HVUSSU leingi skulu vit bíða , til vit fáa eina heiðurliga og virðiliga loysn á tí kreppu, sum hevur tikið seg upp millum Danmark og Føroyar - í kjalarvørrinum á bankakanning og annars øllum teimum skýmaskotsætlanum, sum hava verið lagdar í donskum ráðharrastovum seinastu árini!
EINGIN kann halda fram við og byggja eitt framtíðar samstarv á alt tað, sum er komið undan kavi úr donskum ráðharrastovum seinastu árini. Luftin er vorðin so skitin, at her má reinsast út so ella so. Hvør lúturin skal verða, eru tað helst mangar uppskriftir uppá. Men okkurt má gerast, um samvinnan millum Føroyar og Danmark ikki skal fáa endaliga mønustingin.
VIT hava hesar seinastu dagarnar verið vitni til, hvussu ein heil tjóð - fólksins innasti vilji - tvingaði eitt annars sera treiskt og konservativt kongahús til at lora flaggið niður á hálva stong, m óti sínum egna vilja. Orsøkin var deyði Dianu prinsessu.
HENDA mynd kann eisini brúkast um støðuna millum Føroyar og Danmark. Danska stjórnin hevur higartil - hóast føroyska fólkaviljan - ikki vilja lorað flaggið hvørki so ella so. Tað er farið so nógv løgið og skeivt fram handan leiktjølini á Christiansborg, Den Danske Bank og Fíggjareftirlitinum, at danska stjórnin hevur einki annað í at velja mótvegis fólkakravi føroyinga, enn at slaka og byrja ein uppbyggjandi dialog við føroyskar myndugleikar.
VIT siga ikki, at ein nýggj kanning skal gerast. Vit siga, at danska stjórnin má viðganga, at her er so nógv skeivt farið fram móti Føroyum og sum roynt er at koyra undir teppið, at stjórnin loksins má vísa vilja til at gera eina avtalu við føroyingar, sum t.d. sigur, at stjórnin, Den Danske Bank og Føroyar rinda hvør sín triðing av uttanlandsskuldi. Alt annað er uttanumtos. Danir hava slept Føroyum uppá fjall, og tað er einki dulsmál, at nógvir danskir politikarar eru vornir gíslar í royndunum hjá donskum embætismonnum og leiðslunum í Fíggjareftirliti og Den Danske Bank at skapa eina kreppu í Føroyum.
FØROYINGAR hava so sanniliga eisini sína stóru ábyrgd av gongdini í egnum landi, men eingin eigur at gloyma leiklutirnar hjá táverandi leiðsluni í føroyska filialinum av Den Danske Bank og leiðslunum fyri Kreditfeløgini, sum uttan nakra sum helst konsekvensanalysu ella professionella ráðgeving tveittu um seg við pengum í Føroyum - og ?fingu? landskassan at veðhalda. Býtt og góðtrúgvin sum vit vóru eydnaðist tað hesum stovnum eftir resept frá donskum embætismonnum og Fíggjareftirliti at lokka føroyingar út í eina kreppu, sum somu føroyingar í dag mugu gjalda fyri - til danska statskassan.
VIT teljast millum teirra, sum halda, at tað er ikki rætt at kvetta sambandiðviðDanmark. Men hetta samband kann so heldur ikki halda fram fyri einhvønn prís. Nú er upp til Nyrup, hvat skal henda.









