t Centre er svenska Lillemor Jernquist, ið er fysioterapeutur og doktari í sálarfrøði. Hon kemur til Føroya í næstu viku á kunnandi vitjan. Lítið og einki í Føroyum Uttan mun til, um talan er um 0-7 ára [...] hesa viðgerðina í Føroyum, og er hon her, fáa børnini meiri burturúr. Vit vóna veruliga, at myndugleikarnir eru sinnaðir at brúka Sernámsdepilin. Í ongamannalandi Eitt er at stríðast fyri at fáa betri [...] num antin tað er at fara túr, eta, klæða tey, ella at handfara tey á annan hátt, verða gjørd við venjing fyri eyga. - Ikki fyrr enn tú fært vegleiðing og innlit í, hvussu gagnligt tað er at draga børnini
r. Eingin ivi er um, at vit eiga at seta av ta orku, sum er neyðug fyri at umsita í hvussu er tann partin av havumhvørvinum, sum hevur við eina komandi oljuvinnu at gera, tí umráðandi er, at henda nýggja [...] forða fyri, at vit fara undir at kanna, hvørt hetta er rætta havumhvørvislógin til okkara viðurskifti ? tí uppskotið er rættiliga merkt av, at talan er um eina tillagaða danska lóg. Hann vísti eisini á, [...] vit krevja av feløgunum og hvat vit vilja loyva teimum. Her kemur tað inn í myndina, at oljulógin bara er karmur um komandi oljuvirksemið - hon er ikki ein umhvørvislóg sum so. Hon hevur t.d. onga heimild
okkara við Danmark. Síðani seinast er uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg komið afturat, og eftir nýggju kanningini, so er tað her størsta undirtøkan er at finna. Seinasta skotið á stammuni [...] javnaðarveljararnar er eisini fallandi undirtøka. Seinast vóru 36,9 prosent fyri og 48,6 ímóti. Hesaferð eru tølini 12,9 prosent fyri og heili 76,9 prosent ímóti fullveldisuppskotinum. Tað er tó enn ein greiður [...] Nýggja veljarakanningin staðfestir, at meirilutin, sum var fyri fullveldinum, ikki er til longur. Eftir valið seinast var skipað samgonga, sum hevur sum fremsta mál at fáa Føroyum fullveldið. Ein velj
hesum orðunum er ein myndugleiki, sum eingin og einki kann reka burtur. Hetta lyfti stendur um allar ævir. Her er veruliga talan um, at eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður! Tað er hirðans rødd [...] kærleika, fyrigeving og lív. Tað er neyvan nakað, sum er so lívsjáttandi sum tað hirðamyndin ber í sær. Og tað mest talandi við myndini er, at hon vísir á, at her er tað ein, sum vil leiða og stýra, og [...] lív sítt til fyri seyðirnar. Hetta er tað fyrsta, vit kunnu hugsa um eina løtu. Tað, Jesus vil siga okkum er, at hann er og verður tann einasti hirðin, vit hava her í lívinum, og sum vit kunnu seta álit
hjálpa? Samkensla, er tað sama sum ring samvitska..? ? Nei, tað er hvør sítt. Men, royna vit at káva útyvir samkensluna, kann hon koma undan aftur sum ring samvitska. Somikið grundleggjandi er hon, sigur Rói [...] Patursson verður spurdur, um tað er munurin á monnum og mentanum, ið skapar kreppur og ósemjur, ið elva til kríggj, er heimsspekingurin avgjørdur í svari sínum. ? Tað er ikki kríggj sumstaðni, tí tey fólkini [...] sjálvan er, um eg sjálvur eri vorðin ein av teimum, sum góðtekur yvirvald, sigur Rói, og hvørvur eini 30 ár aftur í tíðina. ? Tað er so stutt síðan, eg var ungur og mótmælti Vjetnamkrígnum. Er hetta sama
