Ein niðurledsk kvinna, sum er flogtænari og hevur verið í samband við eina kvinnu, sum seinni doyði av hantavirus, er innløgd á sjúkrahús.
Illgruni er um, at kvinnan kann vera fongd við hantavirus, tí sjúkueyðkennini benda á, at hon kann vera smittað.
Hetta upplýsa niðurlendsku heilsumyndugleikarnir í dag, og tað er í Amsterdam, at kvinnan er innløgd.
Sum flogtænari hevur hon verið í samband við kvinnuna, sum seinni doyði av hantavirus í Johannesburg í Suðurafrika herfyri.
Lesið eisini: Hvar fóru tey smittaðu sum fóru í land?
https://www.in.fo/news-detail/hvar-foru-tey-smittadu-sum-foru-i-land-i-st-helena










