Fyri at spreingja mørk, mugu vit seta mørk

Midnáttarrøða, sum Høgni Hoydal, landsstýriskmaður, helt á vestanstevnu í Sandavági

Gott Vágafólk.

Góðu stevnugestir


Eg vil takka fyri heiðurin at sleppa at halda seinastu midnáttarrøðu á Vestanstevnu í hesi øldini.

Vit eru í tí Harrans ári 1999. Vit eru á veg inn í eitt nýtt ártúsund.

Her í Sandavági í kvøld, skal ikki nógv hugflog til, fyrrenn vit kenna suðið av søguni kring okkum. Hevði áin kunnað talað, so hevði hon sagt okkum frá um fólk, sum hava búð her ígjøgnum eitt ártúsund. Hon kundi sagt frá um teir 17 løgmenn, sum hava sitið her á garðinum á Steig ígjøgnum 220 ár. Sum áðrenn gamla løgtingið varð tikið av í 1816, høvdu øðrvísi trupulleikar at dragast við enn teir løgmenn, sum komu undir heimastýrinum í hesi øldini. Teir hava felt dómar í stríðnum um jørð, meðan hungursneyð hevur valdað. Teir hava sitið undir Gablunum, og teir hava felt deyðadómar yvir fólk

Áin kundi sagt okkum frá um tær túsundtals mannalagnur, sum hava livað og yvirlivað her og skapt hetta samfelag. Summi standa í søgubókunum ? tey flestu standa ikki, men øll hava lagað sín part.

Áin kundi eisini sagt, at fyri júst 180 árum síðani hoyrdist barnagrátur á Løgmansgarðinum á Steig. Tað var málið í lítla Vencilaus Ulrikus ? sonur Hammershaimb løgmann - sum bara góð 30 ár seinni smíðaði føroyska skrivtmálið. Og áin kundi eisini sagt okkum frá um málið hjá Torkil Nielsen í Landskrona fyri 9 árum síðani, sum setti Føroyar og Sandavág á heimskortið.

Hetta eru dømir um mál, ið eru sett, sum hava broytt okkara framtíð avgerandi. Mál, sum nógv søgdu vera ógjørlig og vitleys at seta sær. Men sum vit øll at enda tóku undir við og stuðlaðu, og sum víðkaðu okkara framtíðarmøguleikar.


Kappleiksstevna

í 1899

Eitt æviskeið er í veruleikanum so stutt hjá okkum. Søgan er so nær. Tey sum í dag eru í bestu árum kendu og minnast tey, sum vóru ung fyri 100 árum síðani. Og tey í sínum lagi kendu fólk, sum livdu í 1700-talinum.

Fara vit bara hundrað ár aftur í tíðina, so skriva føroysku bløðini um somu evni, sum vit stríðast við í dag. Sjálvbjargni og framburður inn í komandi øldina stóðu ovast á dagsskránni, meðan Føroyar vóru á veg inn í fiskivinnusamfelagið.

Fuglaframi skrivar um tað fyrstu kappleiksstevnuna, sum var hildin í Miðvági - á Miðvágssandi - í juli mánaða 1899. Har var kappróður: Tvey 10 mannafør tóku lut og Koltursbáturin vann. Har var kappkasting við steini. Tveir skopuningar kastaðu líka langt: 51 alin. Har var kapprening á teinunum 800 og 1500 alin. Har var langlop og annað. Fuglaframi skjýtur upp, at á næstu stevnu eiga aðrar ítróttagreinar at takast við, tildømis spjótkast, langlop við stavi og kapplesing. So her er kanska okkurt hugskot til næstu vestanstevnu ella til Oyggjaleikirnar í Føroyum. Blaðið skrivar eisini, at hesir kappleikir høvdu ikki so nógvar luttakarar sum ynskiligt var. Og tað var helst tí postgongdin var so sein kring landið, at ikki allar oyggjar høvdu havt stundir at melda til.


