Hvussu fært tú besta skerpikjøtið?

Breið semja er um, at krov, sum verða grøn, eru tey góðu krovini - og tey, sum verða reyð, eru tey minni góðu.

 

Ymiskar meiningar eru um, hvussu tú fært besta skerpikjøtið.

 

Ein spurningur er, um kjøtið, tá flett er, skal heingjast beint í hjallin - ella, um tað skal heingjast í kjallaran í eina tíð, áðrenn tað verður hongt í hjallin?

 

Hetta hevur leingi verið eitt standandi kjakevni hjá øllum, sum fáast við seyð, og hetta hevur Búnaðarstovan seinnu árini eisini granskað í. Vit skulu tó ikki í hesum umfari fara inn á ta kanningina.

 

Eitt, sum menn, ið fáast við seyðahald, eru rættiliga samdir um, er, at liturin á ræsta ella turra kjøtinum hevur stóran týdning fyri smakkin í kjøtinum.

 

Breið semja er millum menn um, at krov, sum verða grøn, tá tey torna, eru tey góðu krovini - og tey, sum verða reyð, eru tey minni góðu.