Stjørnan kemur við fullari ferð

Hondbóltur: Klaksvíksgenturnar tykjast verða sera væl fyri í ár, og longu nú eru tær at síggja ovast á stigatalvuni

VÍF ? Stjørnan 25-31 (11-14)


Framman undan hesum kappingarárinum varð nógv tosað um, at kvinnuliðið hjá klaksvíkingum fór at verða at sera tungt at syfta í vetur. Nú kappingin er farin í gongd, og liðið hevur leikt 2 dystir, er eisini líkt til, at hesi orð fara at standa sína roynd. Í øllum førum hevur liðið nú 4 stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar, og mótstøðuliðini hava verið ávíkavist føroyameistararnir og steypavinnararnir frá undanfarna kappingarári.


Settu seg á dystin beinan vegin

Tað gjørdist skjótt greitt, at klaksvíksgenturnar ikki ætlaðu sær longu leiðina heimaftur, uttan at hava fylt sær stigaposan áðrenn fráferðina. Eftir at Jacklin Durhuus hevði lagt VÍF fram um í fyrsta minutti, varð hon mansvard restina av dystinum, og hetta ørkymlaði vestmannagenturnar somikið nógv, at tær ongantíð fingið glið á spælið, tað sum eftir var av dystinum.

Jacklin fekk bert eittans mál, tað sum eftir var av dystinum, og hóast Ioana gjørdi sína skyldu, sum vanligt, so var hetta ikki nóg mikið til at koppa Stjørnuni. Sum sagt kom ongantíð rættuligt glið á spælið, og liðið framdi eisini eitt hav av tekniskum feilum. Har umframt hendi tað fleiri ferðir, at skotið varð á málverja ella træverk, tá vestmannagenturnar vóru komnar ígjøgnum verjuna, og tá soleiðis er, gerst tað aloftast sera torført at vinna ein hondbóltsdyst.


Góður styrkur

Stjørnan hevur flestum kunnugt styrkt sær munandi um liðið til hetta kappingarárið. Umframt leikandi venjaran, Vesna Tomajek, hevur liðið eisini fingið fatur á landsfelaga hennara, Andryana Milodanovic, og má hetta sigast at vera stórur fongur fyri stjørnuliðið. Andryana, sum leikti á høgra vongi, var sera sterk í verjuspælinum, har hon fullkomuliga setti Nicolinu Joensen út av spælinum, umframt at hon var ósvikaliga trygg, tá mál skuldu skjótast. Hon fekk 6 mál úti frá vonginum, og harumframt var hon upphav til fleiri av teimum brotskøstum, sum venjari hennara kundi senda í netið.

Stjørnan fekk heili 10 brotskøst í dystinum, og eftir at Annika Ljósstein hevði brent í sínari fjórðu roynd, skeyt leikandi venjarin hini 6, og sótu tey øll í netinum.


FM-favorittar?

Enn er nakað tíðliga at útnevna ein nýggjan føroyameistara, men veðrur hugt eftir teimum úrslitum, sum stjørnan hevur fingiði higartil, er torført at ímynda sær, at tær ikki verða á ovastu rók, tá alt verður gjørt upp um einar 5 mánaðir.

Breiddin í hópinum er rættuliga stór, og við tað at fleiri sera góðir skjúttar eru á liðnum, ber illa til hjá mótstøðuliðnum at taka nakran einstakan leikara burtur úr dystinum, við at nyta mansverjing.

Umframt tær báðar útlendsku kvinnurnar, hevur liðið eisini fingið ein sera stóran styrk, við tað at Annika Ljósstein nú er flutt heim aftur at búgva. Framman undan hevur liðið eisini somikið frægar leikarar sum Simonu Hansen, Anna K. Samson og Joan M. Joensen, so uttan at undirmeta týdningin, sum restin av liðnum hevur, kann í øllum førum staðfestast, at talan er um eina øðiliga skotstyrki, sum helst eigur at borga fyri nógvum málum.

Enn eru veikleikar í verjupartinum, men við miðvísari venjing ber eisini til at bøta um hetta, so mítt boð er, at hondbóltskvinnurnar úr Klaksvík, gera fótbóltsmonnunum bragdið eftir og fara at hava greipuna í varveitslu komandi summar.


Jacklin ov

nógv at siga?

Vestmannakvinnurnar hava áður víst, at kunnu megna at spæla, hóast Jacklin ella Ioana verða tiknar burtur úr spælinum, men sunnudagin var sera týðuligt, at tær saknaðu Jacklin, tá álop skuldu byggjast upp. Ivaleyst er hetta nakað, sum tær eiga at gera meira við undir venjing. Eg eri í hvussu so er vísur í, at hetta ikki er seinastu ferð, at Jacklin verður mansvard allan dystin. Tó kann ikki roknast við, at Fríða verður hildin eins væl í teimum komandi dystunum, og hevur hetta í øllum førum vestmannagentunum eina dimensión aftur at í álopssðælinum.

Tað tænur eisini vestmannagentunum til heiðurs, at tær ongantíð góvu skarvin yvir, men í staðin royndu at stríðast ímóti yvirmaktini í allar 60 minuttirnar. Hugburðurin til uppgávurnar er ein stórur partur av spælinum, og megnar VÍF framhaldandi at vísa sama stríðsvilja, fara tær í hvussu so er at skava sær hampuliga nógv stig saman.


Málskjúttar:

VÍF: Ioana Rapa 9 (2), Andrea Nielsen 4, Nikolina Joensen 4, Eydna Johannesen 2, Angelie Jógvansdóttir 2, Jacklin Durhuus, 2, Fríða Johannesen 1, Óluvá Poulsen 1

Stjørnan: Vesna Tomajek 8 (6), Annika Ljósstein 6 (3), Andryana Milodanovic 6, Joan M. Joensen 4, Anna K. Samson 4, Simona Hansen 2, Jastrid Gullaksen 1

Brotskøst: VÍF 2, Stjørnan 10

Útvísingar: VÍF 5, Stjørnan 3

Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Joensen