-Vit mugu sleppa fordómunum

-Eg eri púra samdur við Thomasi Arabo í tí, at neyðugt er at finna eina breiða semju í sjálvstýrisspurninginum millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, og eftir mínum tykki eisini Sjálvstýrisflokkin. Hetta var eisini okkara boð uppá eina samgongu eftir valið í fjør. Tíverri eydnaðist hetta ikki, og tað nyttar lítið at lasta hvørjum øðrum fyri tað. Høgni Hoydal leggur tó dent á, at henda semja eigur ikki bert at fevna um sjálvstýrisspurningin. Hon eigur eisini at fevna um breiðar og varðandi loysnir á almannaøkinum, vinnulívspolitiska økinum, skúla- og mentanarøkinum, í kommunumálum, oljumálum o.s.fr.

Jan Müller


Í vikuni hevði Sosialurin samrøðu við nýggja formannin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Tummas Arabo. Hann metti einastu gongda leið á sjálvstýrisøkinum vera eitt tætt samstarv millum teir tríggjar størstu flokkarnar, Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Vit hava biðið Høgna Hoydal, landsstýrismann um eina viðmerking til úttalilsini hjá Tummas Arabo.


Fegnast

Høgni Hoydal sigur seg fegnast um, at Thomas Arabo vísir ein vilja til at koma úr skotgrøvunum í føroyskum politikki, og hesum vil Tjóðveldisflokkurin til eina og hvørja tíð stuðla.

-Eg eri púra samdur við Thomasi Arabo í tí, at neyðugt er at finna eina breiða semju í sjálvstýrisspurninginum millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, og eftir

mínum tykki eisini Sjálvstýrisflokkin. Hetta var jú sum kunnugt eisini okkara boð uppá eina samgongu eftir valið í fjør. Tíverri eydnaðist hetta ikki, og tað nyttar lítið at lasta hvørjum øðrum fyri tað.

Høgni Hoydal leggur tó í sama viðfangi dent á, at henda semja eigur ikki bert at fevna um sjálvstýrisspurningin. Hon eigur eisini at fevna um breiðar og varðandi loysnir á almannaøkinum, vinnulívspolitiska økinum, skúla- og mentanarøkinum, í kommunumálum, oljumálum o.s.fr.

Landsstýrismaðuri sigur seg somuleiðis vera púra samdan við Thomas Arabo um, at sjálvstýrisspurningurin tekur ov nógva orku frá øðrum málum. Tað fer hann at gera, til vit hava funnið eina varðandi loysn.

-Tí ein ørgrynna av stórmálum skulu loysast til tess at skapa eitt trygt vælferðarsamfelag í Føroyum, sum hvílir á egnum beinum. Sjálvstýrisspurningurin snýr seg bert um innan hvønn karm vit skulu byggja okkara samfelag upp aftur, og hvussu vit skulu fara inn í komandi øld. Skal tað vera í eini skipan, har vit hava greiðar linjur og greitt ábyrgdarbýti millum Føroyar og Danmark, ella skal tað framhaldandi vera í eini fløktari skipan, har ongin fastur karmur er lagdur og ábyrgdin flýtur spyr landsstýrismaðurin!


Lætt at koma til semju

Eftir hansara tykki er semjan ikki torfør at finna. Hon krevur bert, at vit gevast við at seta hvønn annan í bás og at skjóta hvørjum øðrum ræðumyndir í skógvarnar. At vit gevast við at hefta eitt spjaldur á allar royndir at skapa nakað nýtt og skíra tað "borgarligt" ella "militant" o.s.fr. Líka so lítið sum Tjóðveldisflokkurin eigur at taka patent uppá sjálvsstýri, líka so lítið eigur Javnað-arflokkurin at taka patent uppá tað samhaldsfasta. Tað er jú púra burturvið at leita eftir hesum ósemjum leggur Høgni Hoydal aftrat og heldur fram:

-Thomas Arabo veit, at áhaldandi royndir hava verið gjørdar at finna eina semju við Javnaðarflokkin í sjálvstýrisspurninginum. Hví tað ikki hevur eydnast, finst ongin góð orsøk til. Men eg eri sannførdur um, at tá fyrireikingararbeiðið hjá landsstýrinum er liðugt, verður semjan sjálvandi funnin. Sum nú er, verður alt bert vavt upp í ein ellibita.


Ikki nakað ?tjóðveldisprosjekt?

Høgni Hoydal heldur annars, at tað er neyðugt at endurtaka, at ætlaninar hjá samgonguni eru ikki nakað "tjóðveldisprosjekt", har tað bert finst ein loysn.

