Hvat er ætlanin hjá Rósu Samuelsen (ABC)?

Vit í Eysturoynni hava nú í nógv ár verið forsprákarar á Eldraøkinum, tað vita øll, eisini ABC-Landstýrið.

Eg setti meg niður at lesa Sosialin, fríggjadagin 26. nov. Yvirskriftin var tann, at Rósa flytir 16,2 mió. kr til heimbygdina, sig so tað, hon fjálgar um sítt øki, og tað er sjálvandi gott, at okkurt hendir har; men hví skal Eysturoyggin bløða grundað á hetta? Lesarin dugir einsvæl og eg at rokna út, at hesar 16,2 mio. koma sjálvandi eisini at kosta í rakstri!
Lesarin undrast kanska á hví, ið eg havi tikið pennin í hond og tí skulu tit fáa eina frágreiðing frá mær. Tað, ið eg sipi til er, at vit í Eysturoynni hava bygt út á eldraøkinum, við ellisheimi og sambýlum sum ongastaðni í Føroyalandi, og nú er ætlanin at seta eina effektiva bremsu fyri hesum, alt verður gjørt fyri at kvala tað fría virkisfísni hjá okkum, og tað seinasta er, at nú skulu nøvnini á plássunum broytast í vónini um, at eingin leggur merki til niðurskurðin.
Flest øll vita, at skipanin hevur, røktar -, sambýlis – og umlættingarpláss.
Umleggingin, sum verður gjørd í Eysturoynni viðførir, at ERE (Eysturoyar Røktar-og ellishem) skal niðurleggja 6 búðpláss og í staðin fær heimið 6 umlættingarpláss. Sambýlið í Gøtu fær tey 6 umlættingarplássini til sambýlispláss, ið ERE hevur leigað nú í nøkur ár.
Landstýrið heldur so, “at den hellige grav er velbevaret”, av tí, at tey bert hava broytt nøvnini á plássunum; men hyggja vit nærri at hesum, síggja vit, at Eysturoyggin missir 6 røktarpláss og í staðin fær hon 6 umlættingarpláss. Av tí, at tey 6 umlættingarplássini skulu flytast til røktarheimið í Runavík, har øll plássini eru í nýtslu, mugu 6 røktarpláss niðuleggjast á heiminum fyri at geva pláss fyri teimum 6 umlættingarplássunum! Hetta er ein sera stór broyting tann skeiva vegin, tí tørvurin á røktarplássum er so stórur her eins og aðrastaðni.
Sparingin er umleið 2 mió. kr, sum sjálvandi skulu nýtast til partvís at fíggja íløguna/raksturin aðrastaðni við.
Eftir hondini eri eg farin at skilja hvat tað er, ið Heðin Mortensen tosar um, tá hann er frammi í fjølmiðlinum í heilum. ABC gevur við einum høgra armi, men tekur innaftur við minst tveimum vinstra ørmum, borgarin leggur barasta ikki merki til hetta. Tað er bert Heðin, ið hevur varnast hetta og nú byrja Eysturoyar-politikararnir at vakna, nakað seinir kanska, tí vit eru heldur góðtrúgvir. Eg haldi, at hví skuldu vit verið annað enn góðtrúgvir í hesum føri, vit hava gjørt alt, ið gerast kann á hesum økinum og roknaðu tí ikki við, at tann fyrsti instansurin, ið fór at bróta hetta arbeiðið niður var fólksins kosna Landstýri. Vit halda sjálvandi, at tað skuldi verið beint tvørturímóti, at Landstýrið heldur enn at bróta niður, skuldu eggja teimum virkisfísnu til enn meira virkisfísni.
Eitt annað er, sum Landstýrið sjálvandi ikki sigur í hesum føri og tað er, at í framtíðini koma kommununar í Eysturoynni, ið eru við í ERE, at gjalda fyri hetta.
Tey 6 plássini, ið vóru tøk hjá ERE, verða í framtíðini pláss, ið eru til Eysturkommunu. Hetta merkir, at tá einki pláss er til borgarar á ERE, má borgarin inn á heimið í Gøtu. Kommunan hjá hesum borgara skal tí hereftir gjalda umleið 6,5 túsund krónur um mánaðin fyri, at fáa hendan borgaran passaðan í Gøtu.
Sig so tað, vit (Landsstýrið) gera eina navnabroyting og so liggur rokningin hjá kommununum.
Tillukku ABC - Landstýrið, ikki bara klára tit at leypa ótta á okkum kommunupolitikarar um, hvat tit finna uppá næstu ferð, tit duga eisini at spara soleiðis hjá landskassanum, at kommununar verða noyddar at gjalda fyri tykkum.
Eftirtíðin hevur víst, at Eysturoyingar hava víst stórsinni við íløgum á hesum økinum, eg haldi tí, at sigast má, at tíðin er ikki at niðurbróta hetta virkisfísni, heldur er tíðin komin til at viðurkenna, at bert við broytingum positiva vegin, fer landsins mynduleiki aftur at vinna viljan, sálina og stuðulin hjá fólkinum í Eysturoynni til framhaldandi at hava eitt virkisfísni, Eysturoynni og øllum landinum at frama.
Hvat heldur borgarin, skulu vit finna okkum í hesum, eg haldi ikki!
Eg má siga sum er, hjá mær var hetta dropin ið fekk bikarið at flóta yvir. Latið vælsignaði tað ið virkar væl fáa frið.