Heilsuverkið
Suðuroyar Sjúkrahús hongur í einum klønum tráði. Framtíðin hjá Sjúkrahúsinum er so óviss, at eingin veit, hvussu lagnan verður.
Støðan er heilt einfalt tann, at tað er at kalla ógjørligt at fáa læknar at arbeiða á sjúkrahúsinum í Suðuroy.
Nógva staðni rundanum okkum er stórt trot á læknum. Hetta ger, at tað so skjótt, vit fara út um høvuðsstaðirnar í teimum stóru londunum, er tað trupult at fáa læknar. Og tá ið tað knípur at fáa læknar at arbeiða í Jútlandi, í Mið og Norðurnoregi og ?Svøríki, er tað eyðsæð, at tað er hvaðna truplari at fáa læknar í størv í Føroyum ? og á teimum smærru sjúkrahúsunum í Føroyum vísir tað seg at vera heilt ógjørligt.
Hetta merkir eisini Suðuroyar Sjúkrahús sviðan av og har er støðan nú so álvarsligt, at ongin veit, hvussu framtíðin verður.
Fýra yvirlæknastørv eru á Suðuroyðar Sjúkrahúsi.
Hesi seinastu nógvu árini hava læknaviðurskiftini verið á heilt góðari leið við tað, at tveir yvirlæknar hava verið, Bogi Djurhuus og Knud Steinø.
Men í fjør varð Knud Steinø langtíðar sjúkrameldaður og hann er ikki farin aftur til arbeiðis, fyrenn í hesi vikuni vikuni.
Ì summar segði Bogi Djurhuus harafturat upp og fór til Svøríkis at arbeiða, hann gavst 1. juni.
Frá 1. juni til fyrst í september var sostatt óvist, um nakar lækni fór at vera á Sjúkrahúsinum yvirhøvur.
Men nú Steinø byrjaði aftur, er hann einsamallur yvirlækni á sjúkrahúsinum. Og tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til hjá einum lækna at røkja alt sjúkrahúsið einsamallur, tí ein lækni kann ikki ganga vakt altíð døgnið runt, alt árið.
Í fyrstu syftu varð tískil roynt at útvega sjúkrahúsinum lækna frá 1. juni, fram til fyrst í september, so at sjúkrahúsið ikki lá heilt ómannað hesa tíðina.
Í aðru syftu varð tí neyðugt at fáa ein lækna afturat Steinø frá fyrst í september.
Hesar báðar uppgávurnar fór umsjónarmaðurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord undir at loysa beinanvegin í mei mánaða.
Og tað eydnaðist eisini við tógvið stríð at finna eina loysn so at sjúkrahúsið ikki kom at liggja heilt ómannað frá 1. juni til fyrst í september.
?Talan hevur verið um útlendskar vikarar, sum hava játtað at koma á Sjúkrahúsið at arbeiða, alt frá nøkrum heilt fáum døgum ísenn til eina, tvær, ella tríggar vikur ísenn, sigur umsjónarmaðurin.
Framtíðin ógvuliga óviss
Og tað er heilt greitt, at hevur tað verið trupult at fáa lækna til Suðuroyar Sjúkrahús í summar, verður tað minst líka trupult framyvir.
? Tað hevur gingið ómetaliga strilti og enn er støðan tann, at vit framyvir noyðast at royna at bjarga okkum sum frægast við læknum, sum koma aðrastaðni frá at arbeiða nakrar dagar ísenn, sigur Ronnie Midjord.
? Í løtuni eru avtalur gjørdar við skiftandi danskar vikarar, sum koma at arbeiða nakrar dagar ísenn saman við Steinø fyri tað mesta av tíðini fram til 15. oktober.
Men eisini í hesum tíðarskeiðnum kemur Steinø at arbeiða einsamallur einstakar vikur.
?Hinvegin er støðan fullkomiliga óviss eftir 15. oktober, sigur Ronnie Midjord.
Ronnie Midjord sigur, at soleiðis sum hann sær støðuna, verður einasti møguleiki hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi at fáa læknar yvirhøvur, at royna sum best ber til at klára seg við vikarum, sum koma higar eina viku í senn, ella so.
? Men hetta er ein dýr loysn, tí sjúkrahúsið skal gjalda ferðaútreiðslurnar fyri teir fremmandu læknarnar og roknast kann tí við ferðaútreiðslum upp á upp til 4.000 krónur um vikuna.
Ein onnur loysn er at fáa læknar av vikarskrivstovum ymsastaðni frá. Men hesir læknarnir kosta 50-60.000 krónur um vikuna, so tað hevur sjúkrahúsið ongan møguleika til, tí játtanin skal haldast.
Landssjúkrahúsið sigur nei
Alt sá annars nokk so ljóst út, tá ið umsjónarmaðurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi í mei mánaða fór undir arbeiðið at útvega lækna til sjúkrahúsið.
Jan Jespersen, sum er yvirlækni á skuðrdeildini á Landssjúkrahúsinum, hevur heilt nógva yvirtíð til góðar og longu í mei mánaða gjørdi Suðuroyar Sjúkrahús avtalu við hann um at arbeiða á Suðuroyar Sjúkrahúsi í frítíðini.
Avtalað varð gjørd um at hann skuldi arbeiða á Suðuroyar Sjúkrahúsi í einar 14 dagar um mánaðin í eina tíð framyvir, onkran mánaða eitt sindur minni og onkran dag mánaða sindur meiri.
? Hevði hendan avtalan hildið, var Suðuroyar Sjúkrahús sloppið í hvussu so er fram til næsta summar, sigur Ronnie Midjord
Men hendan avtalan varð av ongum, tí leiðslan á Landssjúkrahúsinum vildi ikki lata Jan Jespersen fara,tí skurðdeildin á Landssjúkrahúsinum er so illa mannað frammanundan.
Søkja eftir lækna
Ronnie Midjord sigur, at tá ið tað gjørdust greitt, hvussu trupult tað fór at vera at fáa lækna til arbeiðis á Suðuroyar Sjúkrahúsi, skrivaðiu hann Almanna- og heilsumálastýrinum bræv, har hann kunnaði Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, um støðuna.
Úrslitið av tí var, at landsstýrismaðurin kom suður á Sjúkrahúsið at halda fund um málið.
? Niðurstøðan av fundinum var, at vit skuldu skriva til yvirlæknarnar á skurðdeildini og heita á teir um at koma til arbeiðis á Suðuroyar Sjúkrahúsi í frítíðini. Men samstundis skuldi Almanna- og Heilsumálastýrið søkja eftir einum lækna.
Ronnie Midjord sigur, at hann skrivaði til fimm yvirlæknar á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum við fyrispurningi um tað bar til hjá teimum at koma suður at arbeiða ávís tíðarskeið.
Tveir av læknunum hava svarað.
Hanus Bærentsen sigur, at tað liggur ikki fyri. Og Jan Jespersen boðar einaferð afturat frá, at leiðslan noktar honum at fara suður. Hann søkti um at fáa summarferiu í eina viku, har hann kortini hvørki hevði nakra vakt, ella nakra skurðviðgerð, men tað gekk leiðandi yvirlæknin ikki á møti.
Tískil veit ongin, hvussu støðan verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir 15. oktober og í øllum førum er tað greitt, at frá Landssjúkrahúsinum verður trupult at fáa lækna.
Verður hugt eitt sindur longri fram í tíðina, sær framtíðin enn daprari út, tí einasti yvirlæknin í føstum starvi, Knud Steinø, er farin um tey seksti og er tí av álvara farin at nærkast pensjónsaldrinum..........