Helena knallar nevan í borðið

FÓLKASKÚLIN: Landsstýriskvinnan í mentamálum setir nú samgonguna í veð í málinum um at leggja skúlar saman

Helena Dam á Neystabø ætlar sær undir ongum umstøðum at standa modell til, at Fólkaskúlin verður knústur um eini tvey, trý ár, sum hon hevur tikið til.
Tí krevur hon, at samgongan nú finnur eina semju á fólkaskúlaøkinum, so at hann verður bjargaður frá tí reina undirgangi.
Tað, su landsstýriskvinnan krevur av samgonguni er, at fólkaskúlin verður umskipaður, so at landið verður býtt sundur í nøkur fá, stór skúlaøki, har tað ber til at leggja skúlar saman.
Sostatt er tað eitt treytaleyst krav frá henni til samgonguna, at í seinasta lagi á sumri í 2011, skal samgongan hava tikið undir við at seta eina nýskipan í verk á fólkaskúlaøkinum, ella at nógv meiri peningur verður játtaður til økið.
- Tá ið skúlaárið 2011-2012 byrjar skal nýskipanin á fólkaskúlaøkinum verða 100% klár, leggur hon afturat
Sostatt setir hon samgonguna í veg í málinum um at nýskipa fólkaskúlan

Pínumarkið hjá Helenu
Helena Dam á Neystabø staðfestir, at politiska skipanin hevur tvinnar kostir í at velja.
- Antin umskipa vit fólkaskúlan, ella mugu vit játta rættiliga fitt av pengum afturat til øki
- Tað finst ongin millumloysn, leggur hon afturat.
Landsstýriskvinnan sigur, at fæst ikki ein semja í samgonguni um at bjarga fólkaskúlanum, mugu tey gera sær greitt, hvussu langt, tey vilja strekkja seg og hvar pínumarkið er.
Hon hevur í øllum førum gjørt sær sjálvari púra greitt, hvar hennara egna pínumark er.
- Skúlaárið í ár er farið, so her gerst onki. Í ár mangla níggju milliónir í og tí verður neyðugt at seta sparingar í verk.
- Hetta er stak óheppið, men ongin beinleiðis vanlukka kortini.
Hinvegin krevur hon, at vend kemur í til næsta ár
Bara fyri at halda støðið í skúlaárininum 2011-2012, krevst at játtanin hækkar 12-15 milliónir, vissi ongar nýskipanir verða gjørdar.
- Tað verður undir ongum umstøðum góðtikið og tí fari eg ikki undir skúlaárið 2011-2012 uttan at málið um fólkaskúlan er loyst.
Og hon leggur afturat, at eydnast tað ikki hesi samgonguni at semjast um eina loysn fyri fólkaskúlan, má ein loysn finnast saman við eini aðrari samgonguni.
Hinvegin dugir hon heldur ikki at ímynda sær, at Løgtingið ikki vil seta tey neyðugu tiltøkini í verk fyri at fólkaskúlin ikki skal knúsast.

Spart burtur
Helena Dam á Neystabø sigur, at seinastu árini er játtanin til fólkaskúlan hækkað yvir 50 milliónir.
Men av teimum eru einar 40 milliónir farnar til lønarhækkingar, so tað er ikki nógv eftir til ábøtur.
Og hon góðtekur ikki, at tær ábøtur, sum hóast alt eru gjørdar, og meiri enn tað, nú verða spardar burtur aftur.
- So kann samgongan ikki semjast um eina nýskipan, verður neyðugt at semjast um eina stóra játtanarhækking, hóast tað førir skattahækkingar við sær.
Fólkaflokkurin vil hava, at at kommunurnar skulu umskipast fyrst so at ætlaðu skúlaøkini fylgja kommunumarkunum.
Men tað er ongin loyna, at er tað nakað, ósemja er um í samgonguni, er tað júst nýskipanin á kommunuøkinum. Hvussu ætla tit at loysa tað?
Tað er júst so. Men tað krevur so, at rættilig ferð verður sett á arbeiðið at umskipa kommunurnar so at landið verður skipað í nakrar fáar, stórar kommunur, tí verða hasi málini tengd saman, má okkurt henda nú, tí næstas summar skal í øllum førum ein semjaa verða funnin um fólkaskúlan.

Fólkaflokkurin í buktini
Í samgonguni er tað Fòlkaflokkurin sum ligggur í buktini og ikki vil góðtaka ætlanina at nýskipa fólkaskúlan, soleiðis sum málið nú liggur.
Fyrr í vikuni viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um at slóða fyri bygnaðarbroytingunum, men Fólkaflokkurin gjørdi greitt, at hann tekur ikki undir við tí. Tískil noyddist landsstýriskvinnan at taka tað aftur fyri at skleppa undan teirri vanlukku, at uppskotið varð felt.
Fólkaflokkurin heldur, at samgongan er ikki nóg væl kunnað um málið og flokkurin vil eisini hava greiði á kommunubygnaðin fyrst, so at økini, sum ætlanin er at skipa fólkaskúlan í, fylgja kommunumarkinum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at málið skal so ikki stranda upp á kunning og tí tók hon málið aftur.
Tað skal nú viðgerast politiskt í samgonguni.