Sleppur ikki langt uttan útbúgving

Kappingin millum ungfólk um fáa tey bestu størvini á arbeiðsmarknaðinum harðnar alsamt. Arbeiðsgevarar seta størri og størri krøv, og skalt tú hava møguleika fyri at fáa eitt líkinda arbeiði, so skalt tú helst hava onkra hægri útbúgving

Vit skulu ikki leita so langt aftur í tíðini, so var tað ikki so torført hjá einum ungum drongi ella einari ungari gentu, sum júst vóru liðug við 10. flokk at fáa eitt arbeiði. Ymiskt var, hvat fyri størv ung fingu, men tað kundi fevna um eitt nú sjómann, arbeiðsmaður, handilsfólk ella skrivstovufólk. Hevði tú so eisini fingið tær eina miðnámsútbúgving, so kundi tú næstan velja og vraka millum størvini. Henda støða er ikki galdandi longur, og tað má vera ógvuliga sjáldsamt, at ein næmingur, sum í dag kemur út úr 10. flokki, fær starv í einum handli ella á einari skrivstovu.

Til eitt slíkt skrivstovustarv, sum eitt ungfólk, ið júst var liðugt við fólkaskúlan, fekk fyri einum 10 - 15 árum síðani, krevst í dag allarhelst Hægri Handilsskúli ella onkur enn hægri útbúgving. Hetta vísir seg at vera eitt afturvendandi fyribrigdi, at tað vera sett størri og størri krøv til teirra, sum søkja um eitt ávíst starv.


Samfelagið í dag

Um man fyri einum tíggju árum síðani fekk sína studentahúgvu, ella onkra aðra húgvu, so var tað vanligt, at fólk ynsktu einum tilukku og spurdu, hvat fyri arbeiði, ið man ætlaði sær at fáa. Í dag er tað so, at ert tú ein nýklakt pisa, so ynskja fólk tær tilukku við húgvuni, og síðani spyrja tey, hvat tú so ætlar at lesa til. Ein stórur partur av fólkinum tekur tað sum eina sjálvfylgju, at man fer at lesa víðari, tá ið man er liðugur við eina miðnámsútbúgving - ger man ikki tað, so ert tú ein tapari.

Hetta er ov galið, tí tað kann ikki vera rætt, at tey, sum gerast liðug við eina miðnámsútbúgving, skulu kenna tað sum eitt krav, at tey skulu fara undir víðari lestur, tá ið tey eru liðug í Hoydølum, á Kambsdali, ella hvar tað nú skal vera.

Rættast er sjálvsagt, at um ein hevur hug til at fara undir víðari lestur, so skal tað eisini vera møguleiki fyri hesum.


Hvat fyri útbúgving

Tá ið tú hevur avgjørt, at tú fert undir hægri lestur, rennur tú teg inn í ein annan trupulleika. Tá skal avgerast, hvørja útbúgving tú vilt fara undir. Eisini her kanst tú fáa nógvar viðmerkingar, tí nógv fólk halda ógvuliga lítið um ymsar útbúgvingar. Til dømis hevur tað leingi verið so, at fólk hava sett eina pedagog-útbúgving ógvuliga lágt, hóast hetta er ein strævin og krevjandi útbúgving. Eisini er vert at hava í huga, hvussu stóra ávirkan pedagogar koma at hava á okkara komandi ættarlið. Tíbetur er tað so, at henda útbúgving fær meiri og meiri virðing millum manna, so hvørt sum fólk fáa eyguni upp fyri týdningin av hesi útbúgving.

Fleiri slík dømi eru, men rúm er ikki fyri at nevna fleiri her. At nútíðarsamfelagið setir stór krøv til tann einstaka, er bæði gott og ringt, men tað kann ikki vera rætt, at ungfólk skulu kenna seg noydd til at fara undir hægri lestur.