Útbúgving er máttmiklasta vápnið í føroyska samfelagnum

Orð eru máttmikil, tey kunnu brúkast til at byggja brýr, men kunnu sanniliga eisini skapa frástøðu og gera djúpar gjáir. Tí hevur tað týdning, hvussu vit brúka orð og orða okkum.

Undir orðaskiftinum av frágreiðing løgmans á Ólavsøku sást týðiliga hvørja áskoðan umboð fyri m.a. Fólkaflokkin høvdu til útbúgving á hægri læristovni. M.a førdi ein teirra fram,  at viðkomandi hevði hoyrt at lýst varð í miðlunum, at tey lesandi skuldu hittast í Keypmannahavn í “Pumpehuset” á pubcrawl nú lestrarárið varð byrjað. Speirekandi varð sagt, at vit kundu bara fáa eitt “Pumpehuset” i Havn ístaðin fyri undirskilt at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur fyri 100 tals mió!!!

 

Hendan útsøgnin fekk onkur tingfólk at flenna, men hetta var als onki stuttligt, og orðini hava rungað í mær líka síðan.

 

Er hetta myndin summir politikarar hava av okkara ungu,  sum royna at útbúgva seg væl við tí fyri eyga at byggja land? Er hetta fatanin og hugsanin okkara ungu hava av politikarum ? Tað vóni eg sanniliga ikki, men vit mugu og skulu vera varin við, hvussu vit umtala ungdómin, ti orð hava nógv størri týdning og kunnu hava nógv størri skaðiligar avleiðingar, enn vit geva okkum far um.

 

Javnan verður eisini andsøgnin tikin fram ímillum framleiðslu Føroyar uttan fyri Havnina og akademikararnar, sum búgva í Havn, framleiðslu Føroyar sum  skapa og skaffa pengar til samfelagið og akademikararnir í Havn, sum eru ein stór útreiðsla. Henden  andsøgnin tænir ongum endamáli enn at gera djúpar gjáir, tí vit hava sanniliga brúk fyri báðum.

 


Eg havi tann framíhjárætt at vera nógv ímillum okkara ungu, eg síggi og upplivi, hvussu nógv tey leggja fyri at fyrireika seg, at vera væl uppløgd, at vera við, at krevja nakað sær sjálvum, at kýta seg eftir góðum metum, tí tey vilja sleppa at taka sína dreymaútbúgving. Hetta er virðismiklasta tilfeingið vit eiga, og vit skulu og mugu umtala tey ungu við størstu virðing, tí orð skapa veruleika. Tí hvussu skulu tey ungu, sum velja at taka sær eina útbúgving á einum lærdu háskúla, um tað er í Føroyum ella aðrastaðni tíma at velja hatta landið til, tá politikarar ganga fremst við niðurlátandi orðum ?

 

Ùtbúgving er lykilin til framtíðina

 

Fremsta og týdningarmiklasta íløgan, er íløgan í okkara ungdóm. Tað er áleið 40 pct av einum ungdomsárgangi, sum velur hvørt ár at fara uttanlands at lesa, og tíverri koma langt frá øll heim aftur eftir loknan lesna. Tosað verður nógv um haldførið í hesum døgum, og sanniliga er tað ein haldførisavbjóðing, at vit sum land missa so stóran part av ungdóminum, eitt ættarlið, sum skal vera við til at seta dám á samfelagið, seta orð á  kjakið í almenna rúminum og annars bjóða samfelagum av.

 

Sitandi samgonga hevur tí valt at raðfesta  byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur, eitt kampus, sum kann leggja lunnar undir eitt universitetsumhvørvi, har útbúgvingarnar, tey lesandi og tey sum granska vera savnað á einum stað. Tað eru áleið 1000 ung sum lesa á Fróðskaparsetrinum, og tey 1000 eiga at vera økt til í minsta lagi 3000 lesandi.

 

Jú longri vit hava tey ungu í Føroyum, lættari verður tað hjá teimum at festa røtur. Men hetta merkir ikki, at vit skulu stavnsbinda okkara ungu, sjálvandi skal tað eisini vera møguligt at royna flogið, gera sær nakrar royndir, men tað er munur á at taka ein part av útbúgvingini í útlandinum og alla útbúgvingina. Tí er tað neyðugt, at Føroyar gerast limir í Bologne avtaluni, at okkara Fróðskaparsetur kemur á listan yvir altjóða góðkent universitet. Hetta vil gera tað møguligt hjá okkara lesandi eitt nú at taka ein part av útbúgvingini í Føroyum og yvirbygningin onkra aðra staðni í Evropa. Og somuleiðis vil hetta eisini gera tað áhugavert hjá øðrum lesandi úti í heimi at taka onkur fak og útbúgvingar í Føroyum. Soleiðis fáa vit altjóðagjørt Fróðsksparsetrið, og sum eisini er við til at gera tað meira hugaligt at  lesa í Føroyum, bæði hjá føroyingum og útlendingum.

 

Líka siðan eg stillaði upp í politikki hevur tað verið hjá hjartamál hjá mær, at Føroyar skulu gerast limir í Bologne avtaluni, men tíverri má ásannast, at enn er ikki komið á mál.  Tað skal tó sigast, at hendan samgongan hevur gjørt so nógv meiri enn nøkur onnur samgonga á økinum, tí vit hava hóast alt fingið samtykt ein lógarkarm fyri tilgongdina at fáa altjóða limaskap í Bologne og harvið eitt altjóða góðkent universitet í Føroyum, men enn er nakað eftir á mál.

 

Men skulu okkara ungu støðast í Føroyum er tað eisini umráðandi at tey fáa kensluna av at flyta heimanifrá og í sitt egna, kensluna av at standa á egnum beinum. Tí er tað so altavgerandi at vit gera eina ætlan í fleiri byggistigum, og at tað ikki verður steðga við teimum 50 íbúðunum á Eiragarði 2. Fremsta málið hjá sitandi samgongu  er og skal vera at fáa bygt fleiri bústaðir, herundir lestrarbústaðir, har má og skal ein ætlan fyriliggja um hvussu skal byggjast komandi árini fyri at nøkta tørvin.

 

 

 

Útbúgving sum inntøka

 

Tíverri eru tað nakrir politikarar sum síggja útbúgving sum eina útreiðslu. Tað er tað tvørturímóti, fyri tað fyrsta er tað  ein íløga í menningina av okkara samfelag, men tað kann eisini gerast  ein beinleiðis inntøkukelda um rætt verður borið at.

 

Norski lestrarbýruin Tromsø er eitt gott dømi um hetta. Tromsø hevur marknaðarført seg sum ein lestrarbýur í norður Noreg, ella við øðrum orðum hevur Tromsø kallað universitetið fyri tað  arktiska universtitetið í Tromsø við sjóneyku á fiskivinnu, veðurlagsbroytingar m.m. . À universitetinum ganga áleið16 tús lesandi og tey leggja nógvan pening eftir seg í býnum. Vit eru ein fiskivinnutjóð, okkara sjómenn, skipsførarar og maskinmenn fáa bestu skoðsmál úti í heimi, og tí áttu vit at raðfest útbúgvingar innan hesi øki og veruliga marknaðarført okkum sum ein  lestrarbýur í norðuratlantshavi, tað hevði bæði givið nakað til altjóðagerðina av universitetsumhvørvinum umframt inntøkumøguleikar frá teimum lesandi, sum koma higar at lesa.

 

Men tað fyrsta vit eiga at forvænta av politikarum er at tosa um okkara ungu við virðing, tí orð skapa veruleikar.  Tað er eitt gott stað at byrja

 

 

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi