Ruðuleikin um studentaskúlan í Hoydølum er eitt typiskt dømi um eitt mál, sum nú gevur at bíta, tí semja ikki fekst um eina loysn í samgonguni. Tíðin er um at renna undan, valgið er í nánd, og landsstýrismaðurin sigur seg hvørji kunna ella vilja skera ígjøgnum í mun til samstarvsfelagar sínar. Tí er púra greitt, at ongin loyns verður á málinum hesumegin valgið, og verður tað tí upp til eina komandi samgongu at finna eina varandi loysn.
Eldurin í gentukostdeildini beint fyri summarfrítíðina gjørdist eisini startskotið til drúgva orðaskiftið um umstøðurnar í Hoydølum sum so. Nakrar av avleiðingunum av brandinum vóru, at næmingar sleppa ikki at parkera við skúlan, at frálæran í tónleiki og list varð flutt í onnur høli, og at næmingar, sum vóru fluttir inn á kostdeildina í læknahúsinum omanfyri skúlan, vórðu settir á gøtuna vegna vantandi brunatrygd.
Síðani er mangt farið fram í málinum. Síðst høvdu næmingar verkætlan um miðnámsskúlan, og hevði hetta millum annað við sær eina kravgongu í røttum hálvfjersarastíli, við hartil hoyrandi miðlaumrøðu. Eisini hava fleiri starvsfólk skúlans verið frammi, og onkur fór enntá so vítt sum at siga, at hølisviðurskoftini eru lívshættislig.
Næmingar ella starvsfólk
Hetta hevði so aftur við sær, at Arbeiðseftirlitið tók stig til at kanna, um tað veruliga er soleiðis, at skúlin er lívshættisligur. Nú niðurstøðurnar frá kanninigini eru almannakunngjørdar sæst, at fólk eru ikki í lívsvanda. Men í frágreiðingini er eitt, sum gongur aftur: Umstøðurnar eru somikið vánaligar á vesinum og í umklæðingarrúminum, at var talan um arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum, so var virksemið á skúlanum ikki góðkent. Men av tí, at skúlanæmingar eru ikki fevndir av lógini um arbeiðseftirlit, og ongin hevur átrygd av, at teirra arbeiðsumstøður eru nøktandi, ber ikki til at krevja nakað, og kann virksemið í veruleikanum halda fram líka til nevndu høli detta sundur av sær sjálvum.
Visti av ongum
Jógvan Á Lakjuni, ið sum landsstýrismaður við skúlamálum varðar av trivnaðinum hjá skúlanæmingum, sigur seg ongantíð hava verið kunnaðan um, at næmingar eru ikki umfataðir av reglunum um arbeiðsumhvørvi.
- Hetta mugu vit gera nakað við, tí tað ljóðar bæði ólogiskt og løgið, at ongin trygd er fyri skúlanæmingar, eitt nú í sambandi við vesi- og umklæðingarviðurskiftini, sigur landsstýrismaðurin við Sosialin.
Spurdur, hvørja viðmerking hann hevur til, at arbeiðseftirlitið ikki metir undirvísingarhølini vera egnað til fleiri enn tíggju næmingar, í mun til verandi 26, sigur Jógvan á Lakjuni, at undirvísingarhølini verða ikki størri ella betri dag frá degi.
- Eg havi alla tíðina sagt, at skúlin í Hoydølum átti at verið partur av miðnámsskúladeplinum í Marknagili, men tað hevur ikki eydnast at finna eina semju innanhýsis í samgonguni í hesum málinum. Og nú so stutt er eftir til valið, vil eg ikki lova nakað, men vísa til, at hetta helst verður eitt av fremstu málunum hjá einum komandi landsstýrið at taka sær av, sigur Jógvan á Lakjuni.
Ein perla á bleytum lendi
Eisini vísir hann á, at fyrst í desember fær ráðið eina frágreiðing frá Teknologisk Institut, har greitt verður frá um standin á hølunum.
- Uttan at vita tað við vissu, vænti eg, at niðurstøðan av kanningini verður, at skúlin er óegnaður. Skúlin í Hoydølum er ein perla, men lendið er so bleytt, at eg rokni við, at mælt verður til at byggja aðrastaðni, sigur Jógvan á Lakjuni. Landsstýrismaðurin sigur seg vera spentan til kanningina frá Teknologisk Institutt, tí kanska duga tey at síggja møguleikar fyri at seta skúlan í stand og nýta hann til annað endamál.
Fer at krevja loysn
Men samstundis bendir nógv á, at verandi samgonga hevur í hyggju at halda fram eftir valgið, og tískil noyðist at finna eina loysn. Hvat sigur landsstýrismaðurin til hetta?
- Nú er tað ikki vist, at eg verið valdur aftur, ella at verandi landstýrið verður sitandi. Men fái eg nakra ávirkan á komandi samgongusamráðingar, fari eg at seta fram krav um eina loysn fyri Føroya Studentaskúla, sigur Jógvan á Lakjuni, sum eisini vísir á, at landsstýrið hevur sett nógvar milliónir av til viðlíkahald av skúlanum, og annars at raðfesta aðrar skúlar á miðnámsskúlaøkinum.
Óansæð hvat hendir ella ikki hendir, so er eitt vist: Ongin loysn er í eygsjón fyri gamla studentaskúlan í Hoydølum, og eftir valgið kunnu tey, sum varða av, byrja av nýggjum aftur, og møguliga ber tá til at koma fram til eina semju.