USA spælir við á COP 15

Cop 15 fundurin er nú formliga byrjaður og Connie Hedegaard, Lars Løkke Rasmussen, Yvo de Boer og Rajendra K. Pachauri høvdu teirra væntaðu røður, sum vístu á, at tað er nú ella ongantíð um tað veruliga skal bera til at arbeiða við veðurlagsbroytingunum. Samstundis tykist tað eisini at verða púra greitt at koma á dagsskrá, at menningarlondini hava sett føtur í spenni og vilja ikki bera kostnaðin av dálkandi menningini, ídnaðarlondini hava bygt sítt ríkidømi á.

Bogi Eliasen, cand.scient.pol
--------------------------------



Tað tykist eisini at verða púra greitt, at sendinevndinar frá ídnaðarlondunum hava skilt, at soleiðis er støðan. Talsmaðurin fyri G77, Lumumba Stanislaus Di-Aping, sum umboðar flestu menningarlondini,nýtti eisini høvið sunnudagin at vísa øllum á hvørja áskoðan menningarlondini hava.
Tað at menningarlond hava hetta sjónarmið er ikki nýtt. Hetta er eitt afturvendani evni tá talan hevur verið um at byggja upp stovnar í ST familjuni. Júst hesin spurningurin er ein av stóru knútunum í WTO, í einum nýggjum leisti fyri valdsmikla Trygdarráðið í ST og ikki minst í Heimsbankaskipanini og altjóða valutagrunnin IMF.

Menningarlond til borðs
MEF (Major Economic Forum) sum eru heimsins størstu búskapir, har størstu menningarlondini eisini eru við, var eitt trapputrin á leiðini at viðganga, at eisini óformliga hjálandatíðin er við at enda. Borgarar í triðja heiminum skulu eisini virðast við somu rættindum, sum vit í okkara parti av heiminum taka fyri givið, nú týdningarmestu menningarlondini sleppa framat, har annars bert G8 londini fundaðust áður. Í ríkara partinum av heiminum hava vit havt sera trupult at síggja lutfallið millum okkara trygd og livistøði og tað sera lága menningarstøði sum ein stórur partur av íbúgvunum í triðja heiminum hava, t.d at einum stórur partur av kinverjum ikki hava streym.

Tryggja egnar borgarar
Landsins leiðarar hava sum ábyrgd at tryggja sínum borgarum best møguligu avtaluna. Tey flestu meta tó, at veðurlagsspurningurin er so mikið álvarsamur, og at umfatandi londini einsamøll ongan kjans hava at gera nakað munagott. Tað eru onnur enn tey sum dálka, sum gjalda prísin við broyttum veðurlagi, tí er neyðugt at arbeiða altjóða. Men ein statsleiðari má alla tíðina ansa eftir at ein nýggj avtala er góð fyri land hansara.

Kollvelta hugsunarháttíð
Ber tað til at fáa eina semju, sum veruliga tekur avbjóðingina í álvara, so er talan um at fáa í lag skipan, sum bæði tálmar útláti og mennir menningarlond? Tað ber ikki til at steðga menningini í menningarlondunum, heldur má talan verða um at kollvelta hugsunnarhátt, sum t.d. Kina arbeiðir við støði í hugsjónini hjá William McDonough og Michael Braungart, har málið er at einki spill tilfar skal verða í framleiðslu, men at alt verður gagnýtt.

COP 15 – karmur til nýggja heimsskipan?
Um úrslitið av COP 15 er góð avtala, so gerst henda avtalan ein paraply, sum fer at seta krøv til WTO, heimsbankaskipanina og ikki minst at fáa veruliga gongd arbeiðið við sonevndu Millenium Goals í ST, sum skal verða við til at menna menningarlond á ein burðardyggan hátt.
USA kom beinanvegin í gjár við útsøgnum, sum vísa, at landsins leiðsla ynskir at verða viðspælari á klimaøkinum. Nógv uppmerksemi fekk tó útsøgnin frá svenska umhvørvisráðharranum Andreas Carlgren, sum umboðandi ES (Svøríki hevur ES formansskapin) greitt segði, at úrslitið á COP 15 hvílir á Kina og USA, tí hesi bæði lond einsamøll eiga helvtina av heimsins útláti.
Við slagorðum sum Hopenhagen og Seal the Deal var skjøtul settur á 12 hørð samráðingardøgn. Fyrsta partin av samráðingunum standa embætisfólk fyri og síðani koma ráðharrar við í seinna partin. Hesar 12 dagarnar er talan um nervaspæl, trýst, lobbyismu har lond, felagsskapir og vinna fara at gera alt fyri at seta skránna.

Fígging
Harða stríðið er m.a. um hvar pengarnir til at fíggja tøknimeningina í triðja heiminum skal koma frá, tí serfrøðingarnir siga, at tað ikki er nøktandi at taka hetta frá verðandi menningarhjálp. Talan skal verða um nýggjar pengar. Hetta er ein torførur boðskapur at selja til veljarar heima í kreppuraktum búskapum, har spart verður í almennum tænastum.

Føroyskt íkast
Veðurlagsbroytingar fara helst at verða um at fáa lond at seta mál og krøv, men eisini at fáa fólk og einstaklingini at taka tað til sín at arbeiða og liva burðardygt. Føroyar hava nógv at bjóða á hesum øki, men synd er at siga, at vit sum land taka av avbjóðingini og møguleikanum. Bert fyri at fáa eina fatan av hvussu lítið Føroyar gera burtúr, so kann lesarin fara inn á almennu føroysku og grønlendsku leinkjurnar um COP 15, tað talar fyri seg. Sí www.vedurlag.fo um Føroyar og climategreenland.gl , Grønland. Átakið In the Eye of the Climate Change vísir, at Grønlendska samfelagið vil nakað á hesum øki.