Sjónvarp Føroya, sum átti at verið bjartasti vitin hjá føroysku tjóðini, líður undir einari eyðmýking fyri og aðrari eftir.
Vitleysa og eirindaleysa privatiseringstrongdin, sum gongur sum hervilig landfarsótt um landið, er nú eisini við at jarðleggja SVF.
Millum manna og nógvar politikkarar hoyrir tú bara um, hvussu nógv fólk starvast á stovninum og hvussu lítið viðkomandi SVF er. Óvitska og lítil vilji at kanna veruligu viðurskiftini eru í flestum førum grundarlagið undir orðaskiftinum.
Vit drýpa høvur í sorg
Øll tey, sum vita um tað slóðbrótandi og sera dugnaliga arbeiði, sum er gjørt í Sjónvarpi Føroya, síðan tað varð stovnað í 1984, drýpa høvur í sorg um ta viðferð undangongufólkini í føroyskari mentan hava fingið. Hugburðurin er bygdur á so ússaliga grund, at orð finnast ikki fyri tí.
Manningin lítil
Fyri at koma til manningina fyrst, so kann upplýsast, at fyri fáum árum síðan vóru 4000 fólk í starvi hjá svenska útvarpi/sjónvarpinum. Í DR starvaðust um somu tíð millum 2 og 3000 fólk. Nógv flest virkaðu við sjónvarp.
Hjá okkum eru millum 60 og 80 medarbeiðarar í ÙF og SvF tilsamans. Vit senda ikki nógv minni enn DR og Svt. Men okkara almennu fjølmiðlar hava fólk, sum við sera smáum miðlum royna at menna SVF og ÙF, fólk sum settu sær stór og týðandi mál við t.d. Øravíkarskjalinum. Einasta forðing fyri, at ætlanirnar kunnu setast í verk, er hugburðurin hjá ikki minst politiska valdinum.
SvF ein søkkandi skúta
SvF, sum átti at verið stoltasta farið í føroyska mentanarheiminum, er í staðin søkkandi skúta í ússaligu privatiserings smáligheitini.
Í staðin fyri at heiðra og eggja fjølmiðlafólk okkara til at menna almennu fjølmiðlarnar, so tóku teir fíggjarliga grundarlagið undan teimum.
Spæla seg
burtur úr neyðini
Skal eg koma við einum hjartasuffi um kanska serstakliga leiðsluna í SVF og partar av gomlu sjónvarpsnevndini, so var tað tann góðviljaða og góðtrúna ætlanin um at, SVF - Mentanarflaggskipið - skuldi spæla sær fígging til. Hetta var mannminkandi og látulig avgerð, ja, stór skomm fyri tað føroyska fólkið.
Mottoið gjørdist: Vilt tú hava gott alment sjónvarp, so spæl Gekk. Stór etandi skomm.
SvF varð tikið av løgtingsins fíggjarlóg, nú skuldi public servise stovnurin hjá føroyska fólkinum rekast á handilsligum støði.
Politikkararnir spæla fríspæl - leiðsla og manning syndabukkar
Meiningin hjá leiðsluni var óivað góð, men alt ov naiv. Ov tíðliga varð givið upp fyri skutul. Sjálvsagt høvdu onnur samábyrgd við leiðslu og starvfólki í SvF, og hesi skuldu komið fram í ljósið og drigin til ábyrgd.
Úrslitið er, at leiðslan og starvsfólkið nú eru syndabukkar - mett oyðsluvætti og ódugnakroppar, men veruligu syndararnir, løgting og landsstýri, tváa hendur, um tey tíma so frætt. Ryggin sýnast tey í øllum førum at hava frían.
Albanskir tilstandir - eydnuspæl (pyramiduspøl?) skal bjarga landinum
Jú, mangt er forborgið. Vit eiga at vænta, at í næstum fara fróðskaparsetrið, studentaskúlarnir, skjalasavnið, bókasavnið o.s.fr. undir tiltøk at savna pening til sítt virksemi við eydnuspølum av ymsum slag. Kanska nørir tað um hugflogið hjá mongum landsmanni, men heiðurligt er tað neyvan fyri eitt framkomið fólk at bera seg so at.
Vit eru væl á veg á heilsuøkinum. Dagliga fáa vit tey tíðindi, at skipað verður fyri vælgerðartiltøkum um landið til tess at bjarga sjúkrahúsunum neyðug tól.
Nei, álvararos, nær halda vit føroyingar, at skommin er fullkomin? Ella finst eingin skomm í okkum longur?
Ríkisfelagsskapurin sparir SvF fyri stórar útreiðslur
Samstundis, sum vit taka grundarlagið undan SvF, tosa vit um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum - og einki øvugt orð frá mær um tað, tí vit skulu framvegis liva í frælsum landi, har frælsir borgarar taka støðu til ríkisrættarligu støðu okkara - , men júst støða okkara í danska ríkinum ger, at SvF fær alt útlendskt tilfar, filmir o. a. fyri smápening í sjónvarpshøpi. Gav ríkisfelagsskapurin okkum ikki henda framíhjárætt, so kostaði sjónvarpið uppaftur nógv meira.
Missa vit møguleikan, vit hava gjøgnum ríkisfelagsskapin, verður støðan uppaftur munandi verri, tí í verandi støðu fer meginparturin av fíggjarætlan sjónvarpsins til tær føroysku sendingarnar.
Veruligt tjóðarsjónvarp ella einki
Vit føroyingar eiga nú at taka støðu til, um vit vilja hava eitt alment føroyskt sjónvarp ella ikki.Taka vit ta støðu, at tað er fjantavesin at brúka pening uppá henda stovn, skulu vit bara taka ta støðuna og so lata útlendingar og kapitalkreftirnar einsamallar stýra føroysku mannasálini. Vilja vit ikki tað, so skulu vit veruliga fara at taka spurningin upp á eitt stig, sum sømir seg einum fríum og frælsum fólki. Einum fólki, sum vil lata nakað og so bera høvdið hátt. Tað gera londini rundan um okkum, og tað eiga vit sjálvsagt eisini at gera. Tað er lutfalsliga nógv kostnaðarmeiri hjá okkum at gera gott sjónvarp enn tað er hjá grannunum, men vit eiga at hugsa stórt uttan at vera hástór. Tað er í hvussu so er mín støða.
Fjølmiðlar
fyri 25 milliónir
Uttan at hava sett meg inn í tey avgjørt røttu tølini, so meti eg, at SvF og ÚF sum føroyskir public service stovnar eiga at fáa umleið 25 milliónir krónur á fíggjarlógini um árið. Tær 15 eiga at fara til SvF og hinar 10 til Útvarp Føroya. Møguliga er Útvarpið so væl fyri, at teimum ikki tørvar so nógv. Men tað er einki at ivast í, at 15 milliónir árliga er ikki eitt oyra ov mikið til SvF, um tað skal mennast so mikið, at vit kunnu vera kent við tað.
Hans Jørgensen