Hin góði hirðin

Evangeliið 2.s.e.páskir: ?Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar.

Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar.

Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgið, ein hirði. ? Jóhs.10,11-16.

Tað man uttan iva vera felags eyðkenni fyri menniskja, at tað letir seg stýra ella sjálvt vil stýra. Tað er ivaleyst uttan undantak hvør tú ert, hvar ella hvussu tú býrt í heiminum.

Frá barni av verða vit leidd og í ávísan mun eisini stýrd av teimum, sum vóru undan okkum. Hvussu leingi henda stýringin vardi, var kanska ymiskt á lívsleið okkara, men eitt er vist, tað hekk og tað hongur altíð okkurt eftir í vitsku okkara, líka mikið hvussu lívsleiðin annars myndaði seg fyri okkum.

Viðhvørt verður tikið til: ?Sig mær hvønn tú ferðast ímillum, so skal eg siga tær hvør tú ert.?

At vit málbera okkum soleiðis, hevur nakað at gera við tað umhvørvið, hugsunarháttin og liviháttin, vit eru merkt av í andaligum og tímiligum viðurskiftum. Og tað er einki yvir at dylja, at hann ella hon ella tey, sum standa okkum næst hava stóra ávrikan á okkum saman við miljønum ella kringumstøðunum.

Hetta at verða leiddur ávirkar okkum bæði andaliga og likamliga. Vit vilja líkasum hava ávirkan á hesi viðurskiftini, og partvís hava vit eisini tað. Men tað eru umstøður, har vit onga ávirkan hava.

Tá ið ymiskt legst á lívsleið okkara, sum vit ikki duga at siga frá ella okkurt hendi við einum av okkara kæru, sum broytti lív okkara, ja, tá standa vit mangan spyrjandi og vita ikki at siga, hvussu hetta kundi bera til. Vit spyrja og siga: hví?

Tá ið hesin spurningurin er settur røra vit við sjálvt grundarlagið undir tilveru okkara.

Og her stingur so spurningurin seg upp, hvat tað er fyri eitt grundarlag vit byggja lív okkara á, og sum vit vilja skal leiða okkum gjøgnum alt, sum møtir okkum á lívsvegnum.

Gjøgnum tíðirnar hava tað verið mong tilboð ella mangir møguleikar, sum menniskjað hevur kunnað valt.

Evangeliið í dag er tann góði gamli boðskapurin um Jesus Kristus, frelsara okkara, sum í tekstinum kallar seg: Hin góði hirðin!

Hirðamyndin er ein kend, vøkur og talandi mynd. Í hesi myndini hóma vit umsorgan, hita, kærleika, fyrigeving og lív. Tað er neyvan nakað, sum er so lívsjáttandi sum tað hirðamyndin ber í sær.

Og tað mest talandi við myndini er, at hon vísir á, at her er tað ein, sum vil leiða og stýra, og ikki sum leigusveinurin, sum vil villleiða og forstýra!

Hirðin og leigusveinurin er eisini dømi um tað, sum gott er og um tað ringa. Um tað, sum byggir upp, og um tað, sum brýtir niður. Um gleðina og fyrigevingina. Um syndina og um náðina. Um lív og sælu, og um frelsu og um glatan.

Jesus trínir fram í dag og sigur: ?Eg eri!? Hann talar við myndugleika og við fastleika. Ja, vit kunnu bera saman orðini hjá Jesusi við tað, sum profetarnir í gomlu pakt søgdu - eisini við myndugleika og fastleika - tá ið teir tóku til: ?So sigur Harrin!?

Tá ið Jesus stígur fram og sigur: ?Eg eri!? so hava orðini fult virði. ?Eg eri ljós heimsins, Eg eri hitt sanna breyðið, Eg eri hin góði hirðin.?

Soleiðis!

Hetta er Jesus, hin góði hirðin. Hann hevur nakað at geva okkum, ?... á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg...? sum sálmaskaldið syngur fyri okkum.

Jesus sigur: Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.

Hetta er tað fyrsta, vit kunnu hugsa um eina løtu.

Tað, Jesus vil siga okkum er, at hann er og verður tann einasti hirðin, vit hava her í lívinum, og sum vit kunnu seta álit okkara á.

Jesus sigur : ?eg eri.?

Í hesum orðunum er ein myndugleiki, sum eingin og einki kann reka burtur. Hetta lyfti stendur um allar ævir. Her er veruliga talan um, at eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður!

