Góðan dag John
? Góðan dag
Ja, nú byrjar so ein nýggj kapping, hvørji mál hava tit í B36 sett tykkum í ár?
Ja, nú haldi eg ikki at man kann siga, at vit hava sett okkum nakað ávíst mál, men B36 eigur at vera við í stríðnum um FM-heitið, so vit vilja í hvussu so er hava eitt heiðursmerkjapláss, tað vil siga ímillum 3 tey bestu. Tað haldi eg, at man í minsta lagi kann siga.
Tit hava fingið eina ringa byrjan, bæði í vinardystunum og í fyrsta steypadysti í Fuglafirði. Hvør er orsøkin til tað?
? Ja, í vinardystum verður alt møguligt roynt, og man líkasum roynir seg fram og ?eksperimenterar? við at gera nógv nýtt á liðnum. Vit hava eisini sum teimum flestu kunnugt mist sera nógvar spælarar, fingið nýggjan venjara, og serliga í verjuni hava vit mist nógvar spælarar frá í fjør, so har er bara nýtt fólk. So í venjingardystunum haldi eg ikki, at úrslitini eru so eftirfarandi. Man brúkar meiri teir dystirnar til at finna útav, hvussu vit skulu spæla, og hvar alt hetta ymiska nýggja fólkið skal brúkast. Men tað, at vit taptu fyrsta steypadystin, er ikki gott, og tað skuldu vit ikki havt gjørt. Ja, eg veit ikki, hvat hendi har, men tað var í hvussu so er ikki gott.
Men hvørjar vónir hevur tú so til árið í ár?
? Ja, nú hava vit skift hampuliga nógv fólk út, so tað er eitt sindur ringt at siga, hvussu tað kemur at koyra hjá okkum í ár, og vit eru jú enn ikki heilt vissir í, hvat fólk kemur at spæla við okkum í ár, og um nakar spælari kemur afturat. Men eg vil siga, at vónirnar mugu vera góðar, sjálvt um tað tekur tíð at spæla eitt nýtt lið saman og fáa tað heila at koyra hjá okkum.
Tit hava mist nógvar lyklaleikarar frá í fjør, so sum Pól Thorsteinsson, Ninoslav Milenkovic, Tomislav Sivic, Øssur Hansen og Arnbjørn Danielsen. Hvussu ætla tit at fylla tey tómrúmini?
? Jú, tað er serliga í verjuni, at vit hava mist spælarar. Vit mistu jú Pól og Arnbjørn, og so er tað eitt sindur ivasamt, hvussu verður við Jens Kristian Hansen, so tað er serliga í verjuni, at tómrúmið fer at vera. Men eg vil siga tað, at har mugu bara ungir menn koma inn, og so fáa vit at síggja, um teir klára at standa royndina. Vit hava eisini mist bæði Tomislav, Ninoslav og Øssur, men eftir mínari meting hava vit havt nokkso nógv offensivt fólk og fingið nakrar nýggjar kreftir inn afturat eisini, so eg rokni ikki við, at tað skuldi farið at bila á tí økinum.
Hvørji lið vera eftir tínari meting tey drúgvastu í ár?
Eg vænti serliga, at KÍ vera drúgvir, tí teir vunnu jú í fjør og hava ikki mist nakað fólk uttan málmannin. Og so rokni eg eisini nógv við GÍ, sum eisini hava nakað tað sama av fólki sum í fjør, og teir gjørdist jú nummar tvey. So teimum báðum liðunum vænti eg heilt nógv av. So er tað sjálvandi HB, sum altíð er við í toppinum, og B68 hevur eisini fingið nógv nýtt fólk, ella um man kann siga gamalt nýtt fólk innaftur, og tað er sera gott fólk, sum teir hava fingið, so teir kunnu gerast sera góðir. So vænti eg sjálvandi, at vit sjálvir eisini fara at blanda okkum uppí í stríðnum um FM-heitið.
Tit hava skift venjara frá í fjør. Er tað øðrvísi at spæla undir nýggja svenska venjaranum Pelle Andersen í mun til Tomislav Sivic í fjør?
Ja, eg veit ikki. Nú hava vit ikki spælt so nógv undir nýggja venjaranum enn, men teir eru heldur ólíkir, serliga í venjingarhátti. Men teir hava tað til felags, at báðir hava gingið inn fyri og dámt væl álopskendan fótbólt, so á tann hátt haldi eg ikki, at tað verður so øgiliga stórur munur á okkara spæli, hóast teir báðir eru ymiskir.
Tit skulu eisini royna tykkum í europeiskum høpi, og í fjør var um reppið, at tit komu víðari. Hava tit sett tykkum nøkur mál viðvíkjandi tí?
Nei, eg haldi ikki, at vit endiliga hava sett okkum nakað ítøkiligt mál, men tað er næstan hvørt ár, at man skal út í Europa at spæla , og so vónar man sjálvandi altíð at koma víðari. Men tað er lættari sagt enn gjørt, og nú fáa vit heldur ikki at vita enn, hvørjum vit møta, so man kann altíð vóna at koma víðari, hóast eg ikki haldi, at man kann vænta sær tað heilt stóra. Men sjálvandi, møtir man einum liði, sum man á pappírinum hevur ein kjans ímóti, so er tað jú púra givið, at man fer eftir honum.
Perónliga hevur tú fleiri uppgávur liggjandi fyri framman við landsliðnum. Ert tú nøgdur við tann bólk tit eru komnir í?
Bæði ja og nei. Nú havi eg verið nøkur ár á landsliðnum, so eg hevði væl kunna hugsað mær at møtt einum av teimum stóru londunum, annaðhvørt Týsklandi, Englandi, Italia ella Hollandi. Tað hevði verið ótrúliga stuttligt. Men tað tykist, sum fáa vit altíð hesi eysturlendsku liðini, og nú hava vit jú møtt bæði Russlandi og Yugoslavia fyrr, so eg haldi, at tað hevði verið nógv stuttligari, um vit høvdu møtt einum av teimum stóru liðunum, hóast tað eisini eru sterk lið, vit koma at møta hesaferð. Men at møta t.d. Luksemburg og Sveits, tað hava vit ikki gjørt fyrr, so tað er í sær sjálvum eisini hampiliga stuttligt.
Hava tit sett tykkum nakað mál á landsliðnum, hóast tað kanska er eitt sindur tíðliga at tosa um tað?
Jú, man vil jú sjálvandi altíð koma longur upp á FIFA ramglistan, men í fyrsta umfari hugsa vit um at fáa stig, at koma longur upp í okkara bólki, og sum heild at fáa so nógv góð úrslit sum gjørligt, hóast tað enn er eitt sindur tíðliga at tosa um at koma víðari. Men sum heild at fáa stig, antin við at vinna ella at spæla javnleik, tað er í stuttum tað sum vit ynskja.
Nú fyllir tú 28 ár í ár, og tað hevur fleiri ferðir verið uppá tal hjá tær at royna teg uttanfyri landoddarnar. Hevur tú nakrar vónir ella ætlanir viðvíkjandi tí?
Ja, nú gangi eg í skúla, og tað verður í hvussu so er til í summar, tí tá eri eg útlærdur á læraraskúlanum. So áðrenn eg verið útlærdur, hendir so einki. Eg havi nakrar ferðir verið uttanlanda, meðan eg havi gingið á læraraskúla, og hvørja ferð eg eri farin, havi eg verið noyddur at steðgað við skúlanum og sett hann til síðis. Men nú havi eg so avgjørt at gera skúlan lidnan og ikki gera nakað, fyrr enn eg eri liðugur við tað. Um eg fái ein góðan møguleika tá, so eri eg heitur fyri tí. Men um tað longu verður í summar, ella um tað verður, tá heimliga landskappingin er liðug, tað veit eg ikki heilt. Tað fáa vit at síggja. Men eg hevði væl kunna hugsað mær at sloppið út at roynt meg uttanlanda, um tað var okkurt ordiligt sum stakk seg upp, men eg fari ikki uttanlands bara fyri at fara.
John, vit siga takk fyri prátið og ynskja tær góða eydnu í framtíðini
Jú, sjálvur takk.