(glorybox) í Føroyum Glory, glory, glory

(glorybox) er ein ein sokallaður noizz-poppbólkur í keypmannahavn. Navnið hava tey frá einum Portishead sangi, men tey skriva tað við lítlum í parantes. (glorybox.) Síðani tey fóru at spæla tónleik saman fyri tveimum árum síðan ella meira enn tað, hava tey spælt rættuliga nógvar konsertir nógvastaðni í Danmark og runt um í Evropa. Ein fløga liggur klár til útgávu, men dato er onki funnið enn.

1. mei koma tey til Føroya at spæla í Havn og í Gøtu og kanska onkra aðrastaðni. Tey steðga meira enn eina viku, so tíð verður helst til nakrar konsertir. Ørindini eru í grundini at spæla til gospelfestivalin í Norðurlandahúsinum, men av tí at tann eini av teimum er føroyingur og ikki nóg ofta fær høvi at vitja her, ynskja tey at steðga longri. Tey ætla at síggja eitt sindur av Føroyum og eitt sindur av føroyingum og at hoyra eitt sindur av tónleiki, og tey hava longu verið spent leingi.

(glorybox) eru fýra fólk. Jan Johansen úr Føroyum spælir guitar, Jan-Erik úr Norra spælir bass, Joel frá Chicago spælir trummur, og Sarah Hepburn úr Chicago spælir guitar og syngur.

Tónleikurin er rockur, soleiðis at skilja, at har eru guitarar og trummur, sum halda gang. Men tað er eisini poppur, soleiðis at skilja at løgini eru ofta løtt og popput, tónin er sorgleysur, songrøddin er yndislig. Tað kallast noizz-pop. Helst tí at tað er poppur og gangur. Larmipoppur. Ein samanrenning av Garbage, Portishead, Cardigans, Depeche Mode, Sonic Youth, Morella?s Forest o.ø. Uttan at ljóða rættiliga sum nakað av hasum. Føroyingum dámar væl Clickhaze, Visible Fish osfr., so tey eru nógv, sum áttu at verið glað fyri at hoyrt (glorybox).

(glorybox) hava spælt fyri nógvum fólki, og so við og við eru tey vorðin ein av teimum hálvkendu bólkunum í Danmark. Tað vil siga, at nógv hava hoyrt og dámt tey, og pressan og tónleikaheimurin veit, hvørji tey eru, og respektin er ikki lítil. (glorybox) hava nevniliga dugað tað, sum so ofta miseydnast: at vera síni egnu list trúgv og soleiðis gera sjálvstøðugan og dynamiskan tónleik.

Í danska Prix-Føroyar, sum eitur »DM i Rock,« vóru tey í semifinaluni. Júst nú hava tey havt eitt kjak um, hvat ein dómur í eini kapping er verdur, og tað er ikki vist, at hann er nakað verdur. Heldur ikki fyri (glorybox), men hvussu er og ikki, so svingar tað hjá teimum. Ella groovar, sum tað eitur.

Og nú koma tey til Føroya.