Tað verða í øllum tveir listar hjá vestmenningum at velja í á kommunuvalinum 8. november.
– Vit eru klár við okkara lista, sum hevur fingið navnið Vestmannalistin, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri.
Í bygdarráðnum í Vestmanna sita 7 bygdarráðslimir, og tað merkir, at 11 kunnu stilla upp. Higartil eru hesi 10 fólkini komin á listan:
– Pauli Trond Petersen, borgarstjóri
– Durita á Heygum, bygdarráðslimur
– Vagnur Streymoy
– Herit Magnussen, bygdarráðslimur
– John Zachariassen, bygdarráðslimur
– Laila Haldansen
– Jónsvein á Rógvu
– Jákup Martin á Valinum
– Øssur Christiansen
– Jan Haldansen
Karl A. Olsen og Malan Stórá, sum sita í bygdarráðnum, stilla ikki uppaftur hesaferð.
Eitt pláss er eftir á listanum, og listin verður fullur, sigur Pauli T. Petersen