Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ger í kvøld viðmerkingar til, at fleiri túsund borgarar í Havn eru uttan lækna, og at skiftandi vikarar eru í triðju hvørju læknaviðtalu. Hon ger eisini viðmerkingar til hølisviðurskiftini hjá læknunum, sum ikki eru nøktandi og til arbeiðsbyrðuna, sum styggir læknar burtur.
- Hetta er støðan á kommunulæknaøkinum í høvuðsstaðnum, staðfestir borgarstjórin, sum vísir á, at Tórshavnar kommuna hevur heitt á Heilsumálaráðið um fleiri læknar, og at tað nú røkist fyri, at hetta verður veruleiki. Hetta fegnast borgarstjórin um, samstundis sum hon ásannar, at skipanin tykist ikki fylgja við tíðini.
Hon sigur, at fyri stuttum varð lýst eftir tveimum læknum, tí aðrir vóru givnir fyri aldur. Men, bert ein varð settur í starv, tí umsøkjararnir settu krøv fram um at hava færri borgarar fyri hvørja viðtalu enn tað, ið teir undanfarnu høvdu.
- Hetta bar ikki til, hóast vit øll munnu taka undir við at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá læknunum, tí tey hava krav uppá familjulív eisini. Men fyri okkum í høvuðsstaðnum er undrunarsamt, at tað stutt eftir vórðu settir í starv tveir læknar í Sundalagnum - eftir øllum at døma við júst hesum sømdum.
Annika Olsen vísir á, at nú verður søkt eftir trimum læknum í høvuðsstaðarøkinum, og ætlandi verður søkt eftir tveimum nýggjum læknum aftrat seinni. Hon heldur, at um arbeiðsgevarin, sum er okkara heilsumyndugleikar, ikki tryggja læknunum virðilig arbeiðskor, so skal neyvan nakar nýggjur lækni væntast í Havn.
- Tað kann ikki góðtakast, at dýra og ónøktandi vikarskipanin kemur at halda fram.
Borgarstjórin vísir á, at tað er kommunan, sum hevur ábyrgd av at veita kommunulæknum viðtaluhøli og útgerð, og hon heldur ikki, at kommunan her hevur røkt hesa uppgávu nóg væl. Nakrar av viðtalunum eru heilt einfalt ikki í nøktandi standi.
- Vit fara at gera okkara til, at øll kommunulæknaskipanin í Havn kemur upp á nútíðarstig. Kommunan er tí farin í gongd við at skipa nýggjar læknaviðtalur, bæði til teir nýggju læknarnar, sum koma inn í skipanina og til tess at niðurleggja gomlu viðtalurnar, sigur Annika Olsen.
Vónin hjá borgarstjóranum er, at býráðið um hálvan desember kann kunngera neyvari ætlan um hetta, so Tórshavnar kommuna í 2018 eisini hevur hølisviðurskiftini uppá pláss. Hon heldur, at hetta skyldar kommunan sínum borgarum - og læknunum.