Liðin eru nú 35 ár, síðan eg fyrstu ferð bar eyga við tónlistamannin Willi Gohl. Hetta var á mínari fyrstu Europa Cantat kórstevnu, í Nevers í Fraklandi 1964. Spákaði mær millum ymisk sokallað atelier - kórverkskeið, ið eru aðatátturin á hesum stevnum - fyri at fáa innlit í tónleikaval og arbeiðslag hjá hesum teim fremstu kórleiðarunum ymsastaðni úr Europa. Í einum av venjingahølunum sat tá inntonktur musikari, smidliga vaksin og í myrkum klæðum, við eitt flygil og spældi Bach-tónleik fyri seg sjálvan, meðan bíðað varð eftir sangarunum. Tey skuldu syngja krevjandi verk eftir Stravinsky, varð sagt - talan var um bólk útvaldur frammanundan, so har slapst ikki upp í part.
Um morgnarnar og fyrstu kvøldini við, áðrenn atelierframførslurnar tóku við, savnaðust allir teir 3.000 sangarnir til felags kórsang. Var tá hesin Willi Gohl úr Schweiz ein teirra, sum hevði besta takið á risastóra hópinum. 1. august, sum er tjóðardagur hjá Schweiz-búgvum, minnist eg at hann um kvøldið við sínum Züricher Singkreis skemtaði á pallinum, har hann eisini undirhelt við jodli og sínum guitara.
Aftur á stevnuni 1967 í Namur í Belgia og í 1970 í Graz í Eysturríki, har Havnarkórið, tá enn Útvarpskórið, var við á fyrsta sinni, var kórleiðarin W. Gohl ein teirra, sum flestu kórsangararnir tyrptust um, og tá ið fráboðanin um stevnuna í Autun í Fraklandi 1973 vísti, at Willi Gohl í sínum atelier skuldi arbeiða við Skapanini eftir Haydn, tóku vit stigið og settu hansara kórverkskeið fram sum okkara fyrsta ynski. Hetta gjørdist okkum størsta kór- uppliving.
Tað eina kvøldið vóru allir kórleiðararnir bodnir til ein " diner d´honneur" (heiðursdøgurða) hjá borgarstjóranum. Kom tá at sita við borð yvir av W. Gohl og konu hansara Verenu, sum var sopransolistur í Skapanini. Okkurt skuldi prátast um, og greiddi eg tá frá, at vit eisini í Føroyum høvdu okkara kórstevnur. Mest uppá kvamsvís spurdi eg, um tey ikki høvdu hug at koma til slíka "Føroya Cantat". Tey smíltust og hildu fyri, at tað hevði verið stuttligt. "Okkurt siga tit ", helt eg fyri meg sjálvan og hugsaði so ikki meira um tað.
Men hálvt ár seinni nú ringir telefonin. "Es ist Willi Gohl", ljóðaði í hinum endanum. Eg hvakk við, gjørdist turrur í hálsinum og undraðist, hvat hesin í mínum eygum tónleikaligi hálvgudur mundi vilja mær. Jú, hann hevði tikið sær sabbatsár frá sínum konservatorii-rektarastarvi, skuldi eina ferð yvir til USA og á vegnum heimaftur yvir Ísland kundi hann hugsað sær ein steðg í Føroyum. Sjálvandi skuldi hann vera vælkomin - um hann ynskti at koma sum ferðamaður, ella vit skuldu skipað fyri onkrum við kórsangi? - "Wir wollen Musik machen", var svarið.
Nakað seinni eg komi heim, nú liggja boð, at ein Willi Gohl hevur ringt og spurt, hvørjum kórverki vit skuldu arbeiða við - hann hevði nevnt tvey verk, eitt uttan og eitt við orkestri. Ringi so aftur, og kona hansara tekur telefonina. Jú, eg helt tað hevði verið spennandi at roynt við kóri og orkestri - talan var um eina Schubert messu. Verena var ivasom - um vit nú hildu okkum til tað? - "Hava tit nakað klaver?" spurdi hon - Willi hevði júst verið til stevnu í sponskum býi, har onki ljóðføri var at spæla uppá. "Wir haben ein Steinway Flygel", kundi eg errin siga henni.
Dagin eftir nú ringir Willi Gohl sjálvur."Wir machen den Schubert", segði hann fródliga. Messan kravdi ikki nakað størri orkestur - einar 5 fyrstu fiólir, 4 aðru fiólir, 3 bratschir, 2 celli og 2 kontrabassar."In Ordnung," segði eg, væl vitandi at vit ikki kundu rokna við fleiri enn einum 4-5 fiólspælarum tilsamans hiðani, harav tann eini var einasti bratschspælarin í landinum, og til cello og kontrabass høvdu vit bert tann eina mannin, multimusikaran Verland Johansen, sum plagdi at skiftast millum bæði. Ja, og so tørvaði bert ein sopransolistur, ein tenorur og ein bassur. "In Ordnung," menti eg meg aftur, men eg visti, at solosangara til eina klassiska messu høvdu vit ongan.
