Prestur tosar um mat og kærleika

Mikukvøldið klokkan 19.30 fer danski presturin Lisbeth Holm Filtenborg at halda fyrilestur í Hoyvíkar kirkju. Fyrilesturin ber heitið: “Mad og kærlighed”  og tekur støði í bókmentunum hjá danska rithøvundinum Anne Marie Løn og verður á tann hátt samanbundin við nógv, sum stendur í Halgubók.

Lisbeth Holm Filtenborg er prestur í Gauerslund við Vejle og hevur verið har síðan 2012. Hon hevur roynt mangt annað, m. a. hevur hon verið prestur 1991-1999 í Lemvig-økinum, sóknarprestur í Gjellerup við Herning 2009-2012, og hon hevur eisini verið háskúlalærari í 10 ár á Seniorháskúlanum við Nørre Nissum.

- Lisbeth Holm Filtenborg er ein livandi og áhugaverd frásøgukvinna, ið fær okkum at lurta og læra, sigur Tórshavnar Eldraráð, ið saman við Hoyvíkar Kirkju hevur fingið tiltakið í lag.