fram á firðum og sundum. Av hesum gongur ein hvønn tíma úr Vestmanna yvir um sundið til bygdina Oyragjógv, sum nú hevur 1400 fólk. (...) Oyragjógv hevur nú 8 virkishús, av teimum eru 4 sum gagnnýta seið [...] Forðingarnar eru í okkum sjálvum Hoyrdi herfyri eina søgu um ein miðving, sum var farin av oynni. Hann skuldi senda eitt bræv heim til mammuna. Uttan á brævbjálvan skrivaði hann bert: Mamma, MÚÁ. Og brævið kom [...] ikki ræða av hesum rópunum um fullveldisskrímslið. Tey flestu tora at hygga at tí ? og síggja tá, at hetta er tann vakrasti skapningur, sum finst. Hann er eitt boð um at taka fulla ábyrgd og ræði av egnum
framúr vøkur. Í stovuni í teimum elligomlu húsunum úti á Válinum hongur eitt teppi við mynd av Risanum og Kellingini, og í ytru stovuni hongur eitt - fyri hana - meira heimligt motiv, nevniliga Heygadrangur [...] Ein av teimum, sum hevur verið við á báðum undanfarnu framsýningunum, og sum eisini er við í ár, er Hallfríð Isaksen úr Vestmanna. Hallfríð ger veggjateppir, og hon hevur eftir sera stuttari tíð fingið [...] Henda spurningin settu við Hallfríð. ? Eg haldi, at eg altíð havi havt hug at seyma, og tá hugurin er til staðar, tá er tað torført at lata vera. Men hevur tú so fingist hetta slagi av seyming í loyndum
eitt annað slag av djóri. Hetta djórið, ólíkt øðrum, vísir vanligum skynsemi frá sær og handlar av knappligum hugi, loynivitsku, og blindari eltan av adrenalini. Eg havi verið eitt av hesum djórum. Eg [...] brúkti umleið ein triðing so nógv bensin sum áðrenn. Vit vóru komnir nærum hálva leið til Íslands, men vit høvdu ov lítið av bensini til at røkka allan teinin. Seinni funnu vit út av, at báturin framvegis [...] nágreiniliga at greiða teimum frá, at sjálvt um tað eydnaðist at skifta bløðini út uttan at missa týdningarmiklar partar av skrúvunum, var tað als ikki vist, at vit kundu heinta inn nóg mikið av kilometrum um tíman
hvat heldur tú, vit skulu senda heim? Hvat hevði størstan týdning av tí, Poul Nyrup segði?² Teir tosa saman eina løtu. Stundir eru ikki at klippa stórvegis burtur úr teimum gott og væl fýra minuttunum [...] Rasmussen ? við ISDN-linjuni, av redaksjónini á Ríðibananum á Christiansborg, og norður í hav. Tað eydnaðist sostatt teimum báðum á Føroysku Tíðindastovuni at fáa alt heim til tíðina. Eina ferð enn. Og [...] er Kári Durhuus, annar av monnunum aftan fyri Føroysku Tíðindastovuna. Á redaksjónini hjá Føroysku Tíðindastovuni, einum fýrakantaðum rúmi á ²Ríðibananum², sum hesin parturin av Christiansborg verður róptur
restina av dystinum, og hetta ørkymlaði vestmannagenturnar somikið nógv, at tær ongantíð fingið glið á spælið, tað sum eftir var av dystinum. Jacklin fekk bert eittans mál, tað sum eftir var av dystinum [...] setti Nicolinu Joensen út av spælinum, umframt at hon var ósvikaliga trygg, tá mál skuldu skjótast. Hon fekk 6 mál úti frá vonginum, og harumframt var hon upphav til fleiri av teimum brotskøstum, sum venjari [...] nú er flutt heim aftur at búgva. Framman undan hevur liðið eisini somikið frægar leikarar sum Simonu Hansen, Anna K. Samson og Joan M. Joensen, so uttan at undirmeta týdningin, sum restin av liðnum hevur
