Atlantic Navigator
Ein føroyingur og tveir norðmenn standa aftanfyri driftina av P/F Nærabergi, ið er felagið, sum nú rekur flaggskipið, Atlantic Navigator.
Føroyingurin er Hans Arni Bertholdsen.
Hann sigur, at teir vanliga eru tveir og tríggir mans á skrivstovuni um dagarnar.
Men hvussu hevur so gingist hjá Atlantic Navigator, síðan teir loystu í Ánunum seinnapartin mánadagin?
Triðja hálið
Í samrøðu við Sosialin søgdu skipararnir, áðrenn loyst varð mánadagin, at ætlanin var at fara eystureftir, eystur ímóti markinum til norskan sjógv, tí har høvdu føroysk skip hampiligan fiskiskap eftir svartkjafti.
Hans Arni heldur, at skipið hevur roynt norðrari á, men nú er minni svartkjaftur at fáa.
- Veðrið hevur verið vánaligt á leiðini, og uppundir illveður plagar svartkjafturin at vera verri at fáa fatur á í stórum nøgdum.
Tá ið Sosialurin frætti úr Klaksvík í morgun, visti Hans Arni at siga, at Atlantic Navigator hevur havt tvey hál og hevði trolið úti á triðja sinni í føroyskum sjógvi.
Tey bæði fyrru hálini fingu teir eini 50 tons í hvørjum háli.
Tá ið havt verður í huga, at eitt so stórt skip kann arbeiða eini 700 tons í ráfiski um samdøgnið, er hetta ikki nøkur stór nøgd.
- Men hesi hálini eru rættiliga passalig, nú skip og manning eru farin út at gera sínar fyrstu royndir.
Hans Arni Bertholdsen heldur, at eitt størri trýst hevði ligið á manningini, um skipini annars lógu og rokaðust í svartkjafti beint nú.
- So, hesin fiskiskapur passar okkum væl í løtuni, leggur hann aftrat.
Tóvini hjá svartkjaftaskipunum eru ymiskt alt eftir, hvussu fiskiskapurin er.
- Tá ið lítil fiskur er at fáa sum nú, er hvørt tóvið helst einar 12 tímar, men er nógvur fiskur, kunnu tóvini vara millum 10 minuttir og eitt korter, sigur hann.
Eftir ætlan
- Tað, sum vit í fyrsta lagi vilja við hesum fyrstu døgunum av túrinum, er, at fáa verksmiðjuna at koyra. Verksmiðjan er stór, og hon er júst sett upp umborð á skipinum. Maskinur, bond og annað skulu stillast inn, og vit kunnu rokna við, at tað tekur sína tíð, áðrenn alt gongur eftir ætlan.
Hans Arni vísir á, at allar 12 skerimaskinurnar, sum vóru umborð á Nærabergi, eru instaleraðar umborð á Atlantic Navigator, men umframt hesar, eru fýra maskinur settar upp aftrat.
Sama er við frystarunum.
Nakað av útbúnaði til surimiframleiðsluna var umborð á nýggja skipinum, men ein partur av útbúnaðinum til surimi, sum var umborð á Nærabergi, er eisini umborð á Atlantic Navigator.
- Higartil kunnu vit bert siga, at tað gongur eftir ætlan, soleiðis sum vit vónaðu, at tað fór at gera, tá ið vit fóru undir hesa verkætlan, sigur Hans Arni.
Ein stórur fyrimunur er, at so at siga alt fólkið, sum nú er umborð á Atlantic Navigator, hevur verið við Nærabergi áður.
- Eg haldi, at tað eru færri enn 10 fólk, sum nú eru umborð á Atlantic Navigator, ið ikki hava verið umborð á Nærabergi áður, sigur hann.
Góð útlit
Hans Arni vísir á, at norðmenn og ikki minst Kjeld Inge Røkke sjálvur leggja stóra orku í hesa verkætlan og síggja stórar møguleikar í henni.
- Hýrurin er góður, og fólk eru positiv.
Hann sigur, at Atlantic Navigator er flaggskipið hjá Røkka, og hann er sinnaður at leggja nógva orku í at fáa lønsemi í verkætlanina.
- Brotið er burtur úr nýggjum, og hetta hevur verið ein long leið, men tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Næraberg "fungeraði", nú hann fór úr flotanum.
Næraberg hevur verið í vinnu í níggju mánaðir í ár og hevur fiskað fyri stívliga 100 miljónir krónur.
- Raksturin hevur givið undirskot í fleiri ár, men hevði Næraberg verið byrjaður á 0 í ár, hevði slett ikki sæð so galið út. Tí vóna vit, at møguleikarnir, sum nýggja skipið hevur, fara at geva tað íkast, sum restar í.
Hans Arni vísir á, at framleiðsluorkan umborð á Atlantic Navigator er nógv størri enn orkan, sum Næraberg hevði.
- Í fyrsta lagi eru skerimaskinurnar nógv fleiri, frystararnir nógv fleiri, og haraftat er feskvatnsframleiðslan, sum var ein trupulleiki umborð á Nærabergi, nógv størri.
Hann vónar, at økta framleiðsluorkan kemur at geva skipi og manning eitt størri íkast, tá ið nógvur og góður fiskur er at fáa, sum tað stundum er í vertíðini.
- Jú, vit eru ógvuliga spentir, og norðmenn brenna virkuliga fyri hesi verktælan, sigur Hans Arni Bertholdsen á skrivstovuni hjá P/F Næraberg.
Ein annar fyrimunur er eisini, at Atlantic Navigator er nýggjari og tí væntandi eisini verður bíligari í eitt nú viðlíkahaldi.
Aftur í januar
Gongst sum ætlað hjá Atlantic Navigator, kemur skipið ikki til lands aftur fyrr enn umleið 20. januar.
Nakrir serfrøðingar og onnur eru umborð, sum skulu í land aftur fyri jól, og ætlanin hjá reiðarínum er, at teir skulu koma í land við øðrum skipi.
Ein møguleiki, sum felagið onkuntíð hevur brúkt, er at senda Silju eftir teimum, sum skulu í land. Men til tess krevst, at veðrið er hampiligt, og at Atlantic Navigator tá ikki er alt ov langt burtur.