Tað er hirðans rødd, sum talar við mildleika og fastleika og vil, at vit skulu vera eitt fylgi, og ein hirði.

Og sjálvt um vit tosa um ein hirða, sum er Jesus, so vita vit, at mangir eru hirðarnir, sum í dag eru uppi á døgum, og sum eisini hava sítt egna fylgi.

Og mong eru tey, sum gjøgnum søguna hava virkað sum hirðar ella fegin vildu vera hirðar, har bæði hirði og seyður endaðu sum villir vargar.

Bæði á politiska, samfelagsliga og trúarliga økinum hava sokallaðir hirðar stungið seg upp, sum ikki hava spart nøkrum, men íðiliga hava tænt sær sjálvum og áhugamálum sínum og ikki hugsa so nógv um tað fylgið, sum var teirra.

Í øðrum lagi talar Jesus í evangeliinum til okkara í dag og sigur: ?Eg kenni mínar, og mínir kenna meg.?

Her ljóðar aftur lyfti til okkara, at tann, sum í trúgv heldur seg til Jesus, tann kennir Jesus eisini, og Jesus viðurkennir ella góðkennir hann eisini sum sítt barn.

Í Ísraelslandi er vanligt, at hirðin gongur undan seyðafylginum. ?Harrin er hirði mín, tí kenni eg ongan sakn, og tað er hann, sum letur meg liggja á grasgóðum fløtum, og tað er hann, sum leiðir meg til hvíldaráir, soleiðis sum Dávid kongur syngur um hirðan.

Jesus talar til okkara og sigur: ?Eg kenni mínar?.

Tað var tann tíð, tá ið vit menniskju, í syndum og misgerðum okkara ikki kendu Guð. Men í kærleika og miskunn síni móti okkum hevur Guð gjørt Jesus og hansara frelsu-gerð kenda í hjørtum okkara.

Vit eru tí undir somu lyftisorðum, sum Paulus ápostul sigur í brævi sínum til Galatar:

?Men ta tíðina, tá ið tit ikki kendu Guð, trælaðu tit undir teimum gudum, sum í roynd og veru ikki eru guðar. Men nú, tá ið tit kenna Guð, og tað, sum meir er, eru kendir av honum, hvussu kunnu tit tá venda við aftur til hin veika og fátæka barnalærdómin, sum tit aftur av nýggjum vilja fara at træla undir??

So var tað eitt tíðarskeið, tá ið vit ikki kendu Guð, og trælaðu undir guðum, sum í roynd og veru ikki eru guðar.

Hjá summum menniskjum er hetta tíðarskeiðið enn at finna. Eisini í okkara landi, neyvan tí, at tey ikki hava hoyrt um Jesus, men heldur tí, at tey vildu leiðast av øðrum hirðum!

Og hetta leiðir okkum til tað triðja í dagsins teksti. Tað eru orðini, sum ljóðaðu í evangeliinum, har Jesus sigur: ?Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, tí tað skal vera eitt seyðafylgið og ein hirði.

So eru tað nakrir seyðir, sum eru vilstir ella farnir av haga. Og hvør kennir ikki til tað at villast? Eisini, tá ið tað hevur við okkara viðurskifti við Guð og Jesus at gera?

Tá ið tað er talan um at villast ella vera farin av haga, so kunnu vit hugsa um tveir bólkar av menniskjum: tann fyrri, har menniskju sannførd siga seg ikki kunna ella vilja trúgva á Jesus.

Hin seinni bólkurin er, har menniskju kenna seg vilst - eru farin av haga, eru vilst, men fegin vilja koma aftur í seyðafylgið, men finna ikki, men bíða eftir hjálp. Ja, hava enn ikki hoyrt kærleiksfullu røddina hjá hirðanum.

Evangeliið í dag sigur okkum, at Guðs kærleiki til okkara er at líkna við hirðan, sum fer frá teimum 99 fyri at leita eftir tí eina, sum vilti seg burtur.

Men teir 99 eru ikki gloymdir, og teir eiga ikki heldur at gloyma at taka sær av hvørjum øðrum. Men tá ið tann eini verður funnin, ja, so gleðast allir hinir 99 um tann, sum nú aftur er komin í fylgið.

Vit menniskju vóru øll vilst sum seyðir, men í trúnni á Jesus Kristus hava vit vent við, og kunnu eisini í dag venda við til hirðan og tilsjónarmannin fyri sálum okkara, Jesus Kristus, frelsarmann okkara.

Jesus sigur: ?Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg....?