Har sat eg so heitur um skallan - hvat var nú til ráða at taka? Tók tá í sama viðfangi telefonina aftur og ringdi til vinmannin operusangaran Kristin Hallsson í Reykjavík, sum eisini starvaðist innan íslendska mentamálastýrið. "Nú mást tú hjálpa okkum, Kristin !" Vit høvdu tørv á tí og tí og tí. Jú, hann skuldi gera sítt besta - og haðani kom hjálpin. Ikki bert fann hann okkum teir tónleikarar, vit høvdu tørv á, og fekk úrvaldan sangbólk at koma, haðan vit fingu okkara solistar, men íslendingar rindaðu eisini ferð teirra higar!
Musikararnir myndaðu Kamarhljómsveit Tónlistaháskúlans við sjálvum fremsta fiólleikara Íslands Birni Ólafssyni sum konsertmeistara - ein eiggiligur bólkur av ungfólki, sum W. Gohl var sera væl nøgdur við. Kortini hevði hann eisini okkara spælarar á orði: "Den Tischler", snikkaran Verland, metti at vera dyggari enn hin kontrabasspælarin, og um Viggo Dal-Christiansen í aðru violin segði hann: "Der ist der beste von allen".
Jú, spennandi var hendan okkara fyrsta kórstevna við altjóða dámi. Góðan stuðul fingu vit frá sangarum úr Eysturoynni, og hugnaligt og stuttligt var eisini at vitja inn á Skálafjørðin at venja. Frálík var konsertin, har eisini Verena sang Schubert Lieder við manninum sum fylgileikara - hann spældi uttanat, tí hann hevði gloymt nótarnar eftir ! Og óførur var veitslurómurin aftaná, har Willi Gohl, spelkin og kimiligur, skipaði fyri fólkadansi, sum hann eisini gjørdi tað seinni í sambandi við kórvikuskifti.
Á sumri 1983 fekk eg bræv frá Verenu og Willi Gohl. Tey høvdu á konservatoriinum júst havt vitjan av tónleikavísindamanninum Werner Schulze úr Wien. Høvdu boðið honum heim um kvøldið, og í práti vóru tey tá komin eftir, at tey høvdu felags vinir í Norðuratlantshavinum. Hesin fundur hevði vakt teimum minnir og hug at koma hendanvegin einaferð aftur.
Lætt var tá til hugskot um enn eitt stevnutiltak. Í sambandi við upplatingina av Norðurlandahúsinum júst tá høvdu vit fingið í lag eitt Føroyakór, og um sama mundið høvdu lærarar nýggja musikkskúlans stovnað føroyskt symfoniorkestur. Tíverri fekkst tó ikki í lag tann samvinna millum Føroyakórið og Føroya Symfoniorkestur, sum skuldi verið so lagamanni; men kórið legði tá til brots við C-dur messu Beethovens, og við henni sum aðalverk og við stuðli frá Holte Ungdomssymfoniorkester, sum júst um tað mundið kom higar á vitjan, varð um mánaðarskiftið juni/juli 1984 skipað fyri fyrsta musikkfestivalinum í Norðurlandahúsinum, sum vit góvu heitið "Summartónleikadagar í Norðurlandahúsinum."
Hetta stevnutiltak varð endurtikið í nøkur ár eftir tað og hvørja ferð við Willi Gohl sum musikalskum ábyrgdarmanni.
Mong eru tónleikaminnini frá hesari tíð - verk sum glæsiligar motettir eftir Schütz, Bach og Händel, Jóhannespassiónin og Jólaoratoriið eftir J.S.Bach, Skapanin hjá Joseph Haydn, Krýningarmessa Mozarts og Carmina Burana hjá Carl Orff. Føroyakórið datt niðurfyri aftur, men umframt at Havnarkórið hevur átikið sær hesar uppgávur, hevur eisini samarbeiði verið um tær við onnur kór og við Føroya Symfoniorkestur.
