Í kvøld verður Reinsaríið karmur um stórt tiltak, sum Miðlahúsið og Reinsaríið skipa fyri.
Endamálið við kvøldinum er at geva havnaborgarum eitt breitt innlit í tað, sum tey ymisku valevnini hava uppá hjarta, tá ið umræður stýringina av høvuðsstaðnum.
Á skránni eru tveir stórir pallborðsfundir, har tvey valevni úr hvørjum flokki luttaka.
Síðani fara tvey valevni frá hvørjum flokki at seta seg í heita stólin, har tey skulu svara spurningum frá Eiriki Lindenskov og Árna Gregersen.
Eisini verður lagt upp til eitt hugnaligt kvøld, har tónleikur er á skránni. Sámal Ravnsfjall trívur í kendu løgini fleiri ferðir gjøgnum kvøldið, meðan Eyðun Nolsøe tekur saman um eftir politiska orðaskiftið.
Í kvøld í Reinsarínum klokkan 19.00 ella beinleiðis á Rás2.