-Tað, sum samgongan hevur sett sær fyri, og sum ein meiriluti á løgtingi hevur samtykt, er at gera neyvar fyrireikingar og at samráðast við donsku stjórnina um ein samstarvssáttmála.

Hesin sáttmáli skal hava sum grundarlag, at føroyingar hava evsta valdið og evstu ábyrgd yvir Føroyum, meðan danir sjálvsagt hava evsta vald á sínum landi. Júst hvussu samstarvssáttmálin skal síggja út og hvørji øki, vit skulu samstarva um, er ein samrá-ingarstøða, sum aftur kann viðgerast nærri, tá fleiri kanningar liggja á borðinum.

Landssstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir á, at tað at vit hava ræði á egnum viðurskiftum merkir tað sama sum at hava fullveldi, men vit kunnu eisini rópa tað eitt sjálvstøðugt land, um tað bert er sjálvt orðið, sum er

trupulleikin. Niðurstøðan er, at onki er gjørt av um hvussu endaliga úrslitið skal síggja út.



Einki endaliga avgjørt

-Um vit vilja rópa tað eitt samveldi, eitt samríki, ein felagsskap, eina unión ella nakað heilt annað er als onki avgjørt um. Tí er onki læst fast, og sum eg dugi at síggja, so er hetta eisini tað, sum javnaðarflokkurin ynskir. Um vit skulu minka

blokkin á ein hátt ella ein annan hátt, ella vit skulu hava eina longri ella styttri skiftistíð á ymsum økjum, er enn púra opið. Eisini hvussu barnið skal eita.

Og týdningarmest er, at tá eitt ítøkiligt úrslit liggur á borðinum at taka støðu til, so skal fólkið taka avgerðina um, hvørt tað skal gerast veruleiki ella ikki. Ikki

Tjóðveldisflokkurin ella samgongan einsamøll.


Ikki nær sannleika

Høgni Hoydal sigur seg annars ikki enn hava skilt, hví hetta skal koyrast í bás sum kut og kvett og hví Tjóðveldisflokkurin verður sagdur at læsa seg fastan á sína loysn. Hetta er rætt og slætt ikki nær námind av sannleikanum. Innbjóðingin til at finna semjur um spurningin stendur tí við.

Tað sama er galdandi fyri onnur stórmál.

-Eri eisini her samdur við Thomas Arabo um, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, er førur fyri at finna breiðar semjur og at onnur áttu at kunnað gjørt tað sama. Tí harmar tað meg, at Thomas Arabo setir fram fleiri fordómar, sum onki hava við veruleikan at gera. Tildømis: at Tjóðveldisflokkurin hevur slept hugsjónini um eittsamhaldsfast samfelag, at Tjóðveldisflokkurin førir "fólkaflokspolitik", at samgongan ikki vil hækka pensiónir ella finna samhaldsfastar skipanir, at Tjóðveldisflokkurin bert vil hava sínar loysnir ígjøgnum í fullveldisspurninginum, at tjóðveldisfólk eru militant og nationalistisk o.s.fr.

Onki av hesum hevur jú hald í veruleikanum. Tí ikki eitt einasta dømi kann nevnast, ið undirbyggir hesar pástandir. Henda samgongan hevur jú ikki ført nakran "borgarligan" politik.

Høgni Hoydal sigur víðari, at øll tey mál, sum hetta landsstýrið arbeiðir við, kundi javnaðarflokkurin jú stuðlað, um hann var í samgongu.

-Eg ivist heldur onga løtu í, at javnaðarflokkurin tildømis fer at taka væl undir við uppskoti samgongunnar um eina varðandi loysn á pensiónsspurninginum. Hetta stórmálið er eisini higartil bert vorðið skotgravakríggj við gomlum fordómum og ákærum, hóast loysnin sjálvsagt verður samhaldsføst. Her eigur at verða funnin ein breið semja millum flokkarnar.

Henda samgongan hevur valt at leggja sínar ætlanir opið fram til aðalorðaskiftis, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Tildømis um kommunumál, samferðslumál, uttanlandsmál, almannamál og um sjálvstýrismál. Eg haldi, at hetta er eitt stórt framstig, sum átti at borga fyri breiðum semjum í teimum stóru málunum.

Høgni Hoydal vil annars fegin sláa fast, at hansara persónur skal ikki forða fyri, at tær semjur, sum m.a. fyrrv. ting- og landsstýrismaðurin Tummas Arabo eftirlýsir, verða funnar.