TAÐ er nú nakað síðani, at farið varð undir at seta út í kortið og samskipa eina veruliga tilbúgvingarskipan. Og í tí sambandinum hava verið fleiri ?royndarvanlukkur?, til tess at vita, hvussu føroyska samfelagið sum heild er fyrireikað uppá eina størri vanlukku, antin talan er um óhapp á landi, í luftini ella á sjógvi.
NÚ ein komandi frálandavinna bankar á dyrnar verður hesin spurningur enn meira aktuellur. Tað er m.a. eitt krav frá hesi nýggju vinnu, at samfelagið hon skal virka í, hevur eina fyrsta floks tilbúgving. Tað er eisini so, at feløgini, ið arbeiða í oljuvinnuni sjálvi hava sínar tilbúgvingarskipanir og annars eru við í tí almennu tilbúgvingini.
TAÐ hava verið umboð fyri heilsuverkið og løgregluna, sum líkasum hava staðið fyri tilbúgvingarskipani, men síðani Vinnumálastýrið varð sett á stovn, er henda uppgávan vorðin ein partur av tess arbeiðssetningi. Áhugavert kundi tí verið at frætt, hvussu langt arbeiðið við eini tilbúgvingarskipan fyri Føroyar og eisini havøkini kring Føroyar er komið.
EIN av oddamonnunum í einum av oljusamtøkunum, sum arbeiðir við Føroyar, segði við blaðið í farnu viku, at spurningurin um tilbúgving eigur at fáa fyrsta prioritet, og legði hann líkasum upp til føroysku myndugleikarnar at koma við einum útspæli, hvar hetta málið liggur og annars um at arbeiða meira miðvíst við tí. Skulu altjóða feløg gera íløgur í føroyskum øki, so meta tey tilbúgvingina sum alfa og omega.
SPURNINGURIN um tilbúgving er eisini nær tengdur at trygdini. Og tí eigur eisini trygdin í eini komandi frálandavinnu at standa ovarliga hjá føroyskum myndug-leikum. Og her mugu vit føroyingar síggja til, at vit draga eina línu og ikki loyva lokalpolitikki at seta kílar í. Her hugsa vit ma. um trygdarmiðstøðina, sum semja enn ikki eru um, hvar hon skal vera.