Hví er Jóannes so stúrin

Í einari grein herfyri, royndi onkur at finna útav, hví javnaðarformaðurin tyktist heldur stúrin. Eg haldi nú ikki, at Jóannes er í verri lag enn flest onnur. Tað er ivaleyst bert tá talan er um politikk, at hann tykist heldur gronutur. Í øðrum sambandi man hann vera eins og øll onnur.

At hann er politiskt stúrin, er einki at siga hann ringan fyri. Fáur man hava meira at dragast við, enn júst Jóannes.

Javnaðarflokkurin minnur meg oftast mest um eina ítróttakapping, har nakrir í fyrstu syftu ikki hava kvalificerað seg til endaspurtin. Hesir plaga at fáa enn ein møguleika, í einum sonevndum uppsamlingsheati.

Teir, sum í dag ídnastir royna at verja flokkin, eru slíkir, sum ikki náddu á mál í fyrstu syftu.

Har eru Hans Pauli, Bergur og Rolf. Hesir nelgdu flokkin á krossin í Framanum fyri fáum árum síðan. Mótvegis teimum stóð Virgar, sum láturverji hjá Atla.

Í Fuglafirði dundrar tann ultrakonservativi sambandsmaðurin Dan. Ímóti honum stendur Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaðurin í Hósvík, við sínum greiðu frælsishugsjónum.

Jóannes skal eisini látast at vera væl við Nyrup, hóast skilagóðir javnaðarmenn (ikki minst Marita Petersen), fyri langari tíð síðan hava mist alt álit á manninum.

Har er Kristjan, sum skal verða pensjónstalsmaður. Einasta loysn hann higartil hevur víst á, er tá hann sum landstýrismaður á sinni legði fram Robin Hood loysnina, sum segði, at man átti at taka frá teimum ríku pensjónistunum og geva til teir fátækaru. Høgravendari enn fólkafloksmenn segði hann eisini, at vit í framtíðini ikki høvdu ráð til pensjonistarnar.

Álvaratos, er tað undarligt, at Jóannes tykist stúrin?

Hann hevur alla grund at gera tað.

Áðrenn valið í 98 vildu 30% hava hann til løgmann, og hóast hann situr í andstøðu, eru bert 15% eftir.

Í fleiri hundrað ár hevur fólk undrast, hví Mona Lisa smílist so undrunarfult. At Jóannes hevur politiska gron er ikki so undarligt. Hann veit, at tað einasta, sum bindir flokk hansara saman, er tað, sum Katrin D. Jakobsen kallar Hoydalssyndromið.


Manne Perssonstarv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.

Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.

-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.

Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.

Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.


Drúgvur burður

Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.

-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,

sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.

 -Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera  innan fyri Skandinavia.

-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.