upp um loysing, tí teir hava onga neyð. Vit gomlu tola ikki at fáa tað verri, og tað er stórur vandi fyri tí, um loysingin verður veruleiki. Døpur framtíð Hóast Jóhanna roynir at hava eina vón um dagin [...] fyri tey gomlu í Føroyum. - Í 1970 varð lóg samtykt á Fólkatingi um heimahjálp. Hetta frættist til Føroya, og vit tosaðu við myndugleikarnar um tað, men sum tað skiltist á lagnum, vóru teir ikki so heitir [...] Sosialmálaráðnum kom til Føroya at greiða frá heimahjálpini sama ár, og nógvir fundir vórðu hildnir um alt landið um at fáa heimahjálp setta á stovn. Vit bíðaðu so eftir, at okkurt fór at henda, men tíðin gekk
skip kann arbeiða eini 700 tons í ráfiski um samdøgnið, er hetta ikki nøkur stór nøgd. - Men hesi hálini eru rættiliga passalig, nú skip og manning eru farin út at gera sínar fyrstu royndir. Hans Arni [...] Føroyingurin er Hans Arni Bertholdsen. Hann sigur, at teir vanliga eru tveir og tríggir mans á skrivstovuni um dagarnar. Men hvussu hevur so gingist hjá Atlantic Navigator, síðan teir loystu í Ánunum seinnapartin [...] Arni Bertholdsen heldur, at eitt størri trýst hevði ligið á manningini, um skipini annars lógu og rokaðust í svartkjafti beint nú. - So, hesin fiskiskapur passar okkum væl í løtuni, leggur hann aftrat. Tóvini
Tað er rokaligt her í kjallaranum í Christianskirkjuni. Klæðir, skógvar, eskjur og posar liggja hvørt um annað. Kortini bendir einki á at óskil er í. Fólk úr øllum landinum lata lutir til hetta hjálpararbeiðið [...] felagi við Absalon er Marjun Simonsen úr Klaksvík. Hon er her og pakkar klæðir einar 3-4 seinnapartar um vikuna. - Tað er gott at man soleðis kann verða við til at hjálpa øðrum, sigur Marjun, nú umboð fyri [...] klæði, men eisini ein hóp av góðum skóm. 400 posar Týsdagin í farnu viku var Marjun enn einaferð farin niður í kjallarin í Christianskirkjuni at arbeiða saman við hinum fólkunum við sama áhugamáli sum
steyp fyri bjarging av einum ungum dreingi í Skopun seinasta sunnumorgun. Tað var um reppið, at drongurin, sum var farin út á streymasjógv, bar boð í bý. Streymurin hevði tikið hann langan veg suður yvir [...] eina roynd at fara út at fáa fatur í dreinginum. Bergur Hentze, sum eigur bátin, sigur, at vónirnar um at fáa fatur í dreinginum, vóru ikki góðar, tá hann loysti úr landi. Tað er trupult at síggja nakað [...] lokið verk kundu venda aftur til lands, har bæði sjúkrabilur, løgregla og onnur tóku ímóti og fegnaðust um, at alt hevði spælt væl av. Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður hjá Føroya Fiskimannafelag, beyð vælkomin
Tórshavnar kommuna hevur heitt á Heilsumálaráðið um fleiri læknar, og at tað nú røkist fyri, at hetta verður veruleiki. Hetta fegnast borgarstjórin um, samstundis sum hon ásannar, at skipanin tykist ikki [...] umsøkjararnir settu krøv fram um at hava færri borgarar fyri hvørja viðtalu enn tað, ið teir undanfarnu høvdu. - Hetta bar ikki til, hóast vit øll munnu taka undir við at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá læknunum [...] gomlu viðtalurnar, sigur Annika Olsen. Vónin hjá borgarstjóranum er, at býráðið um hálvan desember kann kunngera neyvari ætlan um hetta, so Tórshavnar kommuna í 2018 eisini hevur hølisviðurskiftini uppá pláss
