við seyðahald, eru rættiliga samdir um, er, at liturin á ræsta ella turra kjøtinum hevur stóran týdning fyri smakkin í kjøtinum. Breið semja er millum menn um, at krov, sum verða grøn, tá tey torna, eru tey
Mikukvøldið klokkan 19.30 fer danski presturin Lisbeth Holm Filtenborg at halda fyrilestur í Hoyvíkar kirkju. Fyrilesturin ber heitið: “Mad og kærlighed” og tekur støði í bókmentunum hjá danska rithøvundinum [...] við Nørre Nissum. - Lisbeth Holm Filtenborg er ein livandi og áhugaverd frásøgukvinna, ið fær okkum at lurta og læra, sigur Tórshavnar Eldraráð, ið saman við Hoyvíkar Kirkju hevur fingið tiltakið í lag
At tað ikki hevur gingist væl í hond hjá Nýggjum Sjálvstýri í høvuðsstaðarøkinum seinastu árini sæst aftur á uppstillingini, nú dystast verður um sessirnar í Tórshavnar kommunu. Mest trúfastu listarnir [...] hesaferð, og tað er fyrstu ferð í søguni, sum røkkur 107 ár aftur í tíðina. Tað eru nógv ár síðani, at Sjálvstýrisflokkurin seinsta hevði umboð í Tórshavnar býráð. Tað var tá Ronald Poulsen varð valdur
føroyska U17 landsliðið hjá monnum framt tað, sum má sigast at verða eitt bragd í einari EM-undankapping. Føroyska U17 landsliðið vann 2-0 á Kekkia eftir at hava verið á odda 1-0 í steðginum. Lukas Grenaa Giessing
Ævintýraferðin verðu nú givin út á DVD, og harvið fáa børnini hvøi at syngja og dansa til allar teir bestu og vældámdu sangirnar – enntá við undirteksti. Teir báðir Dánjal Kaggadingding Kaggadum og Búi [...] Meðan stuttligu og íblástrarvekjandi sangirnir verða framførdir, teknar Teknarin Per. Sostatt ber til at hoyra sangirnar, meðan tú sært myndirnar blíva til. Striku fyri striku og tóna fyri tóna uppliva vit
um norðuri í Vestmanna fyrr í dag. Bogi Davidsen heldur, at hetta var ein søtur sigur hjá H71. Bogi heldur hann og liðfelagarnir høvdu nakað at prógva aftaná eyðmýkjandi fyrra FM-finalutapið ímóti VÍF
Reinsaríið karmur um stórt tiltak, sum Miðlahúsið og Reinsaríið skipa fyri. Endamálið við kvøldinum er at geva havnaborgarum eitt breitt innlit í tað, sum tey ymisku valevnini hava uppá hjarta, tá ið umræður [...] pallborðsfundir, har tvey valevni úr hvørjum flokki luttaka. Síðani fara tvey valevni frá hvørjum flokki at seta seg í heita stólin, har tey skulu svara spurningum frá Eiriki Lindenskov og Árna Gregersen. Eisini
Lettlandi í 19.45. Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum. Leinkjan til Livescore er: www.in.fo/matches Rás2 á staðnum Rás2 sigur [...] André Olsen varpa út frá Svangaskarði, meðan Tróndur Arge stillar varpar út úr Riga. Hoyr Rás2 við at trýsta HER FSF-varpið stroymar dystin beinleiðis her Her á in.fo koma myndir og frágreiðingar frá dystunum
- Tá talan er um menniskjur, so er neyðugt fyrst at vita hvør hevur ábyrgdina og hvør skal gjalda, meðan sjúklingurin versnar og kann doyggja. Vit eru í dag í eini støðu, ið kann samanlíknast við tað. [...] Onkur má gera okkurt við støðuna, hóast kommunan og landið meta, at tey ikki eiga ábyrgdina. Tað sigur Fríðbjørn Poulsen, ið saknar almenn tilboð til fólk við Alzheimersjúkuna, ið eru undir 67 ár. Í
Tað verða í øllum tveir listar hjá vestmenningum at velja í á kommunuvalinum 8. november. – Vit eru klár við okkara lista, sum hevur fingið navnið Vestmannalistin, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri [...] i. Í bygdarráðnum í Vestmanna sita 7 bygdarráðslimir, og tað merkir, at 11 kunnu stilla upp. Higartil eru hesi 10 fólkini komin á listan: – Pauli Trond Petersen, borgarstjóri – Durita á Heygum, bygdarráðslimur