helst at verða um at fáa lond at seta mál og krøv, men eisini at fáa fólk og einstaklingini at taka tað til sín at arbeiða og liva burðardygt. Føroyar hava nógv at bjóða á hesum øki, men synd er at siga [...] hava sum ábyrgd at tryggja sínum borgarum best møguligu avtaluna. Tey flestu meta tó, at veðurlagsspurningurin er so mikið álvarsamur, og at umfatandi londini einsamøll ongan kjans hava at gera nakað munagott [...] og vinna fara at gera alt fyri at seta skránna. Fígging Harða stríðið er m.a. um hvar pengarnir til at fíggja tøknimeningina í triðja heiminum skal koma frá, tí serfrøðingarnir siga, at tað ikki er nøktandi
Landssjúkrahúsið. - Tí má tað sigast at vera eitt stórt álit at vísa Landssjúkrahúsinum at geva teimum 130 milliónir afturat at umsita. - Tað er sum at seta revin at ansa eftir gæsnum, leggur hann afturat [...] i. Men hann dugur ikki at síggja, hví hon er neyðug, tí longu í stykki eitt í sjúkrahúslógini stendur svart á hvítum, at tey trý sjúkrahúsini hava skyldu til at samstarva og at veita hvørjum øðrum hjálp [...] stúra fyri, at við hesi samstarvsavtaluni í hondini fer tað at bera til so við og við at leggja tey bæði smáu sjúkrahúsini inn undir Landssjúkrahúsið. Hinvegin saknar yvirlæknin í Suðuroy, at sokallaða
ongum umstøðum at standa modell til, at Fólkaskúlin verður knústur um eini tvey, trý ár, sum hon hevur tikið til. Tí krevur hon, at samgongan nú finnur eina semju á fólkaskúlaøkinum, so at hann verður bjargaður [...] afturat, at eydnast tað ikki hesi samgonguni at semjast um eina loysn fyri fólkaskúlan, má ein loysn finnast saman við eini aðrari samgonguni. Hinvegin dugir hon heldur ikki at ímynda sær, at Løgtingið [...] skattahækkingar við sær. Fólkaflokkurin vil hava, at at kommunurnar skulu umskipast fyrst so at ætlaðu skúlaøkini fylgja kommunumarkunum. Men tað er ongin loyna, at er tað nakað, ósemja er um í samgonguni, er
ikki við, at tann fyrsti instansurin, ið fór at bróta hetta arbeiðið niður var fólksins kosna Landstýri. Vit halda sjálvandi, at tað skuldi verið beint tvørturímóti, at Landstýrið heldur enn at bróta niður [...] eisini at spara soleiðis hjá landskassanum, at kommununar verða noyddar at gjalda fyri tykkum. Eftirtíðin hevur víst, at Eysturoyingar hava víst stórsinni við íløgum á hesum økinum, eg haldi tí, at sigast [...] sigast má, at tíðin er ikki at niðurbróta hetta virkisfísni, heldur er tíðin komin til at viðurkenna, at bert við broytingum positiva vegin, fer landsins mynduleiki aftur at vinna viljan, sálina og stuðulin
høvdu hugsað um at gjørt okkara egna sendinet, men so vísti tað seg, at tað bar til at keypa Rás2, og tað sigur seg sjálvt, at tað var snildari at gera tað upp á tann mátan. Tað merkti, at vit fyri tað fyrsta [...] 3. hálvleik. - Hetta, at bróta burtur úr nýggjum er sera tengt at dygdunum hjá starvsfólkunum, og har má eg siga, at vit hava verið sera heppin. Eg vil siga, at ein orsøk til, at vit hava havt so stóra [...] stjóran almikið, at tað almenna gongur á odda at leggja fótonglar fyri rásina. - Umstøðurnar at kappast eru ikki tær bestu. Øll vita, at almenna Kringvarpið hevur millum 60 og 70 milliónir at dusa sær við
treyt, at alt økið hjá Útvarpinum varð umfatað av skógarfriðingini. Upprunaliga høvdu keypararnir fingið at vita, at grundøkið var skógarfriðað, men fingu samstundis at vita, at hetta bert merkti, at tey [...] vísti á, at bert nevndin kundi gera plantaguna almenna, og at tað er hon ikki í løtuni. Hann vísti eisini á, at keypararnir vistu um, at ognin er skógarfriðað, og at tað ikki kundi koma upp á tal, at handilin [...] gloymdi at skriva í lýsingina var, at økið er friðað, og at Skógfriðingarnevndin til eina og hvørja tíð kann leggja grundina sum almenna plantagu. Somuleiðis gloymdi hann at upplýsa keyparunum um, at ein um-
skal til fyri, at felagið skal klára at svara hvørjum sítt. Hann talar eisini helst soleiðis, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum teskar honum í oyrað. Stjórin hevði hug at finnast at hugburði hjá e [...] vita eisini, at høvuðsorsøkin til lága bilatalið er kostnaðurin at koyra millum oyggjarnar. Tá ið stjórin nevnir, at hann kennir ikki pínumarkið fyri, nær tað loysir seg hjá tí einstaka at brúka styttru [...] kostar SL at koyra undir Tangafirði. Eisini hevur verið nevnt, at ferðaendurgjaldið fyri at brúka Eysturoyartunnilin skal endurskoðast, lesið: hækka. Verður tað gjørt, kemur skattgjaldarin eisini at leggja
Uttan at vita tað við vissu, vænti eg, at niðurstøðan av kanningini verður, at skúlin er óegnaður. Skúlin í Hoydølum er ein perla, men lendið er so bleytt, at eg rokni við, at mælt verður til at byggja [...] so vítt sum at siga, at hølisviðurskoftini eru lívshættislig. Næmingar ella starvsfólk Hetta hevði so aftur við sær, at Arbeiðseftirlitið tók stig til at kanna, um tað veruliga er soleiðis, at skúlin er [...] kanska duga tey at síggja møguleikar fyri at seta skúlan í stand og nýta hann til annað endamál. Fer at krevja loysn Men samstundis bendir nógv á, at verandi samgonga hevur í hyggju at halda fram eftir
framhaldandi at arbeiða fyri, at skattatrýstið støðugt linkar, soleiðis at tann einstaki fær meira rásarúm at stýra egnum viðurskiftum, segði Jørgen Niclasen. Uppskriftin hjá Fólkaflokkinum at tryggja fr [...] flokkurin fer at arbeiða fyri einari breiðari búskaparligari semju, sum skal slóða fyri, at Føroyar gerast fíggjarliga sjálvbjargnar í 2015. Hetta bendir á, at Fólkaflokkurin aftur fer at leggja størri dent [...] skattalættar og at tryggja føroyska vinnulívinum atgongd til útlendska arbeiðsmegi. - Vit vilja fegin geva arbeiðsmegi úr ES-londum loyvi at koma til Føroya at arbeiða, men tað er umráðandi, at útlendingar
Skandinavia. -Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til [...] sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti [...] føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit