- Vit síggja ikki eins upp á tingini

- Partarnir eru ósamdir um, hvussu tingini skulu skipast, sigur Michael Viderø, nú fráfarandi tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu.

- Partarnir eru ósamdir um, hvussu tingini skulu skipast, sigur Mikael Viderø, nú fráfarandi tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu.

 

 

Í morgun frættist, at Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu seinastu trý árini, er farin úr starvi. Orsøkin er sambært Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, at partarnir eru ósamdir.

 

 

 

- Eg kann ikki siga so nógv meira enn tað. Men vit síggja ymiskt upp á, hvussu tingini skulu gerast, váttar Mikael Viderø. Tí er ein fráfaringaravtala gjørd við Mikael Viderø sum sigur, at hann fær løn í 10 mánaðir fram.

 

 

 

Les eisini: Ósemja í kommunu: Tekniski stjórin farin frá

 

 

- Tað liggur eisini í fráfaringaravtaluni, sum vanligt er, at so úttalar man seg ikki meira um ósemjuna, so eg fái ikki sagt meir um orsøkina, sigur Michael Viderø.