Nýggja veljarakanningin staðfestir, at meirilutin, sum var fyri fullveldinum, ikki er til longur.
Eftir valið seinast var skipað samgonga, sum hevur sum fremsta mál at fáa Føroyum fullveldið.
Ein veljarakanning, sum varð gjørd í september í fjør vísti, at næstan 48 prosent av veljarunum vóru fyri at skipa Føroyar sum fullveldið, meðan knøpp 36 prosent vóru í móti. Men soleiðis er ikki longur.
Nýggja kanningin, sum var almannakunngjørd mánadagin vísir rættiliga greitt, at fullveldisætlanir landsstýrisins ikki hava somu undirtøku nú, sum fyri góðum hálvum ári síðani.
Nú eru bara 35,8 prosent fyri fullveldisætlanunum og góð 50 prosent ímóti.
Tað eru veljarnir hjá samgonguflokkunum, sum flyta seg mest.
Fólkafloks- og sjálvstýrisveljararnir hava flutt seg soleiðis, at nú taka bara helvtin av fólkafloksveljarunum og um 40 prosent av sjálvstýrisveljarunum undir við fullveldisætlanunum hjá samgonguni. Við seinastu kanning var talið ávikavist góð 67 og góð 71 prosent.
Millum javnaðarveljararnar er eisini fallandi undirtøka. Seinast vóru 36,9 prosent fyri og 48,6 ímóti. Hesaferð eru tølini 12,9 prosent fyri og heili 76,9 prosent ímóti fullveldisuppskotinum.
Tað er tó enn ein greiður meiriluti millum veljararnar fyri at broyta ríkisrættarligu viðurskifti okkara við Danmark.
Síðani seinast er uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg komið afturat, og eftir nýggju kanningini, so er tað her størsta undirtøkan er at finna.
Seinasta skotið á stammuni hevur sambært nýggju kanningini fingið breiðastu undirtøkuna, tí bæði fólkafloks- og sambandsfloks, eins og javnaðarveljarar taka undir við hesum uppskotinum