Tónleikurin er rockur, soleiðis at skilja, at har eru guitarar og trummur, sum halda gang. Men tað er eisini poppur, soleiðis at skilja at løgini eru ofta løtt og popput, tónin er sorgleysur, songrøddin er yndislig [...] tey havt eitt kjak um, hvat ein dómur í eini kapping er verdur, og tað er ikki vist, at hann er nakað verdur. Heldur ikki fyri (glorybox), men hvussu er og ikki, so svingar tað hjá teimum. Ella groovar, sum [...] til gospelfestivalin í Norðurlandahúsinum, men av tí at tann eini av teimum er føroyingur og ikki nóg ofta fær høvi at vitja her, ynskja tey at steðga longri. Tey ætla at síggja eitt sindur av Føroyum og
Føroya fólk, er hægsti myndugleiki í Føroyum?. Ein greiðari definitión av fullveldi er ikki til. Og tað eru altso stevnumiðini hjá Javnaðarflokkinum, vit tosa um. Fullveldi undir danskari lóg? Tað er ógvuliga [...] ógvuliga trupult at finna útav, hvat problemið hjá Javnaðarflokkinum er. Stevnumiðini siga so púra krystallklárt, at er málið hjá flokkinum er fullveldi. Og tað merkir, at sitandi samgonga arbeiðir av fullari [...] politikki er stuttligt hava undirtøku. Framgongd í veljarakanningum. Popularitet. Men Jóannes Eidesgaard tykist gloyma, at ein popularitetur, sum er vunnin við at geva fólki órealistiskar vónir, er vandamikil
mátar, og ein er, at ein stórur partur av føroyingum tekur undir við, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða munandi broytt. Her eru tó aftur fleiri mátar at lesa kanningina uppá. Tað er heilt frá [...] fyri fullveldinum, og hetta er kanska heldur ikki so løgið, tá hvørki løgmaður ella tingmenn higartil hava gjørt nakað fyri at sannføra sínar veljarar um, at fullveldisgongdin er tann rætta. Hetta síggja [...] um, at hann í veruleikanum bert gongur hálvhjartaður inn fyri tí - ella í hvussu so er hevur sín stóra iva. Og tað er hesin ivi , sum nú kemur til sjóndar í flokki løgmans.
ítróttarvedding um internetið. Tað er vinnufelagið C-Tech úr Eysturoynni, sum bjóðar føroyingum ? og øllum øðrum ? eina veddingarskipan, teir nevna greenbet.com. Stigtakari er Jógvan Páll í Bartalsstovu, sum [...] marknaðinum. Tað er ein av stigtakarunum og stjórin í fyritøkuni, Jógvan Páll í Bartalsstovu, sum sjálvur tekur sær av at seta odds á teir ymisku dystirnar. Hann sigur, at tað fyrst og fremst er brennandi áhugin [...] hava vunnið nakað. Lætt at vera við Tað er sera lætt at vedda á greenbet.com. Tú stovnar eina konto hjá veddingarfyritøkuni, antin við at brúka kredittkort, sum er tað mest vanliga í dag, ella við at gera
fullveldi, men vit kunnu eisini rópa tað eitt sjálvstøðugt land, um tað bert er sjálvt orðið, sum er trupulleikin. Niðurstøðan er, at onki er gjørt av um hvussu endaliga úrslitið skal síggja út. Einki endaliga [...] hjá landsstýrinum er liðugt, verður semjan sjálvandi funnin. Sum nú er, verður alt bert vavt upp í ein ellibita. Ikki nakað ?tjóðveldisprosjekt? Høgni Hoydal heldur annars, at tað er neyðugt at endurtaka [...] eitt samríki, ein felagsskap, eina unión ella nakað heilt annað er als onki avgjørt um. Tí er onki læst fast, og sum eg dugi at síggja, so er hetta eisini tað, sum javnaðarflokkurin ynskir. Um vit skulu minka