Oyragjógv 1400 fólk

Um sama mundið ? í juli 1899 - skrivar ein maður, sum nevnir seg Rókur, eina framtíðarsøgu í Fuglaframa, sum eitur ?Føroyar í ári 1960?. Hann hevur kanska verið Vágamaður, tí hann sigur m.a. at í 1960 fara vit at hava... ?8 elektrisk skip, sum flyta góðs og ferðafólk, fyri uttan 10 smærri elektriskar bátar, sum ganga aftur og fram á firðum og sundum. Av hesum gongur ein hvønn tíma úr Vestmanna yvir um sundið til bygdina Oyragjógv, sum nú hevur 1400 fólk. (...) Oyragjógv hevur nú 8 virkishús, av teimum eru 4 sum gagnnýta seið, livur og slógv.? Hann sigur eisini, at vit í 1960 fara at hava jarnvegir við elektriskum vognum í teimum størru oyggjunum og telefon í hvørt hús. Útróðrarmenninir fara at hava bátar, sum ganga bæði á og undir sjónum og teir fara at hava kranar á brimplássum, so bátarnir kunnu fáast skjótt uppá turt. Leitisvatn fer at verða uppturkað til dyrkilendi, og byrging fer at verða um Streymin í Sundalagnum.

Soleiðis skrivar altso Rókur í 1899 um framtíðina. Nógv hava helst rist við høvdinum og flent at hesum hugflogi. Men nógv av tí hann skrivar gjørdist veruleiki ? enntá áðrenn 1960. Um hann hevði skrivað um ein undirsjóartunnil, hevði hann helst verið mettur at verið steinørur.


Forðingarnar eru í okkum sjálvum

Hoyrdi herfyri eina søgu um ein miðving, sum var farin av oynni. Hann skuldi senda eitt bræv heim til mammuna. Uttan á brævbjálvan skrivaði hann bert: Mamma, MÚÁ. Og brævið kom vist fram. Vit kunnu flenna at hesi postadressu hjá miðvinginum, men kanska hevur hann verið frammanfyri sína tíð. Í dag er hetta jú ein fullgóð adressa ? á internetinum, um mamman í Miðvági fær sær eina teldupostadressu við tranti og punktummi.

Alt hetta vísir okkum, at broytingar henda so skjótt, antin vit eru tilvitaði um tær ella ikki. Ein týskur rithøvundir segði einaferð um allar tær tøkniligu broytingarnar, sum eru farnar fram í hesi øldini: ?Vit hava enn einaferð hækkað støðið hjá okkum. Tað er bert ein lítil trupulleiki eftir: Ongin finst á hesum støði.?

Um vit ikki sjálvi seta mál og mið, so henda broytingarnar kortini. Nógv kann tá fara fyri skeytið uttan at vit varnast tað, og broytingarnar gagna ongum. Har vit hinvegin seta okkum felags mál, kunnu vit røkka langt. Forðingarnir og møguleikarnir liggja bert í okkum sjálvum.

Tak bara teir hundraðtals vágamenninar, sum eftir kríggið fóru til Grønlands við sínum útróðrarbátum og settu búgv í oyðimørkini hvørt summar. Teirra felags stríð tryggjaði inntøkur, sum hava fingið Vágoynna og Føroyar at yvirliva.


Fullveldisskrímslið

Vit standa nú í 1999 aftur í eini veldugari broytingartíð, har vit noyðast at velja, hvønn veg vit fara. Bert fyri einum góðum ári síðani var torført at hyggja upp um sjóvarmálan. Óloystir trupulleikar skuggaðu fyri øllum útsýni. Síðani eru greið mál sett, og seinasta árið eru stór stig tikin, sum hava latið nýggjar hurðar og møguleikar upp fyri land og fólk okkara.

Men kortini er tað so skjótt at venda vón til líkasælu. At venda líkasælu til sjálvsøkni. Og sjálvsøkni til vónloysi. Tað lættasta í verðini er at siga, at onki ber til.