Ósemja í kommunu: Tekniski stjórin farin frá - Tað liggur eisini í fráfaringaravtaluni, sum vanligt er, at so úttalar man seg ikki meira um ósemjuna, so eg fái ikki sagt meir um orsøkina, sigur Michael Viderø [...] - Partarnir eru ósamdir um, hvussu tingini skulu skipast, sigur Mikael Viderø, nú fráfarandi tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu. Í morgun frættist, at Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu [...] Kommunu seinastu trý árini, er farin úr starvi. Orsøkin er sambært Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, at partarnir eru ósamdir. - Eg kann ikki siga so nógv meira enn tað. Men vit síggja ymiskt upp á, hvussu
annars við kvinnum 14 til 17 ár. Jórun er somuleiðis vitandi um ætlanir við hesum heilt nýggja skúlanum á Giljanesi. Góð ætlan Ætlanirnar um nýggja skúlan heldur Jórun vera harðliga tiltrongdar fyri framtíðina [...] fram sínar hugsanir um tann týdning sum tann námsfrøðiligi tænastudepilin hevur fyri skúlan og samfelagið sum heild, meðan Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag segði sína hugsan um til uppskotið.Hans [...] Klokkan er farin nakað av níggju fyrrapartin í gjár, og her er sera friðarligt, bæði í skúlagarðinum og inni í forhøllini. Fleiri bilar standa parkeraðir í sjálvum spæligarðinum hjá børnunum, men lítið
enn at royna at bjarga skipinum. Í mínari verð átti vit í fyrstu syftu at hugsa um tað umhvørvisliga, áðrenn vit hugsaðu um tað materiella. Eingin ivi Hann heldur, at soleiðis sum støðan broyttist eftir [...] altíð lætt at vera eftirklókur og meta um, hvat átti at verið gjørt, men vit, sum varða av kommununum og økjunum við Skálafjørðin og Sundalagið, vóru ongantíð í iva um, at skipið ikki mátti fara til botns [...] Sonni. At vera eftirklókur Tilbúgvingin hevur eisini víst á vandan fyri fólkinum, um skipið misti stabilitetin og koppaði, um oljan hevði verið tikin úr skipinum. - Nú hevði Olshana sjálvandi fleiri tangar
orðaskiftinum, sum hevur verið um bygnaðin við skúlarnar í Klaksvík í seinastuni. Ein av áhugaverdu spurningunum er, um ein skal skipa skúlarnar við eini felags leiðslu - ella um ein skal halda fram við tveimum [...] veruliga snýr seg um - og rakar! Næmingarnir vilja kortini ikki gera nakrar politiskar viðmerkingar, men hava tó eitt ynski til tey, sum skulu taka avgerðina um skúla teirra. Tey eru væl vitandi um, at tey sjálvi [...] javnaldrum her í skúlanum. - Og tað vóna vit eisini, at teir høgu harrarnir fara at hugsa um, tá teir nú skulu tosa alvorligt um, hvussu skúlarnir skulu skipast her í framtíðini, siga nakrir av næmingunum í fr
heilt vissir í, hvat fólk kemur at spæla við okkum í ár, og um nakar spælari kemur afturat. Men eg vil siga, at vónirnar mugu vera góðar, sjálvt um tað tekur tíð at spæla eitt nýtt lið saman og fáa tað heila [...] hóast tað kanska er eitt sindur tíðliga at tosa um tað? Jú, man vil jú sjálvandi altíð koma longur upp á FIFA ramglistan, men í fyrsta umfari hugsa vit um at fáa stig, at koma longur upp í okkara bólki [...] ferð eg eri farin, havi eg verið noyddur at steðgað við skúlanum og sett hann til síðis. Men nú havi eg so avgjørt at gera skúlan lidnan og ikki gera nakað, fyrr enn eg eri liðugur við tað. Um eg fái ein