Bæði A-landsliðið og U21-landsliðið spæla í dag. Á Svangaskarði spælir U21 landsliðið móti Eysturríki kl 15.30, meðan A-landsliðið spælir á útivølli móti Lettlandi í 19.45.
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: www.in.fo/matches
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá báðum dystunum í dag. Hilmar Jan Hansen og André Olsen varpa út frá Svangaskarði, meðan Tróndur Arge stillar varpar út úr Riga.
FSF-varpið stroymar dystin beinleiðis her
Her á in.fo koma myndir og frágreiðingar frá dystunum í dag. Samrøður vera við spælarar og venjarar eftir dystin.