Vit hava hetta seinasta árið eisini hoyrt nógv siga, at eitt skrímsl fer um oyggjarnar: Fullveldisskrímslið. Ein miðvís herferð er sett í verk fyri at oyða skrímslið. Nógvastaðni verður øll politisk orka brúkt til at mála hetta skrímslið ljótari og ljótari. Fyri hvønn dag sum gongur fær tað størri horn. Longri tøkutenn. Hvassari kløur. Í óteljandi blaðgreinum verður rópt ?bøøøø? í høvdið á lesaranum: Hetta skrímslið fer at kvala tykkum í skatti og taka breyðið úr munni tykkara. Tað fer at byrgja tykkum inni og taka tykkara børn. Tað fer at taka sjúkrahús og skúlar. Tað má manast í jørðina. Tað má díkjast undir í ókvæmisorðum og rekast burtur. Børn og ung mugu ikki hyggja at tí, tí so verða tey blindaði. Politikarar úr øðrum londum verða hálaðir fram at sannføra fólkið um ræðuleikarnar hjá hesum skrímsli.

Hví verður hetta gjørt? Hví verður so nógv orka brúkt til at mana hesa marru fram um fullveldisskrímslið?

Kann tað vera tí, at onkur er ræddur at fyri at missa valdið, um vit taka ábyrgdina av egnum landi? Summi siga, at bert tey kunnu tryggja okkara veiku, sjúku og brekaðu sømilig kor við at renna niður til Danmarkar at biða um pengar. Hetta er størsta lygn tú kanst trútta niður í fólk. At tú ikki klárar teg sjálvan, at tú ert heftur av hjálp frá einum serligum politiskum flokki ella frá einum øðrum landi, sum tú onki ræði hevur á. At okkara pensiónistar ikki sjálvir hava tjent sær til eina sømiliga pensión gjøgnum eitt langt arbeiðslív. At vit ikki sjálvi eru før fyri at skapa eitt rættvíst og trygt samfelag. Hetta er at tosa til tann innara svínhundin ? til óttan, til sjálvsøknið, til pengapungin.

Men føroyingar lata seg í dag ikki ræða av hesum rópunum um fullveldisskrímslið. Tey flestu tora at hygga at tí ? og síggja tá, at hetta er tann vakrasti skapningur, sum finst. Hann er eitt boð um at taka fulla ábyrgd og ræði av egnum landi og fólki. Tað krevur minni sjálvsøkni, størri rættvísi og ábyrgd fyri næstanum.


Blokkurin má parkerast

Vit kunnu siga, at vit seinastu árini hava fingist við at oysa bátin og fáa hann á rættkjøl. Síðani hava vit roynt at andøva og at fáa lagt eina góða barlast í bátin. Nú er kósin sett og báturin farin at sigla. Nú ræður um hjá okkum at halda eina javna ferð, ikki at blaka barlastina fyri borð og at tryggja øllum møguleikan fyri eini úrtøku.

Men ein stórur vandi liggur sum kunnugt í hvørjari vælferð. Vit vita, at tað er eitt øgiligt trýst í samfelagnum fyri at brúka av barlastini. Vit vita eisini, at nógvastaðni er stórur tørvur á íløgum og betringum eftir kreppuárini ? bæði í sjúkrahúsverk, eldrarøkt, skúlaverk, samferðslu og innan vinnulívið. Men alt hetta má raðfestast og setast í mun til okkara framtíðar sjálvbjargni. Annars er lítið vunnið. Føroyski búskapurin er ikki nakar sunnur og tryggur búskapur fyrrenn vit kunnu siga, at vit standa á egnum beinum og vit ikki dúva uppá, at onnur gjalda rokningina.

Eitt týdningarmikið stig, sum vit mugu taka nú, er at parkera henda sonevnda blokkstuðulin. Vit mugu seta hann fyri seg á fíggjarlógina, og so marka hann til at gjalda skuld og rentur, og til tað vit kunnu rópa óvanligar íløgur. Harvið kunnu vit síggja, hvussu nógv í veruleikanum manglar í til at reka eitt sjálvstøðugt føroyskt vælferðarsamfelag. Vit mugu raðfesta okkara egnu inntøkur rættvíst, so tær koma øllum landinum og øllum fólkinum at gagni.


