Geva út Ævintýraferð

Ævintýraferðin verðu nú givin út á DVD, og harvið fáa børnini hvøi at syngja og dansa til allar teir bestu og vældámdu sangirnar – enntá við undirteksti.

 

Teir báðir Dánjal Kaggadingding Kaggadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam hava hesa ferð sligið seg saman við Teknarinum Per.

 

Teknarin Per,

Teknarin Per!

Teknar alt í fullari ferð!

Alt tað hann ger,

Teknarin Per!

Verður til í eini teknu verð.

 

Meðan stuttligu og íblástrarvekjandi sangirnir verða framførdir, teknar Teknarin Per. Sostatt ber til at hoyra sangirnar, meðan tú sært myndirnar blíva til. Striku fyri striku og tóna fyri tóna uppliva vit ein snedigan og undrunarverdan heim taka skap.

 

Afturat sær á palli hava Dánjal og Búi tað fantastiska orkestrið og sjálvandi tey fantastisku børnini.

 

Tað er Ó, sum er útgevari.