Inngangur
Fyri einari tíð síðan var áhugaverd, men eisini hugstoytandi samrøða við stjóran fyri Eysturoyartunlinum. Hann nevndi ábyrgd, hugburð, pínumark, og annað mangt í sambandi við, at ov fá akfør koyra styttru leiðina, nú tunnilin hevur verið opin eina tíð. Stjórans uppgáva man helst vera at sannføra fólk um, at tað, ið samtykt er viðvíkjandi nýggja tunlinum, eitt nú príspolitikkur, er rætta avgerðin, hóast ferðslan er væl lægri enn tað, ið skal til fyri, at felagið skal klára at svara hvørjum sítt. Hann talar eisini helst soleiðis, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum teskar honum í oyrað. Stjórin hevði hug at finnast at hugburði hjá einstaklingum og feløgum fyri ikki at brúka nýggju farleiðina millum báðar tær størstu oyggjarnar í landinum og fyri, at t.d. koltvísúrevnið lá so aftarlaga í raðfestingini.
Veruleikin
Hyggja vit at støðuni, veruleikanum, vita vit, at skattgjaldarin gjaldar tað, ið restar í tær 200 milliónirnar, sum Eysturoyartunlinum tørvar til árliga raksturin, sambært stjóranum. Spurningurin er bara, hvussu kreativur stjórin, ella kanska rættari landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er. Og øll munnu vita, at hann kann vera sera kreativur. Tað er hann eisini í hesum føri, soleiðis sum víst verður á seinri í hesum lesarabrævi. Somuleiðis vita vit, at ov fá akfør fara gjøgnum tunnilin. Vit vita eisini, at høvuðsorsøkin til lága bilatalið er kostnaðurin at koyra millum oyggjarnar. Tá ið stjórin nevnir, at hann kennir ikki pínumarkið fyri, nær tað loysir seg hjá tí einstaka at brúka styttru farleiðina, altso tunnilin, ljóðar tað løgið. Men tað kann hann fáa at vita, um hann vil, tí tær útrokningarnar eru tøkar saman við øðrum viðkomandi útrokningum.
##med2##
Ábyrgd og hugburður
Fyritøkur, bæði privatar og almennar, skulu hava ein góðan rakstur fyri at yvirliva. Tí er væl skiljandi, at summar fyritøkur taka longru farleiðina, um tað loysir seg betur heldur enn at taka Eysturoyartunnilin, um tær bara koyra nakrar fáar túrar um dagin. Harafturímóti er tað betri forrætning at koyra so nógv tilfar sum gjørligt gjøgnum tunnilin úr einum staði í annað, t.d. tilfarið úr Sandoyartunlinum, sum jú verður flutt inn á Skálafjørðin. Leiðslurnar hava ábyrgdina av, at tølini á niðastu regluni eru so góð sum gjørligt. Tær eru ikki til fyri at bøta um raksturin hjá nýggja undirsjóvartunlinum.
Ferðslutrygd
Tess fleiri kilometrar verða koyrdir, tess fleiri gerast óhøppini. Tí átti tað at verið eitt sjálvsagt krav, at kostnaðurin varð lagdur soleiðs, at tað var lokkandi at taka styttru og tryggaru leiðina. Vit vita um minst eitt, helst tvey ferðsluóhøpp, sum neyvan høvdu komið fyri, um prísirnir vóru lagaðir eftir «pínumarkinum».
Koltvísúrevni
Somuleiðis er greitt, at fleiri koyrdir kilometrar geva størri nøgdir av koltvísúrevni. Tað er eisini tað almenna, ið eigur at stýra tí. Við rætta kostnaðinum høvdu vit skert koltvíútlátið við 35-45.000 tonsum árliga. Vert at hugsa um.
Landskassin
Róð hevur verið uppundir, at landið skal tryggja raksturin ella tað, ið restar í, tá ið árið er liðið. Ein beinleiðis eykaútreiðsla hjá landinum eru tær 10-12 milliónirnar, sum tað kostar SL at koyra undir Tangafirði. Eisini hevur verið nevnt, at ferðaendurgjaldið fyri at brúka Eysturoyartunnilin skal endurskoðast, lesið: hækka. Verður tað gjørt, kemur skattgjaldarin eisini at leggja rygg til tað í staðin fyri brúkaragjaldið, ið nevnt er omanfyri.
Pínumarkið
Stjórin nevndi, at hann kendi ikki pínumarkið fyri, nær tað loysir seg fyri brúkaran at nýta styttru leiðina heldur enn longra teinin. Tann uppgávan er løtt at loysa: tað er, tá ið tað loysir seg fíggjarliga at koyra undir Tangafjørð heldur enn um Streymin, og eru tey tølini løtt at rokna seg fram til. Tey eru tøk fyri allar akfarabólkar, um áhugi er fyri tí. Um prísirnir lógu nær pínumarkinum, hevði tunnilsfelagið fingið úti við 200 milliónir inn árliga, uttan at tað almenna hevði verið noytt til at spýtt nakað serligt í.
Við tí í huga skuldu prísirnir við haldi fyri at koyra annan vegin undir Tangafjørð verið á leið:
Persónbilur: kr. 35,00,
Vøruvognur 1: kr. 125,00,
Vøruvognur 2: kr. 150,00,
Lastbilur/treylari: kr. 350,00,
Lítil bussur: kr. 225,00 og
Stórur bussur: kr. 400,00.
Niðurstøða
Við hesum prísum hevði ferðslan «normaliserað» seg, tað hevði verið ein bati fyri ferðslutrygdina, fyri umhvørvið og CO2-útlátið, fyri landskassan, fyri einstaklingin, sum ferðast til og úr Havnini, umframt at betri stundir høvdu spurst burturúr við at farið styttru leiðina.
So hví verða prísirnir ikki bara tillagaðir beinanvegin?
Hans J. Hermansen