U17 landsliðið vann á Kekkia

Lukas Grenaa Giessing og Steffan Løkin syrgdu fyri føroyska sigrinum

Fyrr í kvøld hevur føroyska U17 landsliðið hjá monnum framt tað, sum má sigast at verða eitt bragd í einari EM-undankapping.

 

Føroyska U17 landsliðið vann 2-0 á Kekkia eftir at hava verið á odda 1-0 í steðginum. Lukas Grenaa Giessing og Steffan Løkin syrgdu fyri føroysku málunum. Lukas Grenaa Giessing skoraði longu tá tveir minuttir vóru farnir, og fimm minuttir inn í seinna hálvleik økti Steffan Løkin til 2-0.

 

Sambært uefa.com høvdu bæði liðini fýra royndir á málið. Kekkia hevði tó heili 18 royndir, sum fóru við síðunnar av føroyska málinum. 

 

Málverjin, Bárður á Reynatrøð hevði eisini nakrar góðar bjargingar sambært uefa.com.

 

Føroyar eru í bólki C. Í sama bólki vann Sveis fyrr í dag 2-1 á Luksemborg.