Tað, sum ræður um í lívi okkara, er at kenna hin góða hirðan, Jesus Kristus.

At kenna hirðans rødd er, tá ið vit eru undir orðinum: tað veri seg heima við hús í lestri og bøn ella sum evangeliið, tann gleðiligi boðskapurin, ljóðar hesa løtuna, her í Harrans húsi: Í orðinum, lovsanginum og í bønini. Ja, at hoyra hirðans reyst, hirðans rødd.

Hoyra vit hirðans rødd, so vellir tøkkin eisini fram í lívi okkara. Vit fegnast um, at her er ein, sum vit kunnu kenna okkum trygg saman við.

Tað er eisini hesin sami tryggleikin, sum er at hoyra í sanginum, sum børnini plaga at syngja:


Tætt hjá mær har gongur Jesus,/ altíð vil hann verða nær,/ mær nýtist ongantíð at óttast, / tí eg veit, hann fylgir mær./ Hann, sum er mín góði hirði, / heldur míni veiku hond,/ tekur á seg mína byrðu,/ leiðir meg at himnastrond.


Tað eru tveir persónar, sum stíga fram í dagsins teksti og hava hvør sína rødd: hin góði hirðin og leigusveinurin. Hin góði hirðin kennir sína ábyrgd, men leigusveinurin rennur undan, tá ið á stendur!

Hin góði hirðin setur lív sítt til fyri seyðirnar. Leigusveinurin rýmir, tá ið hann sær úlvin koma, tí hann leggur einki í seyðirnar.

Í fjallaprædikuni sigur Jesus: ?Varið tykkum fyri svika-profetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. Av fruktum teirra skulu tit kenna teir.?

Sum einstaklingar, fólk og tjóð er tað soleiðis, at gjøgnum lívið møta vit nógvum hirðum og leigusveinum.

Boðskapin um hin góða hirðan hava vit hoyrt gjøgnum øldirnar, men spurningurin er, um vit ikki í alt ov mongum lutum eru at líkna við leigusveinin í dagliga lívi okkara.

Tí har menniskju bara hugsa um at sæta sær og sínum, har er boðskapurin um hin góða hirðan ikki vorðin til veruleika - har er framvegis myrkur og kuldi.

Og tað tikist at vera tørført hjá menniskjum at skilja millum røddina hjá hirðanum og leigu-sveininum. Ei undur í, tí røddirnar, sum ljóða í dag eru mangar í tali, mjúkar og søtar, lokkandi og dragandi.

Tað eru jú so mong sum kalla á okkum, ja, sum vilja vera hirðar okkara. Í álvara og gaman, andaliga og tímiliga.

Ein yrkjari tekur soleiðis til: ?Tú hoyrir tær dárandi røddir,/ ið lova tær glitur og gleim,/ men eingin ber ljós yvir vegin/ sum hann, ið bar kærleik í heim.?

Og tað er júst hin góði hirðin, Jesus Kristus, frelsari okkara, ?sum bar kærleik í heim?. Hirðans rødd ber ljós yvir vegin, har vit eru stødd á lívsleið okkara.

Ja, í øllum lívsins viðurskiftum leiðir hin góði hirðin okkum: í líðing og sjúku, í sorg og gleði. Hirðans rødd talar við mildleika og við myndugleika um Guðs kærleika og náði.

Hin góði hirðin hevur umsorgan fyri seyði sínum í lívi og í deyða.

Eisini teimum, sum undan okkum eru farin, og í trúgv á upprisna frelsara, løgdu eyguni saman í Jesu navni, hevur hin góði hirðin lovað at hava umsorgan fyri, til vit øll síggjast aftur ein dag.

Tað er eisini í hesi vón, at vit seta álit okkara til hin góða hirðan, Jesus Kristus, og Guð Faðir skapara okkara og biðja um,

?at Gud má geva okkum øllum tað landið at ná,/ har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,/ tá HIRÐIN sítt fylgi/ úr mold og úr bylgju/ skal savna, hvar sorgin um ævir er av,/tí deyður er deyðin, og horvið er hav!

Og tí kunnu vit eisini av hjarta takka Guði til seinast í gudstænastuni í dag, har hin góði hirðin savnaði okkum í hetta heldið, sum kirkja okkara er, har hann eisini í dag hevur lívgað okkum við orði sínum, og kunnu vit tí av hjarta siga: ?O, sælasta stund - ei finst líki,/ Guðs sonur, hann livir í dag!/

AMEN.


Uni Næs, sóknarprestur, Vestmanna