fáa stóran týnding fyri okkum øll, so gera vit okkum før fyri at veita hjálp til sjálvhjálp. Nú kunnu somu lærarar so fara út til føroyingar og leggja teimum lag á. Tvs. at vit fyri tað fyrsta sleppa undan [...] undan at senda okkara egnu fólk av landinum á skeið og vit sleppa lutvíst eisini undan at skula taka útlendingar til Føroyar fyri at undirvísa. Vit gera alt hetta sjálvi við at útbúgva lærararnar til endamálið [...] olja ella gass, so er tiltakið hjá skúlunum kortini til stóra nyttu. Vit leggja okkum eftir at útbúgva fólk til onnur øki enn tey vit hava gjørt higartil. Hesi fólk hava tá stórar møguleikar at fáa arbeiði
LS stig fyri stig, við upprunaliga uppskotinum sum grundarlag. Lappaloysn má vera søga, tá tað ræður um okkara meginsjúkrahús. Tvørturímóti mugu vit til at menna hetta, soleiðis at ikki bert vit men komandi [...] politikarar, sum ikki ganga eins heilhjartaðir inn fyri umrøddu útbygging sum landsstýrismaðurin nú ger, seta ikki bert fót fyri sær og sínum men fyri øllum øðrum og eisini uppvaksandi ættarliði av føroyingum [...] dagarnar løgdu fyri landsstýrismannin í Tinganesi. Onkur vil kanska siga, at hetta er jánkasligt av landsstýrismanninum, at hann ikki kann standa við tað, sum hann hevur hildið seg til. Her eru vit ósamd og
Vit hava brúkt nógv pláss í blaðnum og á hesum stað uppá ætlaða tilfeingisdepilin í Fuglafirði. Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er [...] er einki minni enn ein skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt [...] útbyggja møguleikarnar fyri at troyta fiskasløgini eitt nú sildina, sum svimur framvið oyggjum okkara - og hesi so als ikki verða hoyrd. Tað líkist ongum. ALT hetta málið er ein stór skomm fyri okkara stýrandi
Føroyum av. Vit vilja varðveita búpláss uttan fyri miðsteðarøkið og tí mugu vit solidariskt vera við til at halda lív í hesum økjum. Hetta kann m.a. vera gjørt við eini ?Sandoyarætlan? fyri Vágoynna. UNDIR [...] endurtekur seg. Vit síggja, hvussu avtalan við danir forðar fyri eini neyðugar havnaútbygging í Fuglafirði. Tað kann ikki vera nøkur meining í at gera avtalur við danir, sum seta forðingar fyri hjá tí almenna [...] almenna at skapa tær neyðugur fortreytirnar fyri einum mennandi vinnulívi. VIT mugu heldur ikki gloyma, at miðvingar hava skip, sum avreiðir til virkið. Tað er rætt, at tað ber ikki til at hava øll tey gomlu
taka okkum í Føroyum fyri fult, tá vit ferð eftir ferð velja henda sama útspillaran aftur á fólkating at umboða okkum! VIST hava vit ein trupulleika.. Vil tú Føroyum væl, so syrg fyri, at hesin fólkafloksmaðurin [...] SO sóu vit aftur ranguna á fólkaflokspolitikki, tá hann er mest avdúkandi. Nevnliga skammiliga vanvirðingin fyri teimum veiku í samfelagnum. Tað var undir fíggjarlógarumrøðuni, at formaðurin í tingbólki [...] yvir og entá grundgeva fyri, hví partamaðurin við røttum brúkti hetta orðið. Hetta sigur ikki so lítið um nýggja ættarliðið av fólkafloksmonnum. TAÐ eru helst tey, sum spyrja, hví vit hava so ilt av tí, sum
at prioritera samferðsluna, nú vit fara inn í eina nýggja øld, og vilja vera við til at evna til ítøkiligar ætlanir á samferðsluøkinum, teir fara vit at taka hattin av fyri, og teir fara afturfyri at fáa [...] kanska tað mest týðandi grundarlagið í heila tikið fyri at varðveita og menna hetta samfelagið. HØVUÐSSTAÐURIN og stórplássini hava stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum [...] tað vit eisini kunnu nevna okkara fólkamentan. FÆR út í Fugloynna, fær út í Hest, ja fær til Suðriar ella til Sands hatta landsstýrismaður og innliva teg í, hvussu týdningarmikil samferðslan er fyri hesi
eisini bundin at viðurskiftum, sum vit einki kunnu gera við. Men vit kunnu so brúka vit og skil og ein góðan vilja til at røkka so langt, sum nú tilber. Uttan vilja koma vit so onga leið. Hví ikki stinga út [...] gerandisdegnum! Og við mentan hugsa vit um alt frá tónleikaundirvísing fyri børn og ung til umstøður hjá evnaríkum fólkum at skriva bøkur og skapa ymsa list. Mong bera ótta fyri avleiðingunum frá eini oljuvinnu [...] spurningum. Tvs. hvussu tryggja vit, at ein komandi oljuútviklingur verður við til at varðveita og menna føroyska mentan og siðir. VIT gleðast saman við sandoyarfólki. Vit skrivaðu fyrr í vikuni, hvussu
HVUSSU leingi skulu vit bíða , til vit fáa eina heiðurliga og virðiliga loysn á tí kreppu, sum hevur tikið seg upp millum Danmark og Føroyar - í kjalarvørrinum á bankakanning og annars øllum teimum sk [...] enn at slaka og byrja ein uppbyggjandi dialog við føroyskar myndugleikar. VIT siga ikki, at ein nýggj kanning skal gerast. Vit siga, at danska stjórnin má viðganga, at her er so nógv skeivt farið fram [...] góðtrúgvin sum vit vóru eydnaðist tað hesum stovnum eftir resept frá donskum embætismonnum og Fíggjareftirliti at lokka føroyingar út í eina kreppu, sum somu føroyingar í dag mugu gjalda fyri - til danska
ábyrgd. Nú hevur bráddliga eingin ábyrgd men fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga at leypa framav og bara [...] eftir við, nú vit hoyrdu, hvussu debattin á fólkatingi gjørdist ein uppgerð við føroyskt oysl og yvirforbrúk. Ja ein moralskur peikifingur. VIT føroyingar eiga ikki at vera undirbrotligir. Vit eiga heldur [...] avgjørdan hátt men eisini við virðing. Vit eiga at krevja rætt okkara men samtíðis røkja okkara skyldur. Danir skulu gjalda fyri sítt svik - og tá tað er gjørt - eiga vit og danir at stinga út í kortið av nýggjum
til, at hann stóð á odda fyri bæð Oljuráðleggingarnevnd og samráðingarnevnd. NÚ finnur løgmaður bráddliga út av, at hann bara skal vera í samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin [...] ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið fyri eini marknasemju. Bretar hava við at skjóta upp [...] mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara skulu siga nei og aftur nei til allar skilagóðar samráðingarloysnir. Tí vit mugu ikki gloyma, at ein avgerð í Haag, kann eisini gerast