NÚ er so aftur gjørd ein veljarakanning, har serligur dentur verður lagdur á spurningin um framtíðar viðurskifti okkara við Danmark. Tað eru ikki so nógvir mánaðir síðani, at ein líknandi veljarakapping varð gjørd, tó vóru spurningarnir hesaferð fleiri og øðrvísi. M.a. vóru fleiri valmøguleikar, tá tað snýr seg um framtíðar støðu Føroya. Meðan tann fyrra kanningin vísti meiriluta fyri fullveldisætlanunum hjá samgonguni, so gevur henda kanningin eitt úrslit, sum vísir, at minni enn helvtin av teimum spurdu tekur undir við fullveldinum. Um somu tíð vísir tað seg, at nógv av teimum spurdu taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg. Tú kanst tó lesa kanningarúrslitini uppá fleiri mátar, og ein er, at ein stórur partur av føroyingum tekur undir við, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða munandi broytt. Her eru tó aftur fleiri mátar at lesa kanningina uppá. Tað er heilt frá teimum mongu sambandsveljarunum, sum halda, at broytingarnar eiga at røkka longur enn til Heimastýrislógina - til teir mongu tjóðveldisveljarar, ið bara síggja fullveldið sum einasta rætta útspælið. Hvussu vit enn lesa hesa kanning og hvat vit enn leggja í hana, so stendur eitt púra greitt, og tað er, at føroyingar í størri mun vilja vera sjálvbjargnir og taka ábyrgd av sær sjálvum. Ivin og ósemjan snúgva seg um, hvussu hetta verður gjørt og nær.
TAÐ var sera áhugavert at hoyra løgmann gera viðmerkingar í útvarpinum. Hann endurtók júst tað, sum hann segði við Sosialin herfyri, nevniliga hetta, at vit eiga ikki at forhasta okkum við úttalilsum men bíða eftir útgreiningararbeiðinum, sum verður gjørt og sum skal koma út í eini Hvítbók, ið so aftur skal liggja til grund fyri komandi stórorðaskiftinum um framtíð Føroya og hvussu og hvat vit skulu samráða okkum til við Danmark. Tað var ein vanlukka fyri bæði hesa søk og aðrar, at stóru flokkarnir heldur valdu at taka Sjálvstýrisflokkin við og harvið útiloka hinum stóra flokkinum Javnaðarflokkinum. Tíðin fer at vísa, at bert ein semja millum hesar flokkar kann rudda slóð fyri eini skilagóðari og brúkligari loysn í eitt nú tjóðskaparmálinum. Hóast tjóðveldismenn harta javnaðarflokkin fyri at vera veruliga forðingin í fullveldismálinum, so er rætta adressan kanska heldur teirra egni samstarvsflokkur, Fólkaflokkurin. Tí veljarakanningin gevur eina greiða ábending um, at nógvir fólkafloksveljarar eru als ikki so heitir fyri fullveldinum, og hetta er kanska heldur ikki so løgið, tá hvørki løgmaður ella tingmenn higartil hava gjørt nakað fyri at sannføra sínar veljarar um, at fullveldisgongdin er tann rætta. Hetta síggja vit nú aftur í veljarakanningini. Og tá løgmaður helst ikki vil úttala seg um fullveldið og bara vísir til komandi kanningar, so kann tað møguliga vera prógv um, at hann í veruleikanum bert gongur hálvhjartaður inn fyri tí - ella í hvussu so er hevur sín stóra iva. Og tað er hesin ivi , sum nú kemur til sjóndar í flokki løgmans.