At tað ikki hevur gingist væl í hond hjá Nýggjum Sjálvstýri í høvuðsstaðarøkinum seinastu árini sæst aftur á uppstillingini, nú dystast verður um sessirnar í Tórshavnar kommunu.
Mest trúfastu listarnir til býráðsval í Havn hava verið listin hjá Sambandsflokkinum og hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum hava stillað upp á øllum teimum 26 valunum, sum hava verið síðani 1909, tá núverandi kommunuskipan varð sett í gildi.
Men nú er vent í holuni. Nýtt Sjálvstýri, sum flokkurin kallast nú, stillar ikki upp til býráðsvalið hesaferð, og tað er fyrstu ferð í søguni, sum røkkur 107 ár aftur í tíðina.
Tað eru nógv ár síðani, at Sjálvstýrisflokkurin seinsta hevði umboð í Tórshavnar býráð. Tað var tá Ronald Poulsen varð valdur í býráðið fyri 20 árum síðani – á býráðsvalinum 3. desember 1996.