Ein av teimum, sum hevur verið við á báðum undanfarnu framsýningunum, og sum eisini er við í ár, er Hallfríð Isaksen úr Vestmanna.
Hallfríð ger veggjateppir, og hon hevur eftir sera stuttari tíð fingið eitt sera gott umdømi - bæði her á landi og eisini uttanfyri landoddarnar.
Men orsøkin er kanska ikki so torskild tá til stykkis kemur. Motivini hon brúkar eru sera fjølbroytt, og so ger hon sum oftast bara eitt eintak av hvørjum.
? Tað er ikki ætlanin, at ein kundi, sum keypir frá mær, skal síggja »somu« mynd inni hjá grannanum eisini, sigur Hallfríð.
Eitt skilagott argument, sum kundarnir uttan iva fegnast um.
Havi altíð seyma
Men hvaðani kemur so hugurin fyri seymingini - og handaverkinum.
Henda spurningin settu við Hallfríð.
? Eg haldi, at eg altíð havi havt hug at seyma, og tá hugurin er til staðar, tá er tað torført at lata vera.
Men hevur tú so fingist hetta slagi av seyming í loyndum í nógv ár?
? Nei. Tá eg byrjaði var tað mest til egna nýtslu, og til vinkonur. Eg havi seymað grýluklæði og brúðarkjólar, so eg havi gjørt eitt sindur av hvørjum.
Men nær byrjaði so hugurin fyri t. d. at gera veggjateppir?
? Eg haldi, at tað byrjaði fyri um fýra árum síðani. Eg fekk hug at royna okkurt annað enn tað, sum eg altíð havi gjørt og tí fór eg undir hetta, sigur Hallfríð.
Ótrúliga spennandi
Hon dylir ikki fyri, at hon av álvara er bitin av at seyma veggjateppir. Hon brúkar alla frítíð framman fyri seymimaskinuni, og so eitt sindur til hondbólt, men tað er nú heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, at hon býr í Vestmanna!
? Tá tú fert í holt við nakað sum hetta, so er »vandin«, at tú verður bitin av tí, og tað eri eg eisini. Eisini tá eg eri til arbeiðis, sigur Hallfríð smílandi.
Men tað bilar kanska ikki so nógv kortini, tí Hallfríð er sín egni arbeiðsgevari, so at siga.
Saman við manninum hevur hon tveir lastbilar, og tá brúk er fyri báðum bilunum, setir hon seg við ratti á øðrum teirra.
Tað er kanska ikki tað ein knýtir mest at handaverki?
? Tað er eisini hvør sítt. Tað er mítt arbeiðið, meðan hetta er eitt frítíðarítriv, men tað er ikki so sjáldan, at eg fái hugskot til seymingina, meðan eg koyri. So skundi eg mær at festa tey á blokkin, sum eg altíð havi við mær í bilinum, sigur Hallfríð.
Torført at seta prís á
Sum sagt er hevur Hallfríð verið við síðani byrjað varð við hesum slagnum av framsýningunum fyri tveimum árum síðani.
Men kortini hevur hon eitt sindur torført við at seta prís á tað sum hon ger.
? Tað er so ótrúliga ringt. Eg havi torført við at krevja nógvar pengar fyri tað sum eg geri, tí eg eri sjálvlærd, og tí tori eg illa at seta prís á, sigur Hallfríð.
Men er tað ikki tá ein vandi fyri, at tú selir tað tú gert við ov lítlum vinningi?
? Tað kann gott vera, men eg dugi bara so illa at meta um hvat tað skal kostað. Tað er ógvuliga torført.
Hevði tað kanska hjálpt, um tit, sum takast við handaverk høvdu fingið eina ella aðra vegleiðing í prísáseting?
? Tað er ikki óhugsandi. Eg haldi, at fleiri okkara hava tað á sama hátt. Vit gera vøruna, og vita hvussu nógva tíð vit brúka til hvørt einstakt stykki, men eg haldi, at vit tora ikki at seta »rætta« prísin á...
Hvussu nógv tíð brúkar tú til eitt veggjateppi, um vit taka okkurt dømi?
? Onkuntíð upp í hálvan annan mánað. Tað er øgiliga drúgt at arbeiða við, tí tað er so nógv, sum skal fáast frá hondini. Men prísurin er í mongum førum bara fyri tilfari og slit av maskinuni, sigur Hallfríð smílandi.
Gongur strúk-
andi at selja
Teppini, sum Hallfríð hevur við hús, og sum vera við á framsýningini eru um at vera liðug. Motivini eru sera ymisk.
Frá stórum, sera litríkum »grýluskortum« til náttúrumyndir, sum meira eru á stødd við málningar.
Men felags fyri tey øll er, at tey eru framúr vøkur.
Í stovuni í teimum elligomlu húsunum úti á Válinum hongur eitt teppi við mynd av Risanum og Kellingini, og í ytru stovuni hongur eitt - fyri hana - meira heimligt motiv, nevniliga Heygadrangur.
Og tað gongur eisini framúr væl at selja.
? Ja, tíbetur. Eg havi ongantíð havt trupulleikar av at selja tað, sum eg havi gjørt, sigur Hallfríð.
Hvaðani eru kundarnir. Eru tað føroyingar, sum keypa mest, útlendingar ella selir tú kanska líka nógv til báðar kundabólkarnar?
? Tað má vera á leið helvt um helvt, haldi eg. Tað koma nógvir útlendingar til hesar framsýningarnar og teir halda seg ikki aftur at keypa, sigur Hallfríð.
Annars greiðir hon frá, at hon fær fleiri bíleggingar. Tað kemur meiri enn so fyri, at fólk kemur at hugsa um hana drúgva tíð eftir eina framsýning, og so ringja tey til hana við bílegging.
? Ein íslendsk kona, skuldi hava eitt veggjateppi, men tá motivið, sum hon vildi hava var selt, bílegði hon eitt, sum eg slapp at gera og senda henni eftir at hon var farin aftur til Íslands, greiðir Hallfríð frá.
Og dáman hevur eftir øllum at døma verið væl nøgd við tænastuna og við teppi, tí nakrar dagar eftir at hon hevði fingið teppið, fekk Hallfríð eitt takkarkort í postinum. Og slíkt fløvar tá ein er nýggjur í »bransjuni«