Teir byrjaðu alment tann 7. maj 1999, og nú knapt hálvt ár seinni er liðugt. Tá klokkan fer um midnátt gevst Atlantic Radio at senda, og í tí sambandi lat Lárus Robert Árason, stjóri í fyritøkuni Sp/F [...] tey at starvast á støðini 1. oktober. Løn kom eingin og tí gjørdu starvsfólkini álvara av hóttanini og fóru heim. Blokada og nevar Smátt um smátt kom alt meir undan kavi um radiostøðina, og tað vísti seg [...] Atlantic Radio so avgjørt, at fara til Loftmiðlanevndina og geva teimum sendiloyvi aftur, og samstundis boða frá,, at Atlantic Radio gevst at senda á midnátt. Við hesum verður so aftur bara ein útvarpsstøð í
Verenu og Willi Gohl. Tey høvdu á konservatoriinum júst havt vitjan av tónleikavísindamanninum Werner Schulze úr Wien. Høvdu boðið honum heim um kvøldið, og í práti vóru tey tá komin eftir, at tey høvdu felags [...] vinum. Hesin fundur hevði vakt teimum minnir og hug at koma hendanvegin einaferð aftur. Lætt var tá til hugskot um enn eitt stevnutiltak. Í sambandi við upplatingina av Norðurlandahúsinum júst tá høvdu [...] Eisini í hesum humanistiska virksemi er navnið Willi Gohl kent og virt víða um heim. W. Gohl hevur nú sagt frá sær alt alment konsertvirksemi. Tí eru vit honum takksom fyri, at hann sum serliga vinagerð
handilsferðirnar til Føroya nú eru av ? kanska ger Erling eitt eykanummar næsta oktober ? ætlar hann sær at vitja Føroyar í framtíðini. - Okkara heim hevur altíð verið nógv merkt av Føroyum, og tí ber tað als [...] sigla úr Keypmannhavn til Føroya Kristi Himmalferðardag í 1964. Ein av skrivstovukvinnunum møtti upp á bryggjuni við einum metri av sjokulátu. - Tað fekk eg við mær, so eg fór at keða meg minni á ferðini [...] Tjaldrinum og møta nýggjum viðskiftafólkum. Við sær hevði Erling fitt av vøru, og tað var eitt baks, hvørja ferð alt hansara úrval skuldi av Tjaldrinum og út til okkurt viðskiftafólk. Við sær hevði hann millum
í ÙF og SvF tilsamans. Vit senda ikki nógv minni enn DR og Svt. Men okkara almennu fjølmiðlar hava fólk, sum við sera smáum miðlum royna at menna SVF og ÙF, fólk sum settu sær stór og týðandi mál við [...] tóku teir fíggjarliga grundarlagið undan teimum. Spæla seg burtur úr neyðini Skal eg koma við einum hjartasuffi um kanska serstakliga leiðsluna í SVF og partar av gomlu sjónvarpsnevndini, so var tað tann [...] skomm fyri tað føroyska fólkið. Mottoið gjørdist: Vilt tú hava gott alment sjónvarp, so spæl Gekk. Stór etandi skomm. SvF varð tikið av løgtingsins fíggjarlóg, nú skuldi public servise stovnurin hjá føroyska
SMS, har ymsir partar av arbeiðinum hjá limum felagsins verður sýnt fram. Teir tríggir bólkarnir hjá Amnesty í Føroyum greiða frá arbeiði sínum, og teir greiða eisini frá teimum fangunum, sum teir arbeiða [...] sínum, og í hesum partinum av framsýningini verða m.a. fleiri svar, sum eru komin uppá brøv, sum limir í føroyska Snarmálsnetinum hava sent síðstu árini, víst fram. Um allan heim eru amnestylimir í hesum [...] kunnu senda til Saudi Arabia. Deyðarevsingin er enn sum áður eitt tað grovasta brotið ímóti mannarættindunum, og hóast stór framstig eru gjørd síðstu árini við at avtaka deyðarevsingina um allan heim, so