Nú kanst tú vedda um føroyskar fótbóltsdystir

Fótbóltur: Føroyska veddingarfyritøkan greenbet.com bjóðar nú føroyingum at vedda um føroyskar fótbóltsdystir. Kortini ber bert til at vedda um internetið

Nú eru skjótt tvey ár liðin, síðani danska Tipstænastan setti sínar terminalar upp í Føroyum, og tað sostatt bar til hjá ítróttar- og serliga fótbóltsáhugaðum føroyingum at vedda um ítróttarúrslit bert við at fara oman í lokalu kioskina og krossa av.

Men nú fær Tipstænastan kapping frá føroyingum, sum hava tikið stig til ítróttarvedding um internetið.

Tað er vinnufelagið C-Tech úr Eysturoynni, sum bjóðar føroyingum ? og øllum øðrum ? eina veddingarskipan, teir nevna greenbet.com.

Stigtakari er Jógvan Páll í Bartalsstovu, sum sjálvur tekur sær av oddsum og tí, sum hartil hoyrir. Og sum nakað nýtt fer her, umframt allar teir vanligu dystirnar úti í heimi, eisini at bera til at vedda um dystir í føroysku landskappingini.

Á tíðindafundi á Hotel Föroyum fyrrapartin mikudagin varð greitt frá, hvussu veddingarskipanin virkar.

Fyritøkan hevur skipað fyri fótbóltsvedding síðani í fjør, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur hilnast væl, tí í dag hevur greenbet.com viðskiftafólk um allan heimin.

Sagt verður, at kappingin við aðrar veddingarfyritøkur eisini hevur gingið væl, tí greenbet.com veitir framvegis millum bestu odds á marknaðinum.

Tað er ein av stigtakarunum og stjórin í fyritøkuni, Jógvan Páll í Bartalsstovu, sum sjálvur tekur sær av at seta odds á teir ymisku dystirnar.

Hann sigur, at tað fyrst og fremst er brennandi áhugin fyri fótbóltinum, sum drívur verkið, og tað er ikki talan um løtuverk.

Umframt at seta odds á, skal hann eisini fylgja við, tá dystirnir verða spældir, og leggja úrslitini út á internetsíðuna hjá greenbet.com skjótast gjørligt, so tey, ið vedda, beinanvegin vita, um tey hava vunnið nakað.


Lætt at vera við

Tað er sera lætt at vedda á greenbet.com. Tú stovnar eina konto hjá veddingarfyritøkuni, antin við at brúka kredittkort, sum er tað mest vanliga í dag, ella við at gera eina vanliga flyting av tíni egnu bankakonto.

Síðani kanst tú vedda tað tú vilt, bæði um føroyskar og útlendskar dystir.

Tað ber eisini til bert at vedda um ein einstakan dyst, ella tú velur at vedda um tríggjar dystir ísenn, eins og vit kenna tað frá Tipstænastuni.

Tú kanst altíð síggja, hvussu nógvar pengar tú eigur eftir á tíni konto, og tú kanst altíð velja at gevast við veddingini og biðja um at fáa pengarnar, tú hevur vunnið, ella tað tú hevur eftir, flutta aftur á tína egnu bankakonto.

Og um tú er heppin, kanst tú fáa góðan vinning burturúr, tí sum sagt eru oddsini sum oftast betri enn hjá øðrum veddingarfyritøkum. Eisini tí hevur greenbet.com viðskiftafólk runt um allan heimin, millum annað nógv í Asia.


Kanska vedda um kappróður seinni

Enn kanst tú bert vedda um fótbólt hjá greenbet.com, men teir siga, at tað als ikki er óhugsandi, at hetta verður útbygt seinni, eitt nú við kappróðri.

Aðrastaðni kanst tú vedda um alt møguligt, heilt frá kappríðing og íshockey til súkkling og kurvabólt.

Teir í greenbet.com vísa á, at tað krevur nógva umsiting at reka eina tílíka veddingarskipan, og eisini tí ber sum nú er bert til at vedda um fótbólt.

Men bara tað, at tú nú kanst vedda um føroyskan fótbólt eisini, man vera góð tíðindi hjá teimum mongu føroyingunum, sum gera nógv við ítróttarvedding.