Leiðslan í Miðlahúsinum hevði leingi gingið og spælt sær við tankanum um eina útvarpsstøð, sum kundi fullfíggjað konseptið um eitt veruligt miðlahús.
- Vit høvdu hugsað um at gjørt okkara egna sendinet, men so vísti tað seg, at tað bar til at keypa Rás2, og tað sigur seg sjálvt, at tað var snildari at gera tað upp á tann mátan. Tað merkti, at vit fyri tað fyrsta kundu fara í gongd beinanvegin, og fyri tað næsta var í veruleikanum ikki brúk fyri trimum ymiskum sendinetum í einum so lítlum landi, sigur Jonhard Hammer.
Miðlahúsið hevði framman undan upprunamiðilin, Sosialin, og hartil fóðrar Miðlahúsið eisini portal.fo, sum er nógv mest vitjaði portalur í landinum.
- Vit hildu ikki, at Miðlahúsið var fullkomið, fyrr enn vit høvdu eina radiostøð eisini, sigur Jonhard Hammer.
Miðlahúsið yvirtók Rás2 1. oktober 2007 og byrjaði at senda mánadagin eftir, sum var 5. oktober. Og ein radiostøð hevur sínar eyðsýndi fyrimunir.
- Radio er gott til »er og nú«, og tað merkir, at vit hava trý bein at standa á. Og okkara motto er: Hendir einki, fáa vit tað at henda, sigur stjórin á Rás2.
Hann sigur, at hesi trý árini, síðani Miðlahúsið keypti Rás2, hevur rásin gjørt nógv event uttan fyri húsið, og júst í hesari vikuni hevur fyrra- og seinnaparts sendingin verið send úr Keypmanahavn.
- Av stóru hendingunum hjá Rás2 kunnu vit nevna Hvonn Live, sum hevur verið ógvuliga væl umtókt, og so sleppa vit ikki undan at nevna alternativu ólavsøkurøðuna, sum seinastu tvey árini hevur savnað eini 12.000 fólk á ólavsøku, sigur Jonhard Hammer.
Slóðbrótandi.
Rás2 hevur í heila tikið verið rættiliga slóðbrótandi, síðani Miðlahúsið tók yvir. Innan ítrótt kann nevnast, at almenna útvarpið hevur fingið kapping innan ítrótt, bæði við at varpa fótbóltsdystir og hondbóltsdystir út, vera við á Oyggjaleikum og ikki minst tá tað kemur til slóðbrótandi tiltakið, 3. hálvleik.
- Hetta, at bróta burtur úr nýggjum er sera tengt at dygdunum hjá starvsfólkunum, og har má eg siga, at vit hava verið sera heppin. Eg vil siga, at ein orsøk til, at vit hava havt so stóra sukses við okkara sendingum er, at fólk eru sloppin at gera tað, sum tey brenna fyri, sigur Jonhard Hammer.
Stjórin heldur, at stórur munur er á gomlu Rás2 og støðini í dag.
- Fyri tað fyrsta er sendiflatan munandi breiðari og kanningar hava eisini víst, at vit hava munandi fleiri lurtarar. Og eg kann vísa til eina kanning herfyri sum vísti, at 47% av føroyingum lurta eftir Rás2, 45% eftir útvarpinum hjá Kringvarpinum og 8% eftir Lindini, sigur Jonhard Hammer.
Sjálvandi skal ein slík kanning takast við tí fyrivarni, ið neyðug er, men hon gevur kortini eina geriða ábending um, at lurtarin tekur rásina í álvara, men ein heilt nýggj Gallup kanning vísir, at 83% av føroyingum lurta eftir Rás2.
- Vit trúðu upp á konseptið við einari radiostøð tá, og tað gera vit enn, staðfesti Jonhard Hammer.
Ójøvn kapping
Men hóast Rás2 hevur staðið seg so mikið væl fíggjarliga, so harmar tað stjóran almikið, at tað almenna gongur á odda at leggja fótonglar fyri rásina.
- Umstøðurnar at kappast eru ikki tær bestu. Øll vita, at almenna Kringvarpið hevur millum 60 og 70 milliónir at dusa sær við, harav ein partur eru lýsingarinntøkur, hetta hóast politisk semja er um, at tær inntøkurnar skuldu lagast niður. Tað, sum vit hava sæð, er, at tað øvugta er hent, sigur Jonhard Hammer.
Sum hjá øðrum gera tíðirnar, at inntøkurnar lækka, og útlendingar øtast við, at Rás2 skal hava tað almenna at kappast ímóti um lýsingarnar. Tí er at vóna, at politikararnir vakna.
- Politiski myndugleikin ynskir ikki sterkar miðlar, ið fylgja væl við, og tað gevur okkum eina eyka avbjóðing, sigur Jonhard Hammer.
Kortini hevur hann bjartar vónir um framtíðina.
- Eg vænti, at Public Service sáttmálin verður settur í gildi í hesari tingsetuni, og at myndugleikarnir fara at fylgja ásetingunum í sáttmálanum, sigur Jonhard Hammer.
Hann leggur aftrat, at framtíðin eisini er tengd at, at starvsfólkini vísa líka stórt ágrýtni og áhuga sum higartil.
- Gera tey tað, haldi eg at framtíðin er bjørt, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.