Seinasta stórverkið undir leiðslu Willi Gohls var Händels Messias fyri jól í fjør. Undrandi fekk eg tá at vita, at hesum verki, sum flestøll framkomin kór regluliga hava á sínari skrá, hevði hann ongantíð áður arbeitt við. Spurdi hann tá, hvat verk hann hevði kosið sær, um hann skuldi valt sær eitt, sum serliga lá honum á hjarta. "Das wäre wohl Brahms Requiem", var spontana svarið. Hetta svar kom mær heldur dátt við.Vit høvdu júst havt "Ein deutsches Requiem" hjá Brahms í huga í aðrari ætlan, sum vit tá fyribils høvdu slept, tí uppgávan tókti okkum ov møtimikil, eisini tí at hon krevur fullbúgvið symfoniorkestur. Men tá ið so Willi Gohl fortaldi, at júst í hansara heimbýi Winterthur í Schweiz hevði Johannes Brahms evnað til eina útgávu av sínum "Deutsches Requiem" fyri ferhent klaver í staðin fyri orkestur, var málið greitt og avtalan gjørd.
Ein kann spyrja, hvat ið hevur fingið slíkan tónleikaúrmæling at koma soleiðis regluliga higar at arbeiða við okkum amatørum. Svarið man vera, at tónleikur sum so ikki bara fyllir hansara hug og dagliga virki, men hann er eisini hugtikin av viðurskiftum millum manna og tí ríkandi týdningi, sum tónleikur hann hava fyri tað einstaka menniskja og fyri samfelagið, um hann sleppur til tað.
Longu í barnaárum komu framúrskarandi tónleikagávur Willi Gohls til sjóndar, m.a. tá hann 14-ára gamal vann klaverkapping. Men í staðin fyri sum ungur beinanvegin at leita á konservatorium, fekk hann sær fyrst læraraprógv og helt síðan fram við hægri tónleikaútbúgving. Umframt klaver spældi hann eisini fiól, men serliga sum cembalistur hevur hann saman við fremstu kamarmusikarum í heimlandinum og uttanlands ferðast víða um lond.
Tó er tað fyrst og fremst sum dirigentur, at Willi Gohl seinnu áratíggjuni hevur verið gitið navn millum tónlistafólk. Sjaldan finnur tú tann fyrimyndarliga kór- og orkesturleiðaran í sama persóni, tí hesi bæði ljómlið hava ikki júst tørv á sama stuðli og leiðslu. Men ikki havi eg havt samband við nakran dirigent, ið sum Willi Gohl hevur bæði í sær, soleiðis at orkesturmusikarin kennir seg trygggan við hansara greiðu sløg, og kórsangarin fær tann berandi stuðul og íblástur, sum fær kórið at liva og ljóma.
Men í staðin fyri eina professionella karrieru sum instrumentalistur og dirigentur, sum hjá honum var so eyðsæð, valdi hann at leggja sál og orku í tónleikauppalingina, at "schaffen Nachwuchs", sum hann plagar at taka til, hetta at geva ungdóminum møguleikan og fáa tey ungu at taka við. Hann stovnaði og bygdi upp "Winterthur Musikschule und Konservatorium", sum á mangan hátt gjørdist fyrimyndarligur skúli. Gitin gjørdist hann um alt landið við sínari sendirøð í sambandi við útgávurøðina av sangbløðunum "Der Singkreis", ið framhaldandi verður endursend í sveitsisku loftmiðlunum. Hann, sum hevur upplivað W.Gohl og hansara "Offenes Singen", har hann á fólksligan hátt, men á hægsta listarliga støði fremur felagssang við stórari mannfjøld, dugir at skilja, at hann í slíkum virksemi verður mettur neyvan at hava sín líka í øllum heinum. Tí hava tað allastaðni frá verið boð eftir honum til slíkan felagssang og til at leggja øðrum lag á.
Virkin hevur Willi Gohl eisini verið í samvinnu millum tónleikastovnar, var í mong ár forseti og fram til nú nevndarlimur bæði í sveitsiska tónleikarameginfelagnum og í teirra musikkráð. Saman við m.a. týska vinmanninum Godtfried Wolters hevur hann verið undangongumaður til samvinnu millum kór í Europa, so sum hon triðja hvørt ár kemur til sjóndar í risastóru stevnuhaldunum Europa Cantat, t.e. Europa syngur. Henda kórrørsla byrjaði eftir seinna heimskríggj sum tiltak til vinarligt samband millum arvafíggindarnar Týskland og Frakland, hevur so við og við vaksið seg til eisini at fevna um lond uttan fyri Europa og er vorðin fyrimynd hjá Asia Cantat og slíkum felagskapum aðrastaðni í heimi. Eisini í hesum humanistiska virksemi er navnið Willi Gohl kent og virt víða um heim.
W. Gohl hevur nú sagt frá sær alt alment konsertvirksemi. Tí eru vit honum takksom fyri, at hann sum serliga vinagerð hevur vitjað út higar í Atlantshav at fyrireika og nú at framføra høvuðsverkið hjá Johannes Brahms "Ein deutsches Requiem", ein symfoni í kórlíki meira enn nakað annað skrivað tónaverk.
Ólavur Hátún