Amnesty International Føroya Deild hevur hesa vikuna eina framsýning á torginum í SMS, har ymsir partar av arbeiðinum hjá limum felagsins verður sýnt fram.
Teir tríggir bólkarnir hjá Amnesty í Føroyum greiða frá arbeiði sínum, og teir greiða eisini frá teimum fangunum, sum teir arbeiða við, samstundis sum teir heita á fólk um at senda brøv til avvarðandi myndugleikar fyri at leggja trýst á teir at lata fangarnar leysar.
Urgent Action ella Snarmálsnetið hjá Amnesty International Føroya Deild greiðir eisini frá arbeiði sínum, og í hesum partinum av framsýningini verða m.a. fleiri svar, sum eru komin uppá brøv, sum limir í føroyska Snarmálsnetinum hava sent síðstu árini, víst fram.
Um allan heim eru amnestylimir í hesum døgum farnir undir at senda áheitanir til stjórnina í Saudi Arabia, fyri at fáa hana at betra um syndarligu mannarættindastøðuna í landinum. Eisini føroyska deildin hjá Amnesty International tekur lut í hesum átakinum, og greitt verður frá hesum á framsýningini. Brøv liggja klár, sum fólk kunnu senda til Saudi Arabia.
Deyðarevsingin er enn sum áður eitt tað grovasta brotið ímóti mannarættindunum, og hóast stór framstig eru gjørd síðstu árini við at avtaka deyðarevsingina um allan heim, so er enn langt eftir á mál. Amnesty fer á framsýningini at royna at fáa so nógv sum gjørligt at skriva undir uppá eina áheitan á allar heimsins stjórnir um at stegða deyðarevsingini beinanvegin. Hetta er eitt átak, sum Sant? Egidio felagsskapurin í Rom hevur tikið stig til. Síðani hava fleiri aðrir mannarættindafelagsskapir tikið undir við áheitanini, og seinast gjørt varð upp, vóru fleiri enn 2 milliónir undirskriftir savnaðar. Men tær verða vónandi uppaftur nógv fleiri, tá tær verða handaðar ST-aðalskrivaranum Mannarættindadagin 10. desember í ár. Amnesty International Føroya Deild vónar, at eisini føroyingar í hópatali fara at skriva undir hesa áheitanina.
Sjálvandi verður eisini greitt meira alment frá um felagið Amnesty International, og høvið verður eisini hjá fólki at tekna seg sum lim í felagnum.
Framsýningin endar við stórum og forkunnugum køkutombola á Torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin.