Tá farið varð undir arbeiði við Tórsvølli varð sagt, at eitt fór Tórsvøllur at vanta sammett við vøllin á Svangaskarði tá hann var í gerð, og tað var tann ókeypis arbeiðsmegin, sum toftamenn í fyri at vøllurin gjørdist veruleiki á sinni.
Sagt varð, at mótvegis á bygd er ikki vanligt í Havn, at maður fer av húsi at rætta eina hjálpandi hond ókeypis.
Men tíðin hevur víst, at veruleikin er ein heilt annar.
Eitt ótal av fólki fór trúliga oman á Tórsvøll, at arbeiða hvørt eitt einasta kvøld, og enntá uttan at fáa eitt oyra fyri tað.
Vit hava spurt formannin í Grunninum Tórsvølli um hvussu tað kennist at so nógv fólk hava hjálpt til.
? Eg hevði alla tíðina væntað, at tað fór at vera so, sigur Poul Michelsen.
? Felagslívið í Havn var soleiðis fyrr, og vit hava við hesum víst, at tað er soleiðis enn, at tá tørvur er á tí, so eru fólk altíð fús at rætta eina hjálpandi hond. Hygg at fótbóltsfeløgunum, hondbóltsfeløgunum og badmintonfelagnum, tey høvdu ikki verið tað tey eru uttan alt tað ókeypis arbeiði, sum fólk gera uttan at fáa løn, sigur Poul Michelsen.
Hann leggur afturat, at tað var ikki bara fólk, sum hevði tilknýtið til fótbóltsfeløgini, sum hjálpti.
? Har kom alt, sum hevði áhuga fyri vøllinum, og tað hevur verið ein ótrúliga stór gleði fyri okkum í grunninum at síggja at so stórur áhugi var fyri vøllinum.
Poul Michelsen er eisini nøgdur við uppmøtingina til fyrsta dystin.
? Har vóru um 4.000 fólk, og tað høvdu óivað verið fleiri um veðrið var betri tann dagin. Men vit mugu eisini hava í huga, at talan var um ein »frítíðardyst«, og tí er avmarkað hvussu stórur áhugi er uttan fyri Havnina.