilja teir tí fegnir vera meira opnir í framtíðini. Ætlanin er eisini at fara undir at geva eitt blað út, sum verður sent teimum, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til málið.
Hann sigur, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at fáa eina tilbúgvingarætlan upp at standa, men at hetta tíanverri ikki er vorðið loftað nóg væl í landsstýrinum fyrr enn nú. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað eru vónirnar til eina komandi oljuvinnu, sum líkasum hava fingið bikarið til at flóta yvir - fingið veruliga gongd á málið.
Hákun Steingrímsson heldur fyri, tað er ótrúliga umfatandi at gera eina tilbúgvingarætlan fyri eitt heilt land. - Eg ivist í, um man nakra aðrastaðni hevur eina slíka skipan fyri eitt heilt land.
Hann sigur seg annars vera nøgdan við, at arbeiðið nú gongur sum tað eigur og biðjur áhugabólkar kring landið, sum eru vornir ótolnir, um at hava tol. Tí nú hendir nakað. Tað er umleið eitt ár síðani, at farið varð í gongd og eftir ætlanini skal stýrisbólkurin hava sítt arbeiðið liðugt innan eini tvey ár.
Ferðin í teimum ymsu bólkunum er ymisk, alt eftir hvat økið er. Tvs. at uppgávurnar eru sera ymiskar.