Mørk mugu setast

Markleys breiðist nú fyri tær fold. Orðini eigur Christian Matras, og sandavágsskaldið Jens Pauli Heinesen hevur gjørt yrkingar hjá Christiani Matras til bulin í síni ævisøgu, sum hevur sín uppruna her í Sandavági. Markleys breiðist nú fyri tær fold er heitið á skaldsøguni hjá Jens Paula, har høvuðspersónurin stendur á gáttini frá ungdómi inn í vaksna lívið. Har møguleikarnir eru so víðir, men har tú eisini mást gera tíni val.

Vit hava hetta seinasta árið sæð, hvussu týdningarmikið tað er at seta sær mál, og hvussu nógv kann broytast, tá vónin um framtíðina bylgist í okkum øllum. Føroyingar eru á veg til at kunna gerast ein javnbjóðis tjóð millum heimsins tjóðir. Men vit mugu samstundis duga at seta mørkini.

Vit hava tildømis júst sett undirgrundarmark millum Føroyar og Bretland. Nýggir møguleikar lata seg upp, men tað gevur eisini nýggjar avbjóðingar. Hetta vísir okkum, at tað at seta sær mál, merkir eisini, at vit seta okkum mørk. Annars eru vit ábyrgdarloysingar.

Vit mugu inn í komandi ártúsund seta okkum politisk og fíggjarlig mørk ? bæði fyri okkara almennu og privatu nýtslu. Tað er fortreytin fyri ábyrgd og skyldum. Tí bert við at seta seta mørk, kunnu vit eisini sprongja mørk.


Føroyar - best

røkta land

Sandavágur vann heiðurin sum best røkta bygd í Føroyum í 1997. Hetta var bert møguligt, tí at bygdafólkið setti sær hetta mál í felag, og tí at bygdafólkið í øldir hevur røkt haga, bø og fjøru.

Vit eiga eisini at seta okkum málið at gera Føroyar til best røkta land í heiminum. Ikki tí at vit skulu halda okkum vera heimsmeistarar, men tí at vit eiga at seta okkum málið um at fáa tað mesta og besta burturúr okkara umstøðum.

Tað er hetta, sum fullveldið í veruleikanum snýr seg um. Tað er ikki ein hamur vit fara í, og so er tað liðugt. Tað er ein gongd, har vit mugu seta okkum høg mál í øllum samfelagsviðurskiftum. Vit eiga ikki bert at seta okkum felags mál um at hava best røkta náttúruumhvørvi. Men eisini skulu vit hava best røktu politisku skipan. Best røkta vinnulív. Best røktu sosialu skipan. Best røktu útbúgvingarskipan. Og best røkta moral.

Kraddaralyndi og smákremmarí byggir onki land.


Kærleikin drívur verkið

Í øllum hesum óteljandi møguleikum og avbjóðingum, mugu vit ikki gloyma, hvat tað er sum drívur verkið. Tað er kærleikin til hetta landið og tað pláss, sum okkara forfedrar hava bygt.

Ongin av hesum nógv nevndu ?cost-benefit? kanningunum kann siga okkum, at tað loysir seg at búgva í Føroyum. Allar fíggjarligar útrokningar vilja siga, at tað loysir seg betri at búgva á meginlandinum.

Tað verður annars sagt, at allur heimurin gjøgnum tøknina og heimsmarknaðin verður bundin saman í eina globala bygd. At tað verður møguligt hjá okkum øllum at búgva hvar sum helst í heiminum. Men um tað er rætt, so eigur tað ikki at merkja, at vit øll flyta saman í heimsins stórbýir og meginøkir. Tí so er tað eisini at møguligt at liva í Føroyum og í Sandavági. At liva eitt nútímans lív við kjølfesti í okkara mentan og søgu.

Lat meg tí enda við orðunum hjá skaldinum Jóanes Nielsen. Hann er ein av okkara hvassastu samfelagsrevsarum, men tað er grundað á kærleika og vón til land og fólk. Hann endar eina yrking soleiðis:


Her er mítt heim,

mín heimur og virki,

her eru vinir, ið fjálga mítt lív,

her er tann stætt, ið gevur mær styrki,

ið ber vónina í arbeiðssomum hondum,

her er fallið mítt akker.


Takk fyri og góða Vestanstevnu.

